Aksturvinnufelagið Samfylking 50 ár

Í dag, 15. januar 2007, eru 50 ár liðin síðan Aksturvinnufelagið Samfylking varð stovnað við tí endamáli at virka til frama fyri teir, sum hava hýruvognskoyring til vinnu. Formaður í Samfylking er Magnus Fuglø

Bilstjórafelagið Samfylking varð stovnað 15. januar í 1957, við tí endamáli at virka til frama fyri teir sum hava hýruvognskoyring til vinnu.
 
Gjøgnum árini hevur felagið umboðað tey koyrandi mótvegis kommunalu og landsmynduleikunum.
Felagið hevur eisini arbeitt fyri at avmarka talið á hýruvognum, soleiðis at teir sum koyra hýruvogn burturav kunnu liva av hesi vinnugrein.
 
Felagið hevur til tíðir verið sera virkið, og til aðrar tíðir hava ongir aðalfundir verið, og felagið hevur ligið mestsum stilt.
 
Í fyrstu nevndini sótu Poul Gaard Hansen, formaður, Ejler Thorsvig næstformaður, Jóhannes Berg, Hans Andreas Davidsen (Hassadi), Óla Chr.Jacobsen og Jákup Suni Jacobsen, skrivari og kassameistari.
 
Í 1960 verður nýggj nevnd vald við Ib Larsen sum formanni, og í 1961 verður Pauli Hansen formaður. Í 1962 verður ein takstnevnd sett við Ansgar Jensen, Dion Splidt, Sámal Vesturlíð, Ib Poulsen og Pedro Olsen. Frá 25.oktober 1962 til 7.november 1968 varð ongin aðalfundur hildin.
 
Í 1968 verður nýggj nevnd vald við Edvini Bernhardson sum formanni. Sama nevnd varð afturvald í 1969. Í 1970 og 1971 var ongin fundur í felagnum.
 
Tá felagið varð endurstovnað í 1972, bleiv Álvur Kirke valdur til formann. Hann sat sum formaður til 1982, tá Dánjal Jákup Jørgensen tók yvir. Dánjal Jákup sat sum formaður til 1984, tá Heðin í Dali tók við, og sat sum formaður til 1990. Eftir hann tekur Finnur Johannesen við, og sat sum formaður til 1993, tá Magnus Fuglø tekur við. Frá 1999 til 2002 var Birgir Enghamar formaður, og síðan 1993 hevur Magnus Fuglø aftur verið formaður.
 
 
Fyrr var tað soleiðis, at tað var frí vinna, og øllum stóð frítt at keypa sær ein bil, og skráseta hann sum hýruvogn. Fólk í føstum starvi kundu hava ein hýruvogn at koyra við í frítíðini.
 
Í 1980 varð ein nevnd sett at gera eitt uppskot til hýruvognsreglugerð fyri Tórshavnar kommunu. Uppskotið gekk í stuttum út uppá, at allir sum høvdu hýruvogn í Tórshavnar kommunu, skuldu fáa eitt loyvi. Síðan skuldu eingi nýggj loyvi verða givin, fyrr enn talið á hýruvognum kom niður á umleið 60 bilar.
 
Árið eftir varð ein arbeiðsbólkur settur at kanna lógir sum hava við hýruvognskoyring at gera. Í 1983 kom hýruvognsreglugerð fyri Tórshavnar Kommunu, og síðan hevur býráðið havt politiskt valda hýruvognsnevnd, sum umsitur koyriloyvini. Hetta hevði við sær at talið av hýruvognum, sum hevði verið langt yvir hundrað bleiv so gott sum hálverað.
 
Kapping frá privatbilum og bussum
 
Tað sum hevur ávirkað hýruvognskoyringina mest hesi 50 árini er t.d. tá ið lógin viðv. valutaloyvunum varð broytt síðst i 60-unum, og fólk byrjaðu at keypa privatbilar. Nógv av teimum sum vanliga leigaðu sær ein hýruvogn, keyptu sær nú egnan bil. Eisini tá bussarnir komu síðst í 70-unum, var tað aftur ein stór broyting í koyringin hjá hýruvognunum í Havn.                                                                                
Samfylking hevur øll árini arbeitt fyri at gera korini hjá bilførarunum so góð sum til ber. Eitt nú við hýruvognsbásum á Vaglinum, í SMS, á Farstøðini og aðrastaðni. Dagpening frá tryggingini tá hýruvognurin er til umvælingar vegna skaða. At takstir, tollur, talið á hýruvognum, altíð eru á so rímuligum støði sum til ber.
 
Magnus Fuglø, formaður í Samfylking, sigur í sambandi at felagið fyllir 50 ár, at stórar avbjóðingar eru fyri framman. Ein nýggj hýruvognsreglugerð skal gerast í samráð við býráðið, og hann vónar at hon verður til fyrimuns fyri bæði hýruvognførarar og tey sum nýta hýruvognarnar.
 
Í nevndini í Samfylking eru dag: Dánjal Norðfoss, Axel í Skorðastovu, Tummas Pauli Thomsen, Eirikkur Rasmussen og Magnus Fuglø, sum er formaður.