sóu vit aftur, hvussu stutt vit eru komin, tá tað snýr seg um ferðavinnu. Her í blaðnum greiddu vit ein dagin frá, at svenskir stuttleikafiskarar vóru komnir higar við fleiri bátum. Endamálið hjá teimum [...] fiskieydnuna á føroyskum firðum, sundum ella havleiðum. Men teir rendu seg inn í »betongbyrokratiið«, sum fleiri ferðir er umrøtt áhesum plássi áður, og dagin eftir lósu vit aftur í Sosialinum, at teir sluppu [...] myndugleikar ella fólk í ferðavinnuni hava beinanvegin verið beinasom og greitt henda trupulleikan, sum ofta er gjørdur av gáloysni, uttan at hetta eru vorðin stórtíðindi. Svenska dømið kundi sjálvandi verið
burtur úr móti NSÍ-liðnum, sum er við í ovaru hálvu av deildini. Heimaliðið legði seg tó fram um tíðliga í dystinum. Eftir fimm minuttir var NSÍ-verjan í gávuhýri og Bogi Gregersen, sum var spældur leysur av [...] bóltin í handara málhorn. Eftir hálvleikssteðgin skoraði NSÍ beinanveg. Aftur var tað Bergur Hansen, sum var upp á spæl, og aftur hesaferð fekk hann gott skot á eftir hornasparksstøðu, og bólturin sat undir [...] til baklinjuna og legði innfyri. Har var Jan Nónklett óvardur og skoraði. Tað gjørdi hann eisini, tá ein knappur tími var farin. Hann snýtti rangstøðufelluna hjá Skála og skoraði til 4-1. Bent Djurhuus minkaði
samstundis sum StÍF veruliga fekk ferð á. Næstu løtuna skoraðu tær fleiri ferðir á rað, og so stóð brádliga á jøvnum. Nú var StÍF tó veruliga komið í gongd, og síðstu tíggju minuttirnar gjørdu tær mest sum eftir [...] aftasta plássi, har Kyndil nú liggur einsamalt. StÍF hevur eitt ungt og spennandi lið, og tær ungu taka meira og meira ábyrgd. Blaðungu Fríðrún Danielsen og Bára Berthelsen spældu ein góðan dyst og skoraðu ávíkavist [...] blakaðu leiðsluna á gólvið móti StÍF. Tað er tó eingin ivi um, at tær vilja sleppa av aftasta plássinum sum skjótast. Tær kunnu hótta eitthvørt lið á einum góðum degi. Fakta StÍF-Kyndil 26-22 (11-13) Málskjúttar:
Eirik Reyða, sum teir róðu út við og tað var ikki so lítið í 1939. Seinni fekk hann sær tó størri útróðrarbátar, eitt skifti hevði hann, sjálvur annar, 15 tonsaran Glæmuna, og seinni hevði hann ein eitt sindur [...] dønum og íslendingum, umframt at hann hevur verið við føroyskum bátum. Men mest kendur er hann kortini sum útróðrarmaður í Grønlandi, tí hann róði í fleiri ár út har yviri og hann hevur greitt frá sínum virki [...] sindur størri útróðrarbát, sum varð nevndur Torri. Tey stuttu skifti, hann var á landi, arbeiddi hann hjá eingilsmonnunum undir krígnum, tá ið teir gjørdu støðina á Nakki og í kolinum í Rangabotni. Mitt
Mathilda Danielsen (Nólsoy) og Anna Elisabeth Michelsen (Velbastaður). Um nakar liggur inni við, ella veit um onkran sum eigur myndina av konfirmantunum um heysti 1931, vinarliga ringið til Birgar Johannessen [...] Konfirmantarnir 19. apríl 1925. Hesir eru konfirmantarnir, sum blivu fermdir í Havnar kirkju 19. apríl 1925: Jacobine Olsen, Ása Isholm, Bergljót av Skarði, Else Johanne Rasmussen, Anna Frida Jacobsen [...] ferðin, at konfirmantar eru avmyndaðir úti í Tinganesi á trappuni inn í løgmanshúsini. Enn einaferð ein mynd har øll ikki eru avmyndaði. 16 eru á myndini, meðan 23 blivu fermd. Genturnar vóru 11 og 10 eru
starv sum bókhaldari hjá P/F Norðsetur. Sama árið bygdi hon sær hús í Hósvík. Annette starvaðist frá 1993 til 1996 sum bókhaldari á flakavirkinum Klinkuni í Hósvík. Í 1997 varð hon sett í starv sum bókhaldari [...] Kennet. Annette er ein "handy-kvinna", hon hevur riðið kapp, smíðað hús, lakkerað bilar, verið barrvørur, lagt flisar o.m.a. Hon hevur grønar fingrar. At leiða, at sam- og fyriskipa liggur sera væl fyri, og
metra langum seglbáti runt til øll norðurlondini, tó ikki til Grønland. Byrjað verður í Raahe, sum liggur innast í Botnisku víkini, og síðani verður soleiðis: Raahe-Gotland-Keypmannahavn-Göteborg-Lerw [...] hesum døgum er Taina Mannila úr Finnlandi í Føroyum og roynir at vekja áhuga fyri eini verkætlan, sum hon saman við vinkonu sínari, Mari Järvinen, er farin undir. Tær báðar ganga á einum listarligum háskúla [...] at melda seg til. Luttakarar skulu vera eldri enn 16 ár og kunnu vera upp til eini 25 ára gamlir. Ein onnur treyt er, at teir skulu hava áhuga fyri list, tí ætlanin er, at manningin skal arbeiða við list
við hesum skipum. Útlendingarnir, sum eru við, gjalda 35% í skatti til Føroyar, og tá reiðaríini ?bert? fáa endurgoldið 28% er klárt, at nakað av skattapeningi liggur eftir í Føroyum. Men. Kommununar part [...] í Føroyum fingu okkara egnu altjóða skipaskrá, FAS, varð hendan skipað eitt sindur øðrvísi. Teir, sum sigla við skipum í FAS-skipanini, gjalda nevniliga vanligan skatt í Føroyum, og so fáa reiðaríini [...] meira attraktiva, soleiðis at hópin fleiri og størri skip skulu koma í skipanina, mega kommunurnar, sum gjalda til skipanina siga frá, tí hetta fer at leggja stórar byrðar á flest allar kommunurnar, meðan
Hasenhüttl. Felagið úr suðuronglandi hevur verið ein klekingarstøð fyri spælarar til tey størru feløgini í Premier League. Har kann nevnast, at spælarar sum Theo Walcott, Luke Shaw, Gareth Bale, Adam Lallana [...] eru uppvaksnir í felagnum, meðan spælarar sum Virgil van Dijk, Sadio Mané, Morgan Schneiderlin og Dejan Lovren eru seldir fyri nógvar pengar. Southampton liggur í løtuni til niðurflyting. Fyribils verður [...] kunngjørt, at venjarin í felagnum, eysturríski Ralph Hasenhüttl, er koyrdur. Hann er fimti venjarin, sum fær sekkin í hesum kappingarárinum. Undan honum eru Scott Parker, Thomas Tuchel, Bruno Lage og Steven
einsamallur, og yngsta barnið verður í Suðurkorea á Jamboree. Tað ávirkar helst eisini. Men, nokso fast liggur ein góður nátturðabiti heima hjá mammu. Hvat er tað besta við ólavsøkuni? - Flestu fólk eru glað, og [...] ólavsøku. Hetta er bæði tjóðarhátíð, men eisini stevnan hjá havnarfólki. Tað sigur Herluf Gudmundarson, sum heldur fyri, at ólavsøkan helst verður róligari í ár, enn hon onkuntíð hevur verið, tí konan arbeiðir [...] ikki, um tað fer at eydnast. Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni? - Minnist, at ólavsøkan sum barn var nógv ógvusligari, enn hon er í dag - kanska tí, tú sjálvur var barn, men eg haldi, at fólk