spælt á Mølini, har tað síðani lutakastið eftir áttanda parts finalurnar hevur verið greitt, at EB/Streymur skuldi vera annar parturin. Um mótstøðuliðið verður VB/Sumba ella HB var ikki greitt í dag. Meðan [...] upplagdi favoritturin. B68 spældi seg í fjórðingsfinaluna, eftir at teir í brotssparkskapping móti ÍF høvdu hingið í heilt klønum tráði. Í landskappingini hevur tað gingið illa hjá B68. Nú er veteranurin [...] ferð verður at fáa høvdið uppaftur, eftir at teir einki fingu burturúr landskappingardystinum móti ÍF mánakvøldið. Skála megnaði akkurát at spæla seg í fjórðingsfinaluna, tá ið teir vunnu 2-1 á heimavølli
a plássinum og aftur til NSÍ á sætta plássi eru trý stig. EB/Streymur hevur stungið seg trý stig framum HB og KÍ. Sunnudagin skal EB/Streymur spæla í Gundadali móti HB. Um heimaliðið tá verður omaná, so [...] á Skála. KÍ og B36 fara at spæla leygardagin. Sunnudagin sær skráin soleiðis út: NSÍ-ÍF, Skála-B68, HB-EB/Streymur og GÍ-VB/Sumba. So er at vóna, at veðrið verður til vildar. Um tað ikki verður til vildar [...] stigunum (teir vunnu 3-2 á útivølli móti HB í 2. umfari), so kann tað fara at verða so skjótt, at EB/Streymur fer at tiltuska sær langt tjóður. KÍ hevur framvegis ikki tapt. Merkisvert er tað, at bæði kla
HB-EB/Streymur 2-2 (2-1) 1-0: Páll M. Joensen, 1. 2-0: Rókur F. Jespersen, 17. 2-1: Arnbjørn Joensen, 29. 2-2: Ronnie Samuelsen, 75. Dómari: Eiler Rasmussen HB: Bárður Johannesen Mortan úr Hørg, Vagnur [...] Joensen (Tór-Ingar Akselsen, 27.) Rókur av Fløtum Jespersen Gult kort: Kári Nielsen, Jákup á Borg EB/Streymur: Rene Tórgarð Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jóhan á Stongum (Teitur Joensen, 71.) Arnbjørn [...] Hallur Dam Joensen, Henning Joensen Birgir Jørgensen. Gult kort: Marcin Dawid, Hallur Dam Joensen. NSÍ-ÍF 3-0 (1-0) 1-0: Óli Hansen 20. 2-0: Christian Høgni Jacobsen 82. 3-0: Óli Hansen 86. Dómari: Georg N
B68. Í innanhýsis uppgerðunum millum tey fremstu hava EB/Streymur (HB og GÍ) og HB (NSÍ og B36) vunnið tvær ferðir. GÍ (HB), B36 (KÍ), NSÍ (EB/Streymur) og KÍ (NSÍ) hava vunnið eina ferð. Hesin veruleikin [...] Sum umfar dettur av umfari boðar stigatalvan frá, at tað í toppinum gerst alt meiri spennandi. EB/Streymur var fremst eftir 9. umfar, og samansetta liðið fer at halda sær á toppinum í hvussu so er inntil [...] javnt, og tað hevur kostað nógv í plaseringini sammett við t. d. EB/Streym, sum á sama hátt sum KÍ bara hevur tapt eina ferð. EB/Streymur hevur 21 stig, og KÍ hevur 17 stig. Tá ið so nógvar av innanhýsis
hjá NSÍ, at tað á heimavølli eydnaðist at vinna trý stig. NSÍ hevur fyrr í ár vunnið stórsigur móti ÍF. Ta ferðina var stórur munur á liðunum. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Óli Hansen legði miðskeiðis [...] seta ferð á og samanspæla við liðfelagarnar. Tá ið hetta eydnaðist, vóru álopini hjá NSÍ vandamikil. ÍF sýndi góðan hugburð, og í 1. hálvleiki, tá ið teir høvdu fríska lotið undan, vóru teir fleiri ferðir [...] taka sær av, men kortini var Óli púra leysur, tá ið hann mitt fyri málinum stýrdi bóltinum í málið. - Avrikið var ikki so polerað, men eg eri nøgdur við hugburðin og úrslitið. Onkra ferðina hava vit spælt
Tað er um tað mundið, at fólk av Eiði og har um leiðir verða forvand við oddadystir. EB/Streymur hevur fyrsta triðingin av kappingarárinum hildið seg frammi á oddasessinum, og mánadagin verður enn ein [...] ivasamt, um evnaríki Arnbjørn Hansen er tøkur. Eftir at hann seinasta sunnudag skeyt annað av málum hjá EB/Streymi móti HB noyddist hann av vøllinum við skaða í lærkrikanum, og hesin skaðin hevur enn hug at [...] er tað eitt stórt pluss, at Jákup Mikkelsen og Mikkjal Thomassen nú aftur eru tøkir eftir leikbann. - Vit fara so til Eiðis eftir øllum trimum stigunum. Sigurin í Klaksvík gav eitt stórt skump rætta vegin
Hóast Piotr Krakowski væl veit, at onnur og størri feløg als ikki hava hug at lata EB/Streym renna undan sær, so staðfestir hann, at teirra lið er væl brynja til langa kappingarárið, har tað enn resta [...] sum allir kappast um pláss millum teir fyrstu 11. So tað er ikki heilt rætt, tá sagt verður, at EB/Streymur er ov lítið til at hanga við allan vegin, heldur hann. Men hóast hetta, so viðgekk hann eisini [...] at seta hann sum verjuspælara framman fyri miðverjuna, fingu vit nógv betri fatur á mongu bóltunum. - Og so skal heldur ikki gloymast, at vit hóast alt skapa nakrar kontra-kjansir. Teir eru kanska ov fáir
sum stríðast um pláss í toppinum. Frástøðan frá EB/Streymi á fremsta plássi og aftur til NSÍ, sum er á 6. plássi, er nú seks stig. GÍ og HB halda tørn um EB/Streym, og eftir at tað ikki hevði eydnast teimum [...] av Mølini og út til Runavíkar, har EB/Streymur í 5. umfari tapti fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Ta ferðina vann NSÍ 2-0. Um NSÍ skal halda tørn, og um EB/Streymur ikki skal sleppa ov langt frá hinum [...] trýst á sær fyri at fáa fulla úrtøku: HB á Skála, har teir fyrr í vár spældu 1-1, GÍ á heimavølli móti ÍF, sum fyrr í vár varð sent inn um aftur Eiðið við 3-1 tapi, KÍ móti B68, sum klaksvíkingar fyri ikki
gerast góður styrkur. - Spælið er farið at líkjast, og vit fegnast um úrtøkuna, sum vit hava fingið tvær tær seinastu ferðirnar. Tað hevur verið ímóti teimum, sum eru undir okkum B68 og ÍF nú skulu vit vísa [...] eiga ungu menninir stóra uppgávu. Teir skulu spæla á Skála, har HB higartil ongantíð hevur vunnið. - Eg kenni hagtølini, og eg minnist 1-1 dystin fyrr í ár. Í Fuglafirði sóu vit, at Skála aftur er væl [...] sigur Krzystof Popczynski, HB venjarin, sum hevur allar uttan Jákup á Borg og Bárð Johannesen tøkar. - Jákup venur við okkum, men vit eru samdir um, at nú skal skaðin, sum leingi hevur plágað, fáast burtur
móti ÍF eru góð. Í 1980 vann ÍF 3-0 í Gøtu. Síðani hevur GÍ vunnið hvørja ferð, tá ið grannarnir hava vitjað. Í 5. umfari vunnu teir 3-1. - Vit fokusera upp á eina uppgávu í senn. Avrikið hjá ÍF týskvøldið [...] Nú hevur ÍF tapt í Runavík og móti Skála. Bæði GÍ og ÍF hava allar spælararnar tøkar hesa ferð. Símun Louis Jacobsen hjá GÍ er við aftur, eftir at hann var leikbannaður móti B68, og hjá ÍF er Dánial Pauli [...] staðfestir GÍ veteranurin Magni Jarnskor. - Eg var nøgdur við avrikið í 1. hálvleiki ímóti Skála, men vit fáa ikki mál, og eftir steðgin fanga teir okkum. Um ÍF vísir hugburðin frá 1. hálvleiki móti GÍ