Albert Ellefsen hjálparvenjari hjá HB

Fótbóltur: Vágamaðurin Albert Ellefsen skal venja 2. deildarliðið hjá HB í ár

Fótbólturin í Vágum missir nú ein av monnunum, sum hevur verið mest uppií har vesturi nógvu tey seinastu árini. Tað er Albert Ellefsen, sum fer til Havnar, har hann skal hava ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá HB.

? Vit eru sera væl nøgdir við at hava fingið Albert Ellefsen at hjálpa okkum. Albert hevur spælt og hevur verið venjari í mong ár, og hann kennir føroyskan fótbólt so væl sum fáur annar, sigur Gunnar Mohr, formaður í HB.

? Vit fáa fremmandan venjara. Hann hava vit gjørt sáttmála við, tí vit halda, at hann eigur at verða góður íblástur hjá okkum, men tað sigur seg sjálvt, at hann sum so kennir einki til viðurskiftini í Føroyum og til føroyskan fótbólt, og tí verður tað hent hjá honum at hava ein mann afturat sær, sum hevur stórt innlit.


Sjey skrivligar avtalur

Aðalfundurin hjá HB samtykti í desember, at tað skal arbeiðast víðari við at seta eitt partafelag á stovn, sum skal standa fyri rakstrinum av besta liðnum. Felagið verður stovnað í næstu framtíð.

Men sjálvt um felagið ikki er stovnað, so hava teir í HB longu gjørt skrivligar avtalur við sjey spælarar. Teir, sum avtala er gjørd við, eru Jan Dam, Andrew av Fløtum, Hans Fróði Hansen, Súni Fríði Johannesen, Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe og Jens Erik Rasmussen. Einki er at ivast í, at HB í fyrstu atløgu hevur tryggjað sær undirskriftina hjá spælarum, sum onnur feløg eisini hava verið áhugað í at fáa í starv hjá sær.


Bíða eftir venjaranum

Ætlanin hjá HB er at skriva undir avtalur við fleiri spælarar, men teir hava gjørt av í fyrsta umfari at steðga eitt sindur á.

? Nýggi venjarin hjá okkum, Ion Galagauo, kemur úr Rumenia og higar 28. januar. Ætlanin er at fara undir venjingina 2. februar. Tað er fyrst og fremst venjarin, sum kemur at arbeiða við spælarunum, og vit halda tað ikki vera annað enn rímiligt, at hann er við, tá fleiri avtalur skulu fáast upp á pláss, sigur formaðurin í HB.

Fleiri spælarar, sum ikki vóru við í fjør, verða við í stríðnum um plássini á besta liðnum hjá HB í 1998. Millum hesar eru Hans á Lag og Rói Árting, sum er fluttur aftur til Føroya, og so Hans Thomassen, sum ikki hevur kunnað spælt, tí hann hevur verið skaddur í beininum. Nú hevur hann verið til viðgerðar hjá kenda ítróttarlæknananum í Brøndby, Kreutzfeld, og tað verður roknað við og vónað, at førleikin at spæla fótbólt nú er í lagi aftur.