Daniel J. Danielsen og avhøgdu hendurnar

Í seinasta parti greiddu vit fyrst og fremst frá virkseminum hjá Daniel J. Danielsen, Dollan kallaður, í Føroyum. Í hesum og komandi parti verður greitt frá hansara virksemi í Congo. Hetta er alt nýtt tilfar, sum lýsir leiklutin hjá føroyingi úti í heimi fyri meira enn 100 árum síðani. Fyrst verður tó greitt eitt sindur frá søguni

hjá Congo

2. partur

 

Søgan hjá Kongo fram til Dánjal J. Danielsen

Fyri at kunna skilja leiklutin hjá Dánjal J. Danielsen til fulnar kann tað vera av áhuga at greiða gongdini í Congo undan og í teirri tíðina, tá ið hann var har. Tað er ikki fyrr enn seinnu árini, at tað er alment kent um belgiska ræðustýrið í Congo. I fjør var ein sending um hetta evnið í sjónvarpinum og á norskum er komin bókin ”Kong Leopolds Arv”. Men tess ræðuligari henda søgan verður lýst, tess størri virðing má havast fyri teimum, sum gjørdu sítt fyri at koma hesum skili til lívs, og her var Daniel so ein teirra.

Tað, sum kann skrivast í hesi greinarøð, er bert ein lítil viðfáningur av tí nógva tilfari, sum er um hetta mál. Tey, sum hava hug at vita meira, kunna lesa seg til tað millum annað í umrøddu bók.

Tey munnu ikki vera so nógv á okkara leiðum, sum vita stórvegis um søguna hjá Congo. Men øll hava hoyrt um enska trúboðaran David Livingstone, sum var horv­­in í Afrika, og sum enski/amerikanski blaðmaðurin Henry Morton Stanley fór at leita eftir.

Tað var í 1871, sama ár, sum Daniel var føddur, at teir báðir hittust í Congo, og Stanley segði tey kendu orðini:

"Dr. Livingstone, I presume?" (Doktor Livingstone meti eg?)

Í 1865 hevði Leopold II tikið við sum kongur í Belgia. Hann metti seg at hava tveir trupulleikar. Annar var, at Belgia var eitt so lítið land at vera kongur í. Hin var tann, at ein kongur hevði ikki tað stóra valdi í einum landi sum Belgia, har kongurin ikki hevði størri leiklut enn til dømis danska drotningin. Loysnin var at fáa sær eitt stórt hjáland, har Leopold kundi ráða einsamallur. Nógvir møguleikar vórðu kannaðir ymsa staðni í heimi, sum einki veruligt spurdist burtur úr í fyrsta umfari.

Men við ferðini hjá Stanley fekk Leopold eyguni á tað stóra Afrika, so her mundi vera ein møguleiki.

Síðan legði hann ráð saman við Stanley, sum gjørdi fleiri kanningarferðir í Congo við tí endamáli at leggja grundarlagið fyri tí komandi belgiska valdinum.

Her mátti farast fram við snild­um bæði í Congo og mótvegis umheiminum. Í so máta var Leopold ein meistari. Stanley ferðaðist umkring í landinum, har hann lokkaði og hótti teir lokalu kongarnar og høvdingarnar at gera avtalur um at lata valdið til Leopold. Teir fingu stórt sæð einki afturfyri. Teir vistu nóg illa, hvat tað var, teir skrivaðu undir. Sáttmálarnir vóru skrivaðir á fronskum, sum teir ikki skiltu.

 

Hjálptir av norrønum sjómonnum

Hetta verður millum annað eis­ini gjørt við hjálp av donskum og annars skandinaviskum sjómonnum.

Tað vóru ringar tíðir í Skandi­navia um hesa tíðina, eisini hjá sjófólki. Í Congo vóru góðir møguleikar at fáa starv, og teir fingu enntá frítíð við løn. Hetta merkti at túsundir av sjómonnum í Norðanlondum leitaðu sær hagar, har teir komu at manna ein stóran part av skipunum sum sigldu á Congoánni. Sagt verður, at hetta var fortreytin fyri, at Leopold fekk lagt Congo undir seg. Lívið í Congo var tó vandamikið. Triðingurin av sjómonnunum doyðu, og ein annar triðingur kom heim aftur við sjúkum sum malaria.

 

Snildini hjá Leopold

Tá nóg nógvir sáttmálar vóru komnir í hús var eftir at fáa eina altjóða viðurkenning av valdinum hjá Leopold. Her var fyrst farið í holt við USA. Og føgur vóru lyftini. Hjá Leopold snúði tað bert um at gagna fólkinum í Congo. Her skuldi vera fríhandil. Trælahandilin, sum hevði sent so nógv fólk av landinum, skuldi steðgast. Her var ikki talan um annað enn góðgerð ella filantropi.

Tá ið USA er komið uppá pláss, er eftir at fáa europeisku londini við eisini.

Í 1884 verður Berlinkongressen sett við luttøku av 14 europeisk­um londum um býtið av Afrika. Danmark er eitt av hesum londum.

Í 1885 semjast londin um, hvussu vestari partur av Mið­afrika skal býtast millum europeisku londini.

Belgiski kongurin Leopold II fær Congo sum sína persónliga ogn, sum hann kann stýra, sum honum lystir. Víst var treytin fríhandil, avtøka av trælahandli og trúarligt tollyndi, men hetta var mest á pappírinum. Nú kundi Leopold gera sum hann vildi. Hann sat heima í Brussels og tók avgerðir, men setti ongantíð sín fót á land í Congo.

Henda samtyktin í Berlin gjørd­­ist grundarlagið fyri ein­um ræðslustýri av teimum ring­a­stu, sum kostaði milliónir av íbúgvarunum lívið.

Í 1887 varð ásett, at øll jørð, sum eingin eigari var til, skuldi tilfalla statin, sum tískil tók sær óavmarkaðan ræðisrætt til meginpartin av jørðini. Hon varð framman undan roknað at vera felagsogn hjá øllum fólkinum og nýtt samsvandi.

Tað, sum ráddi um nú var at fáa so nógvan vinning burturúr Congo sum gjørligt. Tað fyrsta tilfeingið her var fílatenn, sum nógv var til av í landinum. Hesi vóru eisini virðismikil í Europa. Hesar tenn vórðu brúktar til mong endamál heilt frá klavertangentar til handilstenn. Uppkeyparar vórðu sendir kring landið, og tenninar vóru keyptar fyri lítið og lætt, um tær ikki vóru rændar av uppkeyparunum.

 

Gummiterror

Í 1891 byrjar prísurin á gummi at fara upp, tí eftirspurningurin er so stórur nú. Gummi kann nýtast til nógv endamál. Her er nóg mikið at nevna bildekk. Í Congo eru hópur av gummitrøum. Hetta verður tann heilt stóra forrætningin. Samstundis verður henda vinnan byrjanin til ein enn grovari yvirgang móti fólkinum.

Tað gekk ikki væl fíggjarliga at byrja við hjá Leopold í Congo, so hann gjørdi av at einskilja virksemið. Nakrar fyritøkur, har kongurin var stórur partaeigari, fingu fríar hendur at fáa mest møguligan fíggjarligan ágóða av tí parti av landinum, sum tær fingu tillutaðar.

Menninir fingu álagt at savna inn ávísa kvotu av gummi. Henda kvotan var so høg, at hon kundi illa náast.

Hetta gav ein serligan trupul­leika við at noyða fólkini at arb­eiða. Ein stórur partur av arb­eiðinum var í veruleikanum trælahald. Stórur tørvur var eisini fyri arbeiðsmegi at bera vørur av ymiskum slag. Her vóru berararnir snøgt sagt leinkjaðir saman, so teir ikki sluppu at rýma.

Hetta bar ikki til, tá ið talan var um tapping av gummi. Her skuldi hvør einstakur fara frá træ til træ og seta hol á fyri at fáa sevjuna at renna. Byrjað varð niðast í trænum, og so hvørt tað tømdist mátti klintrast longur og longur upp. So hvørt trøini tømdust fyri gummi mátti farast longur og longur inn í skógin.

Tá bar ikki til at binda fólk. Í staðin vórðu teirra konur hildnar gíðslar, inntil menninir komu aftur við ynsktu nøgdini av gummi. Kundi nøgdin ikki náast kundi hetta enda við torturi, neyðtøku og eisini deyða. Annars vóru konurnar ofta deyðar í hungri undir gíðslatøkuni, tá ið maður kom heim aftur úr skóginum eftir at hava leitað eftir gummi kanska í vikur og mánaðir.

Tað var so mikið ”framkomið”, at myndugleikarnir enntá høvdu skrivað eina leiðbeing fyri slíka gíðslatøku, sum tískil gjørdist almennur politikkur.

 

Umheimurin varnast

Tað var rættiliga skjótt eftir samtyktina í 1885, at umheimurin byrjar at varnast, hvat ið gongur fyri seg í Congo, og hetta mál verður eisini reist í bretska parlamentinum í 1903.

Í 1900 byrjar fólkið ymsastaðni í Congo at gera uppreistur ímóti harðræðinum, men hetta verður køvt við harðari hond, og nógv fólk verða myrd.

Leopold hevði ein stóran her, Force Publique, sum skuldi eitast at halda lóg og landaskil. Hann taldi upp til 20.000 mans. Hetta vóru lokalir svartir handlangarar undir leiðslu av europearum, fyrst og fremst belgiarum.

Tað vóru teir hvítu, sum skipaðu fyri, meðan teir svørtu gjørdu tað skitna arbeiðið. Úrslitið gjørdist hópdráp og lamløsting, sum kann sammetast við holocaust.

 

Hendur fyri patrónir

Hvussu ræðuligt tað var, kann lýsast við hesi skipan: Ásett varð, at tað skuldi ikki nýtast fleiri patrónir, enn tað sum svaraði til talið av dripnum fólki. Hetta var fyri at halda útreiðslurnar til lóður niðri, men tað skuldi eisini forðast fyri, at hermenninir skuldu leggja patrónir inn undir seg, sum so seinni kundu nýtast ímóti belgiska yvirræðinum. Tí fingu hermenninir boð um, at eftir loknan ”arbeiðsdag” skuldu teir koma heim við so stórum tali av høgrahondum av fólki, sum teir høvdu brúkt patrónir. Tá kundu teir fáa eitt tilsvarandi tal av patrónum útflýggjaðar aftur. Um teir av eini ella aðrari orsøk ikki kláraðu tað av dripnum ofrum, so kvettu teir bara hendurnar av livandi fólki, ofta børnum, fyri at fáa ”roknskapin” at stemma. Tí eru nógvar myndir frá teirri tíðini av fólki, har høgra hondin er burtur.

Vegna hitan og tann langa teinin var vandi fyri, at avhøgdu hendurnar fóru fyri einki. Tí vóru hendurnar royktar (sum fiskur ella kjøt), so tær vóru í góðum standi, tá ið tær skuldi býtast um við patrónirnar. Avhøgdar hendur vóru eisini hongar upp í trøunum til ”skræk og advarsel”.

Nú koma meira ítøkiligar søgur um ræðuleikarnar frá trúboðarum í Congo fram í Europa, men hesar frásagnir verða trættar til lygn av Leopold og hansara monnum.

 

Kongur fekk sær elskarinnu

Leopold fekk sær annars eina 16 ára gamla skøkju sum elskarinnu, tá ið hann var 65 ára gamal. Hetta gjørdi meira fyri at minka um hansara umdømi heima í Belgia enn øll morðini í Congo, sum hann hevði á samvitskuni. Leopold fekk tveir synir við hesi kvinnu. Seinni sonurin varð føddur við vanskaptari hond. Ein keiputekning vísti Leopold við nýfødda soninum í ørmunum umgivin av Congolesiskum líkum við avhøgdum hondum. Yvirskriftin var: Hevndin úr erva.

 

Við Dollan í Kongo

Hetta vóru umstøðurnar júst í teimum støðum, har Daniel J Danielsen virkaði í Congo.

Í 1903 hendir tað, at bretska stjórnin heitir á sín konsul í Congo, Roger Casement, um gera eina almenna kanning av viðurskiftunum í landinum. Hen­da kanning endaði við eini frá­greiðing, sum varð latin bretskum myndugleikum fyrst í 1904. Tískil er Casement ein lyklapersónur í hesi frásøgn. Hetta er eisini søgan um luttøkuna hjá Daniel J. Danielsen í hesi kanning.

Keldan til frásøgnina er fyrst og fremst frágreiðingin og dagbókin hjá Roger Casement frá 1903. Hesi skjøl eru givin út í Írlandi í 2003 í bók sum kallast “They Eyes of Another Race.”

Teir, sum skipaðu fyri hesi út­­gávu, vóru Séamas Ó Síochain og Michael Ó Sullivan frá lær­­da háskúlanum í Dublin. Sullivan doyði áðrenn bókin kom út. Í bókini eru eisini aðrar frá­greið­ingar, sum saman við notum og tilvísingum fylla 350 síður.

Á 13 síðum er Daniel beinleið­is nevndur, men hann hevur verið við til ein stóran part av innihaldinum av bókini, og tí­­skil meginpartin av hesi rann­sóknarferð.

Høvundarnir hava eisini gjørt viðmerkingar til tekstin, sum ger hann nógv lættari at skilja. Vit hava verið í sambandi við Séamas, og hann hevur eisini latið okkum fáa tað, sum hann fekk burtur úr skjalasavninum hjá Congo Balolo Mission, sum Daniel virkaði fyri, tá ið Séamas fyrireikaði hesa útgávu.

Vit taka stórt sæð alt við, sum er skrivað um Dollan í hesi frá­­greiðing, og tað er ikki so lítið. Tað sæst, at hann hevur verið eitt sterkt menniskja, sum eisini hevur havt sínar veikleikar.

Men tað týdningarmesta er tó, at hann hevur verið við í einum søguligum virksemi, har tað ráddi um at fáa steðga ágangi móti medmenniskjum.

Roger Casement skapti søgu, og menn sum Daniel vóru ein fyritreyt fyri, at hetta kundi gerast.

 

Trúboðarar sum ikki lótust um vón

Tað vóru nógvir trúboðarar í Congo hesa tíðina. Ein stórur part­ur av teimum lótust ikki um vón, hóast alt sum teir sóu. Orsøkin fyri hesum kundi vera tann, at teir óttaðust fyri at verða skerdir í sínum trúboðaravirksemi, um teir løgdu seg út við teir ráðandi.

Men tað vóru so eisini nakrir trúboðarar, sum metti tað at vera minst eins átroðkandi at verja fólkið móti yvirgangi frá myndugleikum. Hesir eru eisini komnir í søguna sum teir, ið høvdu ein avgerandi leiklut at steðga hesum ágangi.

Casement metti sum frá leið, at tað var av týdningi, at hann kundi ferðast í landinum óheftur av almennum eftirliti. Tí bar ikki til at ferðast við skipum, sum myndugleikarnir høvdu ræði á ella eftirlit við. Tað hevði eisini verið sera tvørligt, tí hesi skip sigldu ofta eftir eini fastari ferðaætlan, sum neyvan hevði hóskað til eina kanning sum hesa.

Tískil var tað American Bap­­tist Missionary Union, ABMU, sum lænti teirra skip Hen­ry Reed til endamálið. Hetta var eitt av teimum smærru skipunum á Congoánni. Congo Balolo Mission lótu skiparan og maskin­meistaran, og hetta var Daniel. Sum tað skilst hevur Casement viljað havt Daniel við, so hann mann hava havt gott orð á sær. Hvørgin missiónin vildi hava pening fyri sína medvirkan.

Ein stórur partur av virkinum varð at ferðast fra missiónsstøð til aðra, og her lá tað eisini best fyri at vitja ensktalandi trú­­boðarar. Tað vóru fýra missións­felagskapir sum vóru til nyttu. Umframt teir nevndu vóru tað British Baptist Missionary Society, stuttnevnt, BMS, og the American Diciples of Christ.

Tað vóru eisini aðrir einstakir trúboðarar sum hjálptu.

 

Kanningin byrjar

Sjálv kanningarferðin byrjar 5. juni. Fyrst verður ferðast yvir land. Sjálv ferðin við skipi byrj­ar við einum sum kallast P Brugmann, men hetta var við loyvi av statinum, sum Casement skjótt vildi vera óheftur av.

Tað verður tí ikki rættiliga byrjað við at sigla bygd úr bygd, fyrr enn Casement fær bátin Henry Reed til taks.

Fyrst var ein innføddur ætlaður at gerast meistari. Hann var eisini við stutta tíð, men gjørdist sjúkur.

Tá er tað, at Daniel verður biðin og hann fer umborð tann 17. juli. Hann er tískil við meginpartin av sjálvari siglingini fram til 15. september.

Samlaða manningin á slíkum skipum var upp til 25. Av hes­­um kundu tað vera tveir europ­earar. Ein stórur partur av manningini hevði til uppgávu at høgga við í skógunum til brenni fyri maskinuna. Skipini hjá tí almenna høvdu depotir fram við ánni. Casement kundi ikki fáa við frá hesum depotum. Tí var mannagongdin tann, at meðan steðgað var á, fór hendan manning í land at høgga við.

 

Brot úr dagbókini

Casement hevur skrivað dagbók fyri hvønn dag í árinum 1903. Hon er skrivað í ein prentaðan álmanakka, har tað ikki var pláss fyri at skriva so nógv. Dagbókin var soleiðis býtt upp, at hvør dagur hevði eina hálva síðu, meðan leygardagar høvdu eina heila síðu. Tí er dagbókin stuttorðað. Men tað hjálpir, at tað eru skrivaðar drúgvar notur og frágreiðingar, sum ger tað munandi lættari at skilja.

Men tað er greitt, at Casement øtast um tað, hann sær á hesi kanningarferðini. Tað hann skrivar i dagbókini verður meira útdýpað í sjálvari frágreiðingini.

Her skulu verða endurgivin nøkur brot úr dagbókini frá teirri tíðini Casement og Daniel eru saman. Tískil hava teir upplivað tað sama. Tað er eingin ivi um, at teir hava havt nógv samskifti sín ámillum.

Brotini úr dagbókini eru hesi:

 

25. juli

Komu til fleiri bygdir. Hugdu bert at teimum nærmastu bygdunum. Fólkatalið øgiliga nógv minkað. Bert 93 fólk eftir av nógvum hundrað.

 

26. juli

Neyðars illa støddu menniskju…frá jørð er tú komin, til jørð skal tú vera, hvar er góða hjarta og samkenslandi hugburðurin, bæði eru burtur.

 

6. august

Tók nógv notatir frá teimum inn­føddu…Tey blíva illa húðflongd fyri at koma ov seint við gummikurvunum.

 

13. august

Ein innføddur kom at siga, at fimm menniskju vóru á veg frá Bikoru økinum við avskornum hondum at vísa mær tær.

 

22. august

Púra deytt í Bolongo. Eg minnist heilt væl, tá eg var her í 1887. Tá var fult av fólki. Nú eru bert 14 vaksin eftir. Fólkið er týðuliga kúgað, klaga beiskliga um gummi­skattin. Sigldu um hálvgum sjey framvið einum oyddum Bokuta øki. Mouzede sigur, at øll fólkini eru tvingsilsflutt. Neyðars sálir.

 

29. august

Bondandanga (hetta var økið, har DJD virkaði.) Sóu gummi­mark­naðin, ikki annað enn byrsur, 20 vápnaðir menn. 242 mans við gummi allir eftiransaðir sum revsifangar. At kalla hetta ”handil” er størsta lygn.

 

30. august

16 menn, kvinnur og børn bundin. Eru frá eini bygd Mboye, beint við býin. Vanæruligt. Menninir verða settir í fongsul, men eg fái børnini latin leys. Ein vanærulig skammilig skipan.

 

31. august

Varð skipað fyri dansi til heiðurs fyri meg. Allir lokalu høvdingarnir við teirra konum høvdu fingið boð um at koma. Neyðars sálir. Eg havi ilt av teimum, at tey skulu noyðast við til hetta.

 

2. september

Sá 16 kvinnur verða handtiknar og koyrdar í fongsul. Fleiri vóru tikin seinni um dagin.

 

9. september

Sigldu kl. 11 aftur framvið Bolongo. Hesi neyðars menniskju komu út við eini kano og bønaðu um hjálp.

Daniel var ein álitismaður, men kláraði ikki altíð at stýra sinninum

Daniel var ein dygdarmaður. Tað var ikki bert at siga tað at sigla á eini slíkari á. Her var stórur vandi fyri seg sigla seg á sandriv, eins og tað kundi vera so nógvur mjørki, at einki sást. Men hetta segðist Daniel at klára heilt væl, sum tað eisini verður tikið til í dagbókini 28. august, har Casement skrivar: ”Dýpið er 1½ favnur. Hava fleiri ferðir borið við sandriv. Máttu steðga tvær ferðir vegna mjørka. Men Danielsen fekk alt hetta at ganga kortini.”

Men vansin við Daniel var tó, at hann var so ógvuliga illsintur, og hetta var eisini fleiri ferðir nevnt í dagbókini. Hann var ein harður skipari. Hetta var ikki minst galdandi í samband við nevndu viðahøgging.

Ein frásøgn er frá 25. juli, tá ein drongur Nimpowka hevði fingið undir vangan, og longu 28. juli er aftur galið, tá ið tað er stríð millum Danielson, sum hann verður nevndur, og nakrar av manningini.

Ein hending er farin fram 15. august, har úrslitið var, at ein træhøggari hevði mist sína øks og jungluknívar orsakað av einum illsinnisriði hjá Daniel.

Annars verður greitt frá í eini notu, at kæra hevði verið send høvuðsstøðini hjá Balolo miss­iónini í 1902 um Daniel og tveir aðrar trúboðarar Ellery og Armstrong, at teir høvdu verið harðligir móti innføddum, men hesar kærur vóru seinni tiknar aftur.

Men hetta sigur tó nakað um, at viðurskiftini við sam­starvs­fólkini ikki vóru av teimum bestu.

Tað var eisini soleið­is, at vanliga fatanin hjá teim­um hvítu, kanska eisini hjá trú­boðar­um var, at teir innføddu ikki fing­­ust at arbeiða uttan so, at teir høvdu eina harða hond yvir seg.

Tann 15. september verður Daniel settur í land sjúkur, tá ið nærum er komið til endan av ferðini, sum er 20. september. Hann má hava verið rættiliga sjúkur, tá ið hann ikki kann taka allan teinin. Tað er neyðugt at fáa ein nýggjan skipara, og hesin kallast Captain Shaw.

Tann 15. oktober ger Casement upp virðið á teimum tænastum, sum hann hevur fingið frá missi­ónini. Upprunaliga ætlanin hevði verið at leigugjaldið fyri skipið skuldu vera £ 45 um mánaðin, men tá saman um kom vildi miss­iónin ikki hava pening. Kort­ini mælir Casement til at geva £ 25 fyri lán av skipinum og £ 20 fyri luttøkuna hjá Daniel. Tá hugt verður eftir lutfall millum skip og mann, kann vist sigast, at Daniel hevur verið høgt virðismettur.

 

Daniel til Bretlands og hittir uttanríkisráðharran

Tann 20. september fer Daniel heim til Bretlands við skipinum Phillippeville, ein ferð sum tók um tríggjar vikur. Tískil er hann komin fram til Bretlands um 10. oktober.

Tað vóru annars trý skip, sum sigldu regluliga rutu millum Belgia og Congo.

Við í hesum farti er eisini brøv­ini, Casement hevur skrivað til bretska uttanríkisráðið. Sagt verður í føroyskum keld­­um, at Daniel hevur hitt uttan­ríkis­ráð­harran Lansdowne og hevur greitt honum frá støðuni í Congo. Tað finst eingin váttan fyri hesum, men í so fall er hetta helst hent beinanvegin, hann er komin til Bretlands, áðrenn Casement kom fyrst í desember. Hann kann eisini hava havt boð við sær frá Casement.

Nú er so Daniel komin til Bretlands í farloyvi, og grund­gevingin er, at hann er sjúkur.

Tá ið hann kemur heim greiðir hann missiónini frá tí, hann hevur upplivað. Men har verður avgjørt einki at gera við hetta fyrr enn Casement kemur heim við síni rapport. Hann kom annars heim fyrst í desember og hansara frá­greiðing kom fram fyrst í 1904.

 

Óynsktur í Congo

Trúboðarafelagin Armstrong tykist at hava lagt ringt orð fyri Daniel við at siga, at hansara ógvusligu útsagnir ofta ikki eru eftirfarandi, og hann mælir frá at senda hann aftur til Congo. Hetta kann væl hava samband við teirri tvístøðu, sum hevur verið millum trúboðarar, hvørt teir skuldi siga sum minst um ágangin móti fólkinum.

Um pástandin, at Daniel ikki hevur verið eftirfarandi kann sigast, at í tí, sum er greitt frá í Føroyum um hann, og sum má vera komið frá honum sjálvum, er einki sum stríðir ímóti tí, sum kann skjalprógvast.

Tað eru mótstríðandi frá­greið­ingar og tilmæli, sum missóns­felagskapurin hevur at taka støðu til um, hvat skal henda Daniel, so avgerðin verður útsett.

Seinni koma hóttanir frá Wal­baum, týskur maskinmeistari hjá Balolo Missónini og einum trúboðara, sum kallast Steel, at teir stinga í sekkin, um Daniel kemur aftur. Tí er best at biðja hann um at siga upp, verður sagt.

Málið dregur út og eingin av­­gerð verður tikin. Í mai 1904 er Daniel giftur, og hann er ótolin eftir at fáa svar.

Tað er ósemja bæði í missión­ini í Englandi, og millum maskin­meistararnar í Congo um, hvat skal henda. Men tá koma tey boð frá myndugleikunum, sum avgera spurningin. Daniel er ”persona non grata” í Congo, tað vil siga óynsktur av myndugleikunum har, og hetta merkir, at kann ikki kann fara aftur til Congo.

At hann er óynsktur í Congo er lætt at skilja. Hann veit snøgt sagt ov nógv um skilið har. Aðrir trúboðarar hava verið í sama stað, og hava bert havt vitan frá sínum egna øki, og tá hevur verið lættari at avnokta teirra útsagnir. Daniel hevur verið víða um og hevur sæð, at hesir ræðuleikar mugu so ella so vera fyriskipaðir og góðkendir av hægri myndug­leikum. Opinskáraður hevur hann eisini verið. Tí hevur tað verið frægast at halda honum burtur. Betri eftirmæli kann hann ikki hava fingið.

Ummælið av honum er annars, at hann er samvitskufullur arb­eiðari, fyrsta floks mekanikari, erligur kristin, men at hann hevur trupulleikar við sinnalagnum.

Daniel fær so í boði av missión­ini, at hon vil senda hann til Føroyar at virka. Tað er ikki greitt, hvussu nógv teir gjalda, men teir gjalda í hvussu er ferðaseðilin og helst meira enn tað. Hann tykist ikki at hava mangla pening. Í minningarorðunum í Naade og Sandhed verður sagt, at hann var í nærum hvørji bygd í Føroyum og helt møti. Hann leig­aði høli og rindaði úr egnum lumma. Eisini verður sagt í somu minn­ingarorðum, at Daniel spýtti væl í kassan hjá blaðnum. Hann hevur eftir øllum at døma havt eitt dygt fíggjarligt grundarlag, og hetta kann vera fíggjað av Balolu miss­iónini. Sigast kann helst, at Congomissiónin hevur virkað í Føroyum.

Ætlanin er at kanna hetta meira. Men skjalasavnið, har tilfarið frá Congo Balolo missión finst, hevur ikki tilfarið tøkt beint nú, so hetta má bíða.

Hann byrjar so sítt virksemi í Føroyum í 1904, sum tað longu er greitt frá.

 

Ummælið: Gjørdi sítt arbeiði til fulnar

 

Seamas O Siochain sigur í síni meting um Daniel:

”Danielson gjørdi sítt arbeiði til fulnar. Nakrar ferðir í dag­bók­ini er Casement kritiskur mót­vegis Danielson viðvíkjandi ítøki­ligum tilburðum, men hetta hevur á ongan hátt verið oyði­leggjandi fyri hansara leiklut í høvuðsverkinum. Tað er heilt klárt fyri meg, tá ið eg útgreini hesa sigling, hvussu stórt álit var á trúboðarabólkarnar. Danielsen var ein partur av teimum.”

Sigast kann, at Daniel hevur verið nógv hvønn vegin. Sum tað er greitt frá aðrastaðni kundi hann vera skemtingarsamur, men so kundi hann fara heilt yvir í hina grøvinina. Hetta váttar sum so bert, at hann hevur verið eitt menniskja við dygdum og lítum sum øll onnur.

 

 

 

 

Komandi partur

Í komandi parti verður greitt meira frá ítøkiligum hendingum, sum Daniel var ein partur av. Eisini verður greitt frá heilt óvæntaðu lagnuni hjá Casement og um Edmund Morel, sum eisini var ein sameindur í stríðnum fyri at bøta um umrøddu viðurskifti hjá teimum innføddu