II tikið við sum kongur í Belgia. Hann metti seg at hava tveir trupulleikar. Annar var, at Belgia var eitt so lítið land at vera kongur í. Hin var tann, at ein kongur hevði ikki tað stóra valdi í einum landi [...] tillutaðar. Menninir fingu álagt at savna inn ávísa kvotu av gummi. Henda kvotan var so høg, at hon kundi illa náast. Hetta gav ein serligan trupulleika við at noyða fólkini at arbeiða. Ein stórur partur [...] tann, at teir óttaðust fyri at verða skerdir í sínum trúboðaravirksemi, um teir løgdu seg út við teir ráðandi. Men tað vóru so eisini nakrir trúboðarar, sum metti tað at vera minst eins átroðkandi at verja
sjúkrahús átti at hava sítt stýri. Einki er at ivast í, at um tað bert var sjúkrahússtýri fyri Klaksvíkar sjúkrahús sum setti læknan, so var Olaf Halvorsen settur í starv. Fischer Heinesen helt tí, at sjálvt [...] skrivar um forna sigling og alt tað, sum teir gomlu brúktu fyri at finna leiðina fram eitt nú við at brúka skuggafjøl, sólarstein og til at duga at sigla eftir aldini. Til endast tekur Óli Olsen saman um lívið [...] millum. Fischer Heinesen fekk avrikað nógv og kom at verða undangongumaður á mongum økjum. At hann sum fullærdur sjómansskúlalærari gjørdi sítt til at stovna sjómansskúla í Klaksvík er náttúrligt. Hansara
Samtyktin slær fast, at sjálvstýrandi statir aleina hava rætt til at tryggja, at lógir har verða hildnar. Um nú slíkar lógir órógva ætlanirnar hjá Watson, so kunnu lógir verða lógir, sum eru til at bróta. Tá ið [...] dagin var at flyta so nógv av innbúgv, útgerð og manning sum til bar úr Farley og yvir á Hunter. Hetta komst lutvíst av tí, at Farley er eitt gamalt skip, ið næstan ikki er sjóført, lutvíst tí at skipið siglir [...] kann verða lagt á skipið, um tað leggur at í havn. Og so lutvíst fyri at rigga skipið til ásiglingarháttin, ið hann kallar »Operation Asshole«. Navnið kemur av, at ásiglingin berur fyrst við bakstevnið á
Tað sigst, at hann tá var so ússaligur, at hann bert orkaði at doypa tann fyrsta av fleiri. Tá mátti onkur annar taka yvir. Hann var tveir mánaðir á Finsen. Her fekk hann kortini at vita, at einki kundi [...] Sloan, at hann kundi freistast til at lesa meinaleysar tekniseriur, um hann rann seg fram tær! Congo var snarvegur til himmals Hann kom eina tíð at virka í eini sjómansmissión í Glasgow. Eftir at hava virkað [...] Harley College í London at fyrireika seg at gerast trúboðari. Hann kom at virka fyri Congo Balolo Mission, CBM, sum upprunaliga var grundað av David Livingstone. Danski rithøvundurin Peter Tygesen sigur
var fyrstu ferð, at hon hevði lisið eina føroyska bók uttan allatíðina at hugsa um, at hon nú las á føroyskum. Málið er bara ein miðil til at fortelja eina góða søgu, sigur Jógvan Isaksen um málið í sínum [...] tá tað kemur til at skriva krimi-søgur, fer tað ongantíð at gerast eitt rutinu-kent arbeiði. - Tað er altíð hart arbeiði at greiða eina slíka bók úr hondum. Tað er nógv strævnari enn at skriva fag-litteratur [...] dreym um at brúka hetta serstaka ættarbandið í einari av mínum krimi-søgum. Eg royni at skapa ein realistiskan karm og dramatiseri síðani søgugongdina við at fløkja mínar egnu forteljingar uppí. Í hesi søguni
hansara gravsteinur serliga brýtur av frá øllum hinum gravsteinunum, eru hesi orðini: Virkaði í Kongo 1901-1903. Tey eru nógv sum vita, at Dollin, sum hann varð kallaður, var fyrsti føroyingurin, sum gjørdist [...] Osmund Justinussen. Dollin var systkinabarn abba Jórun, Gunnar Danielsen, og hon helt, at her mátti okkurt vera at skriva um. Fekk frá henni hesa frásøgn hjá Andrew Sloan. Her var ein slóð, sum kallaðist [...] hjálp hevur verið danski rithøvundurin og Congoserfrøðingurin Peter Tygesen, sum hevur skrivað bókina ”Congo –formoder jeg.” Tað eru eisini nógvar føroyskur keldur. Tað er eydnast at fáa hendur á frágreiðingini
gamalt mál er at gera eitt renovasjónspláss í bygdini. Hugsað hevur verið um ymisk støð, og nú er farið undir at gera hetta norðanfyri byrgingina. Reinsiverkið varð sett til í summar, soleiðis at borgararnir [...] kommununi uttan iva í ein veruligan dagstovn. At enda má nevnast, at skúlin á Fossánesi í løtuni verður bæði umbygdur og útbygdur munandi. Hetta arbeiðið fer at kosta millum 6 og 7 mió krónur. [...] borgarstjórin. Fyri bygdaráðið er tað av stórum týdningi, at fólkið skal trívast her. Helst skuldi Hvannasunds kommuna eisini verðið eitt gott stað at búleikast í, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum. Eitt tað
er, at fólk halda, at tey altíð verða sædd av bilførarum. Ljósini á bilunum tykjast jú so sterk, tú kennir teg rætt og slætt umgyrdan av teimum. Tað er jú ein sannroynd, at tað ber til at lesa í bók í glæmuni [...] síggjast væl. - Lær tey at ganga kvikliga tvørtur um vegin heldur enn at renna. Og vetrarmyrkrið ger tað eisini alneyðugt, at børnini hava ljós klæði og endurskin á klæðunum. Vit eiga at kenna eina serliga [...] førum er tað alneyðugt at vit – tey vaksnu – ansa eftir teimum yngru. Sum foreldur kunnu vit leiðbeina teimum millum annað við at fylgja hesum ráðum: - Er gongubreyt, lær børnini at ganga har og ikki á vegnum
Thomas-kirkjuna í Leipzig. Hesi fororðini venda sær til allar tónleikaelskarar. ?Eins stórt ynski eg havi til at lova tónleikinum, eins fátækur og veikur er lovsongurin noyddur at verða. Tí hvør kann fata [...] Fyrr í mánaðinum gav David Johannesen, sóknarprestur í Miðvági út bók við greinum og ritgerðum hjá Martini Luther. ? Eg havt áhuga fyri Lutheri heilt frá lestrarárunum. ?Eg vil fegin av øllum alvi og hjarta [...] guddómliga og dýrabara gáva hann er. Eg eri so bergtikin av stórleikanum og virðinum av góðum eginleikum, at eg finni hvørki byrjan ella enda á mínum lovsongi?. Soleiðis skrivaði Luther í 1538 sum fororð til
fyri frálíku kynstur síni at siga frá søgum við sangum og løgum. Undan pallborðsorðaskiftinum fer Oddvør Johansen at lesa stuttsøguna ?Smakkdómararnir?, sum stendur í nýggjastu bók hennara, ?Úr køksvindeyganum [...] Næs. Eisini fer Carl Jóhan Jensen at lesa nýskjaldur úr nýggjastu útgávuni av skaldskaparritinum Vencili. At enda fer Hans Andrias Sølvará, rithøvundur og søgufrøðingur, at siga nakað um leiklutin hjá rithøvundum [...] eru evni á stórum tiltaki, sum verður í auluni í Kommunuskúlanum leygardagin kl. 16 Umframt at viðgera hesi evni við upplestri, pallborðsorðaskifti og framløgum, bjóðar skráin eisini tónleik við Búa Dam