Eg haldi, at tað eru skeiv signal at senda út, tá hugsað verður um, at politikarnir fyri kortum hava lovað teimum, sum búgva á smáplássum, at gera nakað munagott fyri at bøta um bústaðar og arbeiðsm [...] hansara eru farin av oynni at ganga í skúla. Onkur til Havnar og onkur annar uttanlands. Tí hevði verið gott at havt framkomnu tøknina at samstarva við »umheimin« við. Men sum umstøðurnar eru nú, so ber [...] tað verður úrslitið. Okkara framleiðsla má hava okkurt at siga fyri tjóðarframleiðsluna, heldur dímunarbóndin, sum eisini heldur, at tey eiga at fáa líkinda liviumstøður úti á smáplássunum. Tá Føroya Tele
skjótt, sum tað verður nevnt, at tað, sum tey siga, kanska skuldi verið sett á prent, ?klappa tey saman sum ein oystra ?. Tað er syrgiligt, tí tá tað kemur til at senda neyðhjálp til onnur lond, fyri at royna [...] farið undir at taka vatnið úr øllum áunum á staðnum. Tað kemur óivað at ávirka alt, sum hevur við fjørðin at gera, og um lands-mydugleikarnir gera av, at geva SEV tey endaligu loyvini til eisini at taka Vesturdalsá [...] byrgingarnar, sum SEV longu er í ferð við at byggja upp fyri hvørja einastu á við vestara arm av Funningsfirði, at tað er ræðuligt at síggja. Tey øtast við, at teir hava fingið loyvi til at gera tað, tí
gjørdi aftur eitt lop á skjúttaralistanum, og fyri KÍ var tað góður styrkur, at Helmar Lassen, sum plagar at vera í 2. deild, men sum hesa ferð var eykamaður í 1. deild, har hann ikki kom inn, hjálpti til í [...] teir spæla á útivølli móti B36 hvør skal siga, at tað fór ikki at gangast væl. Bæði liðini høvdu manning við lágum miðalaldri. Tað er einki at ivast í, at teir flestu á B36 liðnum høvdu verið í 1. deild [...] varð næstan mett sum eitt mistak, at teir fluttu niður úr 2. deild í fjør, og fyrsta málið hjá teimum í ár var at flyta uppaftur beinanvegin. Longu tíðliga á árinum tóktist hetta ganga sum fótur í hosu, og
eftir enn, sum ikki eru komnir har upp, og tað eru nógvar stjørnur ímillum. Henry vísir tó á, at tað hevur so ótrúliga nógv at siga, at hava einstakar úrmælingar ímillum. Hesar veit mann ikki at mann hevur [...] 80-árunum vóru strandingar komnir so langt, at teir sóu, at tað bar ikki til at fáa eitt gott 1. lið, um ikki ungdómsarbeiðið var grundin undir tí. Tað vil siga, at farast skuldi undir eina langtíðarætlan [...] verður um, at so sluppu foreldrini frá at koyra við børnunum hvønn dag. - Men tað vóru nógv sum vóru ímóti tí og hildu okkum vera býttar ella ørar. Tey hildu at tað var fullkomiliga óneyðugt at byrja málrættað
teir eru ikki so øgiligir, at tað bilar, siga teir tríggir, sum nú av álvara eru farnir at gleða seg til dystirnar. Hvussu leikur fer, ber av góðum grundum ikki til at siga nakað um, men tað er í øllum [...] seg til dystirnar, við at venja nógv og við at spæla nógvar venjingardystir. - Hetta er fyrstu ferð, at eg fyrireiki meg til Evropa Cup dyst, sum venjari. Eg havi fyrr verið vð sum spælari, men hetta er [...] úti á vøllinum, soleiðis at teir ikki sleppa at skjóta, siga teir allir tríggir, sum í ein munn. - Koma teir ov tætt upp á, so kann tað gera ógvuliga vandamikið. Vit eru væl fyri at dekka offensivt. Vit eru
vatndeyvir. Sjónvarpið, sum at kalla fór fallit av at koyra bankasakina fram sum eitt goysandi og spruttandi damplokomotiv, stýrt av einum óførum journalisti, sum brúkti hesa einu sak til at gera eitt skarvslop [...] pláss av til at referera fótbólt, í staðin fyri at vera eitt politisk tíðindablað. Dimma er sum vanligt mest fornermað og líka seinfør sum Sambandsflokkurin. Her eru at kalla eingir glottar at sjá. Bløðini [...] er tað sama sum meiriluta-diktatur Men eitt, sum kan spilla, er at taka so stórar avgerðir við lítlum ella ongum meiriluta. Eg vildi sagt, at atkvøðuprosentið, tá fólkaatkvøða verður, átti at verið væl yvir
sjúklingar, ið krevja bráfeingishjálp koma. ? Eg veit væl, at tað ofta er illveður í Føroyum, og onkur vil helst siga, at hetta forðar fyri, at sjúklingar við álvarsomun meini ella við akuttari medisinskari [...] eg nevnt sum dømi, at landssjúkrahúsið skal taka ímóti øllum bráfeingissjúklingum. Men møguleiki er eisini fyri at gera tað øvugta. Tað ber nevniliga væl til at gera vaktarskipanina soleiðis, at viðhvørt [...] Eisini ber til at flúgva læknar ímillum sjúkrahúsini í staðin fyri sjúklingar. Eliesar Olsen endar við at vísa á, at neyðugt er at broyta hugburð og gloyma gamlar fordómar, tá tosað verður um at rationalisera
vóru tað sum sagt rock-kritikararnir, ið høvdu ilt við at taka Queen til sín. Sum ein kritikari segði: Flott løg, góð riff. Men eg sigi sum David Bowie: Finst ongin Queen sangur, sum kann fáa meg at bresta [...] bresta út úr at gráta?? Sjálvur nevndi kritikarin kortini ?Love of My Life? og ?The Show Must Go On? sum kensluborin undantøk. Roger Taylor, trummuspælarin í Queen hevur hetta at siga um mangladi undirtøkuna [...] vísti seg, at jú meir rós onkur fekk av ummælarunum, tess størri var kjansurin fyri ongantíð at sláa ígjøgnum! Hjá teimum fýra limunum í Queen valdaði ongantíð nakar ivi. Teir ætlaðu sær at vera heimsins
royndunum, sum áður eru gjørdar, so fer neyvan at verða trupulleiki hesaferð at fáa uppskotið samtykt. Tí nú er tað landsstýrið sjálvt sum setir uppskotið fram, og eg gangi sjálvandi út frá at tað er við [...] tímalønt fingu somu rættindir sum fastlønt. Teir, sum vóru ímóti eru nú fyri? Tó, tað var ikki frítt fyri at onkur av samgonguumboðunum høvdu besta hugin til at taka undir við uppskotunum báðum, so tey vóru [...] gávumildni, at landsstýrið er komið við hesum uppskotið. Vit vita at orsøkin er ein heilt onnur, sum eisini skilst av viðmerkingunum, nevnliga tann at uppskotið er ein beinleiðis fylgja av tí sigri, sum Star
so at siga tann sama. Einasta veruliga broytingin var tann, at Hannis Wardum er komin at spæla á høgra bakki, har sum Elias Hansen, ið ikki longur er við, leikti í fjør. Byrjunaruppstillingin, sum venjarin [...] greitt, at slovakarnir ikki høvdu nakra ætlan um at loyva strandingum at koma nærri teimum. Teir settu ferðina eitt sindur upp, og tá ið so strandingar royndu at spæla eins skjótt, hevði tað við sær, at teir [...] galið. Tað var bara tað, at mótstøðuliðið hjá teimum var so sterkt, at tær ongan møguleika høvdu at skaka teir. Hinvegin kunnu strandingar bara fegnast um, at teir hava verið við til at givið einari rúgvu av