Akstovan vísir í tíðindaskrivi í dag til grein í Dimmalætting hin 19. oktober, har blaðið viðger týdningin av, at íkoplingarútbúnaður - krókur - á bili til viðfest akfar er sýnaður og góðkendur, áðrenn [...] Vit høvdu eisini tíðindaskriv á heimasíðu okkara í januar 2007 til januar 2008 um, at verkstøð og sølufyritøkur kunnu vátta íseting av íkoplingarútbúnað, uttan at akfarið verður sýnað á Akstovuni. Treytin [...] verður tikin í nýtslu. - Akfarið skal sýnast og góðkennast, og broytingarnar skulu skrivast á skrásetingarskjalið hjá bilinum. Í tíðindaskrivinum leggur Akstovan aftrat, at koyrinæmingar í triðja og fjórða
aðalfundur hildin. Í 1968 verður nýggj nevnd vald við Edvini Bernhardson sum formanni. Sama nevnd varð afturvald í 1969. Í 1970 og 1971 var ongin fundur í felagnum. Tá felagið varð endurstovnað í 1972, bleiv [...] hýruvogn. Fólk í føstum starvi kundu hava ein hýruvogn at koyra við í frítíðini. Í 1980 varð ein nevnd sett at gera eitt uppskot til hýruvognsreglugerð fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið gekk í stuttum út [...] og Jákup Suni Jacobsen, skrivari og kassameistari. Í 1960 verður nýggj nevnd vald við Ib Larsen sum formanni, og í 1961 verður Pauli Hansen formaður. Í 1962 verður ein takstnevnd sett við Ansgar Jensen
Wilkinson, sum tó aftur fer at stjórna symfoniorkestrinum í næsta mánaði. Skert upplivilsi Sunleif Rasmussen, tónaskald, hevur sum áhoyrari í Norðurlandahúsinum eisini varnast tann broytta akustikkin. [...] avgerandi fyri, hvussu ljóðið í húsinum skal vera, og tí fer hann at seta seg í samband við eitt nú symfoniorkestrið. Niels Halm sigur, at kanningar eru gjørdar av akustikkinum í húsinum, og at hesar ikki [...] MENTAN Fyri góðum ári síðani fekk Norðurlandahúsið nýggjar stólar í tann stóra salin í húsinum. Hetta var eins stór íløga, og eitt nú læt ein grunnur undir A. P. Møller eina millión krónur til endamálið
og fremst sæst innan persónbilar, tí í apríl í ár eru 203 nýggir persónbilar skrásettir, ímóti 154 í apríl í fjør. Teir eru altso 49 fleiri í tali í apríl í ár enn í fjør. [...] Størsta broytingin í skráseting av nýggjum akførum higartil í ár, samanborið við fyrstu fýra mánaðirnar í fjør, sæst í neyðsendarakførum. Frá januar til apríl í ár eru 12 nýggj neyðsendarakfør skrásett [...] fyrstu fýra mánaðirnar í fjør. Tað er ein vøkstur upp á heili 500 prosent! Annars er størsti munurin í tali á nýggjum skrásettum akførum at síggja í persónbilum, tí fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru 102 fleiri
Times, at tað vóru limir í einum felagsskapi í Punjab, og sum virkar sum deild hjá al-Qaeda, sum myrdu Benazir Bhutto í gjár. -Hetta er okkara størsti sigur á teimum, sum eru í parti við Vesturheiminum [...] seg hava fingið ábendingar um, at morðið í gjár var tann fyrsti liðurin í einari ætlan, sum hevur til endamáls at beina fyri teimum í Pakistan, sum fjeppast uppi í amerikanarunum. Ein á listanum sigst vera [...] tann 8. januar, men í morgun varð kunngjørt, at valið verður sum ætlað. -Valið verður tann 8. januar sum fyrr fráboðað, segði virkandi forsætisráðharrin, Mohammadmian Soomro, við fjølmiðlarnar í morgun
bygningar fáa avleiðingar fyri okkum, nú vit standa mitt í einum algutrupulleika og hava brúk fyri virkinum, sigur dagligi leiðarin. Í mai mánaði misti felagið fleiri hundrað túsund laksar av eitrandi algum [...] Alifelagið Salaks í Troms má sigast at hava verið rættiliga óheppið seinastu tíðina. Fyrst vórðu alibrúk hjá felagnum rakt av eitrandi algum, sum gjørdu av við nógvan fisk, og í gjár vórðu partar av k [...] vit ikki brúk fyri nú, sigur dagligi leiðarin í alifelagnum, Odd Bekkeli, við NRK. Tíbetur var eingin inni á kryvjivirkinum, tá skriðulopið rakti um 9-tíðina í gjáramorgunin, og sambært løgregluni á staðnum
Jens Erik Rasmussen. Einki er at ivast í, at HB í fyrstu atløgu hevur tryggjað sær undirskriftina hjá spælarum, sum onnur feløg eisini hava verið áhugað í at fáa í starv hjá sær. Bíða eftir venjaranum Ætlanin [...] avtalur skulu fáast upp á pláss, sigur formaðurin í HB. Fleiri spælarar, sum ikki vóru við í fjør, verða við í stríðnum um plássini á besta liðnum hjá HB í 1998. Millum hesar eru Hans á Lag og Rói Árting [...] hevur verið skaddur í beininum. Nú hevur hann verið til viðgerðar hjá kenda ítróttarlæknananum í Brøndby, Kreutzfeld, og tað verður roknað við og vónað, at førleikin at spæla fótbólt nú er í lagi aftur.
Við fólkateljingina í 1890 er mamma Andreasar, Johannes Malene Joensdatter, 76 ár, ættað úr Havn, eisini í húsinum. Hon andaðist í Nólsoy 2.1. 1901. Andreas átti nógv næstrafólk í Nólsoy. Abbi hansara [...] við Brunn. Tvey av teimum giftust í Nólsoy. Tey vóru Andreas Joensen og Johanne Joensen, meðan Elsebeth Malena Joensen f. 1832, ið var ógift, lutvíst búði í Nólsoy. Í 1870 er Andreas húskallur hjá Niels [...] Joensen.Teir vuksu upp úti á Reyni í grannalagnum hjá mineralsvatnsfabrikkin Ydun. Albert fór sum ungur at arbeiða har, og var hann á virkinum, til tað varð niðurlagt í 1937. Albert giftist við Johild Davidsen
tá ið hann gjørdist forliptur í Yolanda, eini gentu úr sama býarpartinum í Havanna harið hann varð borin í heim, 14. september 1928, og harið tey bæði vuksu upp saman. Í fyrstuni lænti hann myndatólið [...] tað virðið, ið myndin hevði havt í vanligum tíðindaflutningi. Fotografering í Kuba gjørdist ongantíð aftur hin sama. Her byrjaði ein nýggj tíð í eini nýggjari listagrein í Kuba. Onkrar av myndunum hjá Korda [...] er heimsins kendasta, farin út í allar krókar heimsins, í endaleysum endurtøkum, er, at eingin legði nakað í hana tá ið hon varð tikin. Sjey ár seinri, táið hetjudeyðin í Bolivia gjørdi Che til eitt politiskt
Januar er lagdur aftur um, og vit eru komin inn í februar. Hóast hetta eru vetrarmánaðir, hevur veðrið í januar sum heild háttað sær rímiliga væl við fleiri góðum døgum. Men, nú februar júst er byrjaður [...] av vestanvindi, og í morgun hevur eisini verið vindur, sum í støðum er farin um teir 30 m/ sek. Sambært aldumátingum á heimasíðuni hjá Landsverki, var aldan vestanfyri klokkan 07.33 í morgun heilar 16,8 [...] er ringur í morgun. Norðanfyri var aldan um somu tíð 13,3 metrar høg og 513 metrar long. Aldan sunnanfyri var klokkan 07.56 í morgun slakar 12 metrar høg og 369 metrar long. Hann er vestligur í ættini, og