liva sum heteroseksuellur. - Tú kanst siga, at eg eri so mikið sterkur í míni trúgv, at eg havi valt at seta mínar egnu tankar og kenslur sum samkyndur til viks. Og so líðandi eru kenslurnar, sum eg fyrr [...] um, at tað ikki er rætt at liva sum samkyndur. Tí valdi eg at broyta lívsstíl og ístaðin vera heteroseksuellur. Tað sigur 28 ára gamli Kartin Høgnesen úr Leirvík, ið sum barn og tannáringur kendi seg samkyndan [...] samkyndan. Hóast hann livdi sum samkyndur í nøkur ár, sigur hann seg í dag vera heteroseksuellan. – Eg havi tikið eitt val um, at Gud hevur hægstu raðfesting og ikki mín hugur, sigur Kartin Høgnesen. Hann
teirra, sum varð uppsøgd í farnu viku, var Marianna Poulsen í Hvalba. Hon hevur í mong ár arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, men kann nú skráseta seg sum arbeiðsleysa eins og hini 88. Tað kom sum eitt sjokk [...] november í fjør fór Marianna til songar sum vanligt. Hvørki hon ella nógv onnur í Hvalba vistu tá um tann fundin, sum tá varð hildin í einum hølum í Havn. Fundurin sum skuldi avgerða, at Fiskasølan bleiv løgd [...] teimum frá, at einki arbeiði varð til teirra á virkinum í Hvalba. Hetta virkið sum týðir so nógv fyri bygdina. Og hetta virkið sum í veruleikanum eigur lívið í nógvum heimum ? ja, í sjálvari bygdini. Hóast
frí frá venjing. - Tey, sum kenna meg, vita, at tað ikki hóvar mær ikki at venja. Eg vildi fegin havt eina venjing, men tað var heilt einfalt ikki møguligt. Tað vóru ov nógvir, sum ikki kundu, sigur danski [...] hópinum, men helst glíður hann úr hópinum, um Hans Lindberg gerst klárur at spæla aftur, soleiðis sum tað sær út í løtuni. - Eg havi júst fingið at vita, at eg skal vera í HM-hópinum nakrar dagar afturat
til løgregluna. - Eg varð meldaður tá, uttan at fútin so mikið sum avhoyrdi meg. Hvat skal eg tá fyrihalda meg til, spyr Jørgen Niclasen. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur Jørgen Niclasen evstu ábyrgd [...] gjørt í tollmálinum. Høvuðsargumentið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er, at Toll & Skatt (sum í dag eitur Taks, red.) meldaði málið til løgregluna afturi í juli 1993. Fútin kannaði málið, men valdi [...] og heldur fram: - Tá fútin spyr myndugleikarnar eftir fleiri upplýsingum, fær hann einki. Tá tann, sum meldar, ikki hevur fleiri upplýsingar at lata, tá fútin spyr eftir teimum, so er væl ikki meira at
eisini á tí bókligu síðuni, at eg fekk betri skil á øllum. Eg fekk neyðugu hjálpina við øllum tí, sum eg hevði trupult við. Hetta gjørdi, at tá eg var liðugur við skúlagongdina eftir 3-4 ár á Fjordskolen [...] næmingunum vóru munandi yngri enn Christian, men hetta legði hann ikki so nógv í. - Tað tekur man bara, sum tað er. Eg haldi ikki at tað er nakar trupulleiki, at aldursbýti er somikið stórt, sigur hann. Christian
langt. Um nakað so eri eg, líka sum flest aðrir føroyskir journalistar, alt ov lagaligur, sigur Jan Lamhauge. Honum dámar væl arbeiðið sum journalistur, sum hann lýsir sum eitt serstakliga alment arbeiðspláss [...] Lamhauge, sum er ættaður úr Runavík. Jan Lamhauge heldur, at tá hann ger tað slagið av innsløgum, hann sum oftast ger, so slepst ikki undan, at onkur reagerar. - Av tí at eg geri innsløg, sum mangan eru [...] sjónvarpinum, so er tað ikki nakað, hann sum barn droymdi um at blíva - Eg visti ongantíð, hvat eg skuldi arbeiða við sum vaksin, men eg vónaði altíð at fáa eitt starv, sum gav mær møguleika at ferðast nógv,
Lognberg varð koyrdur úr flokkinum. Aksel segði, at hann fer ongantíð sum formaður í Javnaðarflokkinum at renna undan tí ábyrgd, sum tað hevur við sær at vera formaður. - Men, tað er nú soleiðis, at tað [...] tí, spurdi útvarpsmaðurin. - Nei, tað haldi eg ikki, segði Aksel, sum helt fyri, at pláss er fyri øllum fólkum í Javnaðarflokkinum, sum hann tók til. Aksel V. Johannesen legði aftrat, at tíðin kemur at [...] Líkt hevur heldur ikki verið til, at hetta fór at broytast. Hann vísti á, at tað vóru sjey limafeløg, sum vildi hava hesa avgerð, umframt ein meiriluti í áttanda felagnum eisini. - Eg havi ikki biðið tey tikið
Jákup Eli, sum einsamallur á pallinum sang fleiri av sínum sangum. Tekstirnir hjá Jákup Eli eru rættiliga skemtingasamir. Eitt nú var eykalagið hjá honum ein sangur við heitinum 'Eg royki hash', sum er ein [...] Jákup Eli Joensen var sum vera man stak glaður eftir sína konsert á Summarfestivalinum fyrr í kvøld. - Eg haldi sjálvur, at tað gekk ordiliga væl. Men eg hevði ikki væntað so nógv fólk, so tað eri eg bara [...] ein skemtilig forkláring uppá, hví hann ikki altíð ger tað, sum verður forvæntað av honum. - Eg fái íblástur til mín tónleik frá ymsum punk bólkum, eitt nú Blink 182. Eisini fái eg íblástur frá Páll Finnur
Martin Christiansen, síðstu hond á eina framsýning, ið skal vera í Listahøllini í Skipasmiðjuni, og sum stuðulsskipanin Listaflog hjá Atlantic Airways hevur fíggjað. Síðan hevur hon eina uppgávu fyri No [...] til reiðar. Mítt arbeiði á atelierinum er mín verkætlan. Og hvussu skal eg kunna luttaka á nøkrum sum helst, um eg ikki fái tíðina at gera verkini. Uttan arbeiðstíðina í atelierinum fái eg ikki skapt nakað
nólsoyingar til á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - nú risastórt gasstangaskip í longri tíð hevur ligið sum eitt fjall út fyri bygdini í Nólsoy. Ein lesari á síðuni tekur soleiðis til: - Møguliga er hetta ógrundaður [...] ógrundaður ótti, men eg ræðist hatta skipid - óljóðið, útlátið og risastóru gasstangarnar, sum skapa ótryggleika í mær. Um gass-vandi er, veit eg einki um, men tá skipið liggur so nær landi, umgongst ikki [...] eru eitt sindur irriteraði. Lesarin heldur tó, at fólk eiga at minnast til, at eitt og hvørt skip, sum kemur til landið, leggur ikki so lítið eftir seg av pengum, og tað heldur lesarin telur mest. - Hví