politiska pallinum hava eisini útvegað henni mótstøðumenn. Eitt nú hava mong ilt við at gloyma, at hon atkvøddi fyri innrásini í Irak, og so hava fólk heldur ikki gloymt tann serliga leiklut, sum hon fekk sum [...] eru ikki heilt nøgd við Hillary Clinton, og tað er eitt stórt tal, siga politiskir eygleiðarar. Eitt nú halda fleiri demokratiskir veljarar, at hon er ov frælslynt, og tað kann geva henni trupulleikar í [...] til, at Barrack Obama er tann einasti, sum fer at geva Hillary Clinton mótstøðu, tá demokratarnir skulu velja forsetavalevnið. Hann er svartur, og tí skal flokkurin selja ímillum at fáa eina kvinnu ella
eri eg eisini komin at kenna nógv fólk og havi fingið nógvar sera góðar vinir fyri lívið. Hetta er eitt einastandandi umhvørvi, ið eg fari at sakna ovurhonds nógv. Men nú má tað verða mín túrur at drekka [...] rin á kaiini hevur verið mítt lív seinastu 18 árini. Eg havi verið her, síðan eg var 10 ára gomul. Nú eri eg troytt av tí, og havi hug til at royna okkurt nýtt. Í fyrstu atløgu havi eg ikki nakrar stórvegis [...] menninar, ið trúfastir koma hvønn tann einasta morgun til kaffi. Ongin teirra nýtist at siga, hvat teir skulu hava - teir koma bara inn um hurðina og seta seg niður. Eg veit akkurát, hvat hvør einstakur vilja
í 60 árini og harvið dansifólkið. Tað koma so nógv fólk allastaðni úr Føroyum, at tað ikki bara er inntøkan, sum fær okkum at skipa fyri tiltakinum. Nú hava vit so gjørt av, at tiltakið Aftur í 60 árini [...] tiltak, sum var øðrvísi enn bara vanligur dansur. Skrá skuldi gerast, borð setast í høllina, ja, skulu hugna sær og føla seg væl, tað veri seg um tey dansaðu ella sótu við borðini og lurtaðu eftir 60-ára [...] ikki millum okkum longur. Trúgvu dansararnir eldast eisini, og tey, sum í 1988 vóru kanska fimti ár nú er sjeyti ár. Tí hevur Neistin gjørt av, at í 2007 verður tiltakið fyri tjúgundi og seinastu ferð.
tikið undir við mótmælinum. Arbeitt verður nú víðari við hesum endamálinum, og í morgin er so ætlanin at allar hesar undirskriftirnar úr Havn, Vági og Kambsdali skulu handast til mentamálaráðharran, Jógvan [...] at teirra egni flokkur skal niðurleggjast. Hetta ætlaðu tey ikki at lata sær lynda uttan stríð, og nú er fyrsta stigið á hesi leiðini tikið. Tað vóru tó ikki bert næmingar í Hoydølum, sum vóru úti í hesum [...] Kambsdali. Lærarar stuðla Um middagsleitið í gjár vóru tey stødd í SMS í Havn, har tað ikki stóð á at fáa fólk at skriva undir. Frammanundan høvdu tey verið á fýra skúlum í Havn í somu ørindum, og har var sera
verjast av foreldrum ella øðrum í teirra stað, eitt nú lokalum mynduleikum og teirra yvirskipaðu politisku stovnum. Tað ber tí ikki til hjá eitt nú eftirlitsmyndugleikunum at sita hendur í favn, meðan [...] vera avgerandi, er tað, ið er best fyri barnið. Tað mugu finnast myndugleikar, avvarandi og serkøn fólk, sum saman við viðkomandi barni duga at finna fram til ta avgerð, ið gagnar barninum mest. Í nógv [...] at menningartarnað, børn við serstøkum tørvi ella børn, ið hava mist annað ella bæði foreldrini skulu hava uppihald og alla neyðuga umsorgan her í teirra heimliga umhvørvi. Tað má tí skapast politiskt
Vit hoyra dag og dagliga um íløgukarmin, ið verður sprongdur og tosa fólk nú um at minka kommunala frælsið. Nú eru kommunalar íløgur sjáldan eftir einari beinari linju. Sum við landsíløgum, so koma tær [...] at ein slík kommuna skal stavnsbindast til at noyðast við lappaloysnir, tí at ábøturnar, um tær skulu gerast ordiligt, koma at spreinga íløgukarmin, óansæð hvat ár hesar ábøtur verða gjørdar. Í allar
samstundis sum yvirlæknin staðfestir: -Vit eru mangan í tí støðu, at vit vita ikki, hvat vit skulu gera við fólk. Tey hópa seg upp her á staðnum, og vit mugu royna at fáa tey út onkursvegna. Vit mugu royna [...] ella forðan«. Tað er at fegnast um, at slík evni verða tikin upp og viðgjørd á ráðstevnum. Serliga nú, og her á klettunum, tí júst her er støðan vánalig. Fyri ikki at siga ótolandi. Ígjør kom fram, at [...] neyðugu játtanirnar til økið á komandi fíggjarlóg. Umberingin, at vit hava ikki ráð, dugur ikki, tí júst nú kunnu vit staðfesta, at danska stjórnin lækkar blokkstuðulin 350 milliónir eftir ynski landsstýrisins
minkar, heldur enn virði á øðrum húsum í grannalagnum. Tað, sum býráðið nú skal gera er at siga við eigaran av bláa húsinum, at tey skulu vera sera vælkomin at búgva í Smærugøtu, og samstundis gera grannunum [...] sethús millum mong onnur. Einasti munurin millum hetta eina sethúsið og hini er, at her búgva nøkur fólk, sum eru menningartarnaði. Hetta hevur fingið nakrar grannar at kæra sína neyð til býráðið, tí tey [...] rætt og slætt um, at ávísir grannar ikki vilja hava at menningartarnaði búgva í grannalagnum. Eru vit nú komin so langt - ella stutt - at eitt grannalag skal spyrjast um ein nýggjur granni er nóg góður? Um
gloymt tað. Tí vit halda so nógv av tí lítla Jesusi. Tá ið klokkurnar kalla í kirkju á jólum, streyma fólk úr øllum ættum. Teimum dáma so væl hin lítla Jesus. Hann er so avhildin, har hann liggur í krubbuni [...] lætt um, um vit í heilatikið fáa hann við, hann setur eingilin tjúkka striku undir, bæði fyri at vit skulu leggja merkið til tað og ikki gloyma tað. Jesus er Harri. Frelsarin er komin fyri at gerast Harri [...] sum eigur tekstirnar inn undir jól, hevði skilt hvør Jesus var. Hann gjørdi tað, vit eiga at gera nú. Hann vísti burtur frá sær sjálvum og peikaði á Jesus. Hann vildi ikki at tað skuldi koma at snúgva
at ikki øll eru samd um, hvørt Føroyar skulu vera sjálvstøðugt land við egnari grundlóg. Tí er tað heldur ikki vist, at undirtøka fæst fyri leistinum, sum hann nú arbeiðir við. ? Tað eru fleiri mátar at [...] Jóan Pauli Joensen og Kári á Rógvi, hava verið og kunnað politiskar flokkar um málið. Alment kjak Øll fólk, sum hava 20 stillarar aftan fyri seg, kunnu stilla upp til grundlógarráðið. ? Endamálið við einum [...] at fáa eitt alment kjak um ávís grundleggjandi mál undir einum demokratiskum rættarsamfelagi ? eitt nú mannarættindi, rættartrygd og rættin til náttúrutilfeingið, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Hóast