við Davinu og royndi her í hesi álvarsløtu at troysta, so væl sum hann kundi. Tvey tey yngstu, Kirstin og Bjarni, minnast Tummas, tá hann av og á kom heim millum túrarnar við »Tjaldur«, og hann sat inni [...] lýsa hansara ætt og ættarsøgu. Keldurnar eru Jákup í Gerðinum, ættaður úr Vestmanna, og Føroya Siglingarsøga. Foreldrini hjá John vóru Hanne Pauline Margrethe f. Michelsen (1871-1946) og Johannes Johannesen [...] skiparan Johan, og Jákup Jacobsen úr Kollafirði druknaðu. Sagt verður í Dimmalætting, at skiparin royndi tað hann kundi at bjarga hinum og eisini pápanum. Men »denne havde sikkert tabt bevidstheden og var ikke
livað við fullari ferð, og soleiðis var eisini í fólkaskúlanum. Í fríkorterinum er eisini fótbóltur á skránni. Tað ræður um at verða fyrst í skúlagarðin og finna sær eitt mál, og njóta tað so leingi sum [...] Jugoslavia og hevur frammanundan verið venjari hjá VB. B36 liðið er gott. John Petersen kemur afturat úr GÍ, og hópurin telur menn sum Egin Høgnesen, Tummas Eli og Jens Kristian Hansen, Óla Johannesen og Julian [...] Fowler, David James, Jason McAteer og nakað minni kendu norrmenninir, Stig Inge Bjørneby og Bjørn Tore Kvarme, ið eisini spældu á besta liðnum. Liverpool vinnur dystin og Jákup spælir væl. – Serliga David
sær t.d. teldubrøvum og faksum. Teldan fremur skipan og ordan í øllum. Tað sama er við øllum smáteldum. Frammanfyri mær liggur fartelefonin, og hon sigur mær, at klokkan er 14.53, og at tað er týsdagur 27 [...] meira fjøltáttað og samansett eitt samfelag er tess størri er tørvurin á at kunna halda skil á tíðini. Tá kallendararnir fyrst vóru skipaðir við mánaðum og døgum, so bar hjá keisarum og kongum væl til at [...] kvøld og settast á ta tíð, tá hann skuldi vekja. Sum við øllum øðrum slíkum atributtum, kom tað eisini at verða munur á urum og klokkum. Ríkir og máttmiklir menn gingu við lummauri í gullketu, eins og tað
útvarpi, sjónvarpi og konsertir. Men eisini í fongslum, til vælgerandi endamál og til mótmælisfundir. Og øll vinstrasíðan fekk viðvind við okkum. Vit hoyrdust meira, og vit kundu gera meira. Og tað kundi ikki [...] talar fyrst og fremst. Og tað røkkur oftast. Um plátuna frá 1988, Basin Street Blues, sum eisini er tann plátan sum vakti mín áhuga fyri Wiehe, sigur hann sjálvur, at tað er tann mest inniliga og perónliga [...] aftur til fólkatónleikin við góðum løgum og alt væl lagt til rættis. Og sjálvur sigur hann, at tað kendist sum um hann aftur var seytjan ár, og óður inn á alt og øll. Og hetta júst um tað tíðina tá hann var
somuleiðis tveir prestar og aðrir leiðandi menn. Her vóru høg og lág, religiøs og ikki-religiøs vóru millum teirra, sum vildu æra okkara farna bróðir og fylgja honum til gravarbakkan. Brend og eg søgdu nøkur orð [...] nøkur av sínum børnum og bygdarfólk vunnin fyri Frelsaran. Hann hevur leingi biðið og bíðað eftir hesum, og vit kundu gleðast saman. Evangeliska blaðið Naade og Sandhed, sum Brend og eg hava givið út síðan [...] er á donskum, og vit hava enntá haldarar í Danmark og Noregi. Vit fáa brøv við tøkk og vitnisburðum um, at blaðið hevur verið til signing fyri manga sál og hevur lýst upp mangt hjarta og heim í Føroyum
Týsklandi og Europa. Báðar hesar rørslur vóru í roynd og veru feigdarkultar, og tann seinni av hesum fólkaøsarum megnaði eisini at beina fyri seks milliónum av heimsins jødum. Mussolini og Hitler lótu [...] bæði ógvuliga fløkta og ógvuliga einfalda - og út av lagi blóðuga – evni, at eftir 1945 – og eftir at nazistar í Týsklandi – við hjálp serstakliga frá katólskum londum sum Rumenia og Ungarn - høvdu dripið [...] hesi loysn eru ikki góð. Orsøkin til hetta er sum ikki einaferð átrúni – fyrst og fremst Hamas, harnæst onnur einaveldi á leiðini, og í triðja lagi gamaltestamentlig jødisk hugsan. Tey sum kenna søguna
javnliga plagdu, og fyrst og fremst skiftu vit orð um tað brandaktuella fólkatingsvalið, sum skuldi vera dagin eftir. Hann var væl hýrdur, fullur av stríðshuga, men avbera spentur og kanska eitt lítið [...] Hann var ríkisadmiralur og Birgitta var sera ognarrík og hartil mentað kvinna, sum hevði stóran áhuga fyri undirvísing og upplýsningi. Tey gjørdu av, at tey vildu geva góðs og garð til ein lærdan skúla [...] vóru spennandi, fruktagóð og andiliga mennandi. Hann tosaði ofta og sera fegin um ta avbera stimbrandi og stuttligu gymnasiutíðina. Serliga væl dámdi honum tær føgru og villu skógirnar nærhendis tí romantisku
gave fra Hr. Arkitekt Tórgarð. Lagtinget og Amtmand Olrik anbefalede og ekspederede Sagen på en hurtig og velvillig Maade, og Rigsdagen statsanerkendte Sygehuset og bevilgede den lovhjemlede Statsstøtte [...] Jacobsen), Provt Petersen og Sysselmand Schrøter. En tak fortjener den danske Nationalforening til Tuberkulosens Bekæmpelse for al Hjælp og Støtte, den har ydet, og Tak fortjener Regering og Rigsdag, som har ydet [...] brúkt. Eitt annað mál er tann nógvan yvirtíðin. Hon kemur fyrst og fremst av tuberklastøðini. Nú kríggið er av, eru skipini aftur fullmannað, og hetta merkir tí eisini størri arbeiði á hesum økinum. Tosað
nakað, ið bara er har. Mentan skal framleiðast, eins og hoyggj og krov skulu framleiðast, eins og fiskur og nótir skulu framleiðast, eins og hús og vegir skulu framleiðast. Mentan er ongantíð bara bara [...] ella at telgja. Abbar sita ikki og fortelja abbasynum søgur um trøll og huldufólk. Ommur sita ikki og kara og syngja gamlar kingosálmar. Børnini venja við ÍF ella Flog. Og so skulu tey spæla Playstation [...] millum húsarhald og búskap – og millum ættarliðini – er ikki longur. Børnini eru parkerað í skúlum og í barnagørðum. Tey gomlu sita upp í Vesturstovu. Konurnar eru úti og arbeiða, og hava ikki tíð at halda
meðan álitið er skrivað. Uppskotið til almennan málpolitikk byggir fyrst og fremst á heildarlýsingina av støðu málsins, umframt á ta umrøðu og tey tilmæli, sum málstevnunevndir hava gjørt í grannalondum okkara [...] lagt við styrktari og útbygdari málstovu og við málnevnd, sum skal virka sambært dagførdari løgtingslóg. Skúli og uppaling eru akkersfesti hjá føroyskum máli. Við miðvísum arbeiði og greiðum virkisætlanum [...] grundarlagið undir Málnevndini og virksemi hennara og at gera uppskot til lóg. Mettur kostnaður: 250.000 eina ferð Nevnd verður sett at skipa og útgreina støðuna hjá føroyskum teknmáli og at gera tilmæli. Mettur