Upptakt
Nógvir gøtumenn vóru eygnavitni í góðveðrinum týskvøldið, tá ið fuglfirðingar á heimavølli taptu 2-0 móti Skála. Tapið undirstrikaði, at tað er gerandisdagur aftur í Fuglafirði, eftir sigrarnar á Skála og B68. Nú hevur ÍF tapt í Runavík og móti Skála.
Bæði GÍ og ÍF hava allar spælararnar tøkar hesa ferð. Símun Louis Jacobsen hjá GÍ er við aftur, eftir at hann var leikbannaður móti B68, og hjá ÍF er Dánial Pauli Højgaard tøkur aftur, eftir at hann týskvøldið var lærskaddur.
GÍ hevur ikki tapt síðani í 4. umfari, tá ið teir á Eiði taptu 2-1. Hagtølini móti ÍF eru góð. Í 1980 vann ÍF 3-0 í Gøtu. Síðani hevur GÍ vunnið hvørja ferð, tá ið grannarnir hava vitjað. Í 5. umfari vunnu teir 3-1.
- Vit fokusera upp á eina uppgávu í senn. Avrikið hjá ÍF týskvøldið undirstrikaði, at vit skulu ikki undirmeta teir, staðfestir GÍ veteranurin Magni Jarnskor.
- Eg var nøgdur við avrikið í 1. hálvleiki ímóti Skála, men vit fáa ikki mál, og eftir steðgin fanga teir okkum. Um ÍF vísir hugburðin frá 1. hálvleiki móti GÍ, so eiga vit møguleikar, sjálvt um GÍ sjálvandi er stórfavorittur, sigur Petur Simonsen, venjari hjá ÍF.