Í gjár varð ein psykiatrisk ráðstevna sett í Norðurlandahúsinum. Evnið er »familjan - ein møguleiki ella forðan«. Tað er at fegnast um, at slík evni verða tikin upp og viðgjørd á ráðstevnum. Serliga nú, og her á klettunum, tí júst her er støðan vánalig. Fyri ikki at siga ótolandi.
Ígjør kom fram, at tað resta meiri enn 40 búplásss - kømur ella íbúðir - til sálarliga sjúk. Peningur varð settur av til at kanna støðuna og hvussu spurningurin kann loysast, hóast málið eigur at vera at koma ígongd sum skjótast at útvega sálarliga sjúkum bústaðir.
Harafturat kemur, at sálarliga sjúk kunnu ikki fáa ta neyðugu hjálpina og tann neyðuga stuðulin, tá tey verða skrivað út á Landssjúkrahúsinum. Sama dag sum ráðstevnan varð sett, hevði Dimma eina grein um, hvussu trupul støðan er hjá eini familju, sum varar av einum sálarliga sjúkum manni.
Í somu grein verður sagt, at psykiatriska deild á Landssjúkrahúsinum er eitt parkeringspláss, samstundis sum yvirlæknin staðfestir: -Vit eru mangan í tí støðu, at vit vita ikki, hvat vit skulu gera við fólk. Tey hópa seg upp her á staðnum, og vit mugu royna at fáa tey út onkursvegna. Vit mugu royna, um tað ikki gongur betri hesaferð«!
Umrødda støðan er ikki í einum til afturs komnum landi, men í Føroyum í tí Harrans ári 2001! Hetta er einki annað enn skomm. Stór skomm. Støðan vísir eina vantandi líkasælu og virðing fyri teimum sálarliga sjúku og familjum
teirra. Ein støða, sum er ikki er í samljóð við hugsjónina um vælferðarsamfelagið.
Støðan er ikki íkomin knappliga. Myndugleikarnir hava vitað, hvussu ring støðan er, men tað er harmiligt, at meiri ljós ikki er varpað á málið fyrr. Vónandi kann ráðstevnan, og tann økta tilvitanin um málið, gera sítt til, at løgting og landsstýrið seta neyðugu játtanirnar til økið á komandi fíggjarlóg. Umberingin, at vit hava ikki ráð, dugur ikki, tí júst nú kunnu vit staðfesta, at danska stjórnin lækkar blokkstuðulin 350 milliónir eftir ynski landsstýrisins!