- Eg og Ingvald eru vinir fyri lívið!

Tann nú 15 ára gamli Christian fekk á Fjordskolen áræði til at skapa sær eitt lív. Føroyski skúlastjórin Ingvald á Kamarinum er errin av fyrrverandi næminginum, ið ætlar sær at gerast bilmekanikari.

Seinasta vikuskiftið prentaðu vit grein um Fjordskolen í Holbæk. Fjordskolen er skúli har føroyski skúlastjórin Ingvald á Kamarinum hevur latið dyrnar á sínum egnu húsum upp fyri næmingum, ið hava trupult við at hóska inn í ein vanligan skúla. Tann dagin vit vitjaðu Fjordskolen, var eisini 15 ára gamli Christian á vitjan. Christian er fyrrverandi næmingur á Fjordskolen, og var hendan dagin fyrstu ferð á vitjan aftur á skúlanum.
- Tá Christian kom til okkara, var hann øgiliga illa fyri. Hann var depressivur og hevði bestan hug at beina fyri sær, so tað er øgiliga gott at síggja, hvussu væl hann er komin fyri seg. Hann er farin á eftirskúla og klárar seg sera væl, greiddi Ingvald á Kamarinum frá.
Christian sjálvur var ein sera fryntligur ungur maður og tað var greitt, at hann hugnaði sær á vitjani:
- Eg og Ingvald eru vinir fyri lívið, greiddi Christian frá.
- Tað var ein deilig broyting at byrja á Fjordskolen, men samstundis var tað eisini eitt nokkso løgið skiftið, t.d. at eisini skula røra seg og gera ymiskt annað, meðan man var í skúla. Eg føldi eisini á tí bókligu síðuni, at eg fekk betri skil á øllum. Eg fekk neyðugu hjálpina við øllum tí, sum eg hevði trupult við. Hetta gjørdi, at tá eg var liðugur við skúlagongdina eftir 3-4 ár á Fjordskolen, var eg fyrireikaður til at koma víðari við lívinum.
Tá Christian byrjaði á skúlanum, var hann ein av elstu næmingunum, fleiri av næmingunum vóru munandi yngri enn Christian, men hetta legði hann ikki so nógv í.
- Tað tekur man bara, sum tað er. Eg haldi ikki at tað er nakar trupulleiki, at aldursbýti er somikið stórt, sigur hann.
Christian gongur nú á einum tekniskum eftirskúla, og hevur stórar ætlanir við restini av sínum lívið. Drongurin, ið var somikið niðurundurkomin, at hann nærum ikki orkaði at liva, tá hann byrjaði á skúlanum, er nú ein glaður ungur maður við áræði til at byggja sær eitt lív.
- Á eftirskúlanum er eingin bátur, eins og á Fjordskolen, men ístaðin eru bilar. Eg ætli mær at verða bilmekanikari, og á eftirskúlanum er bilverkstaður, so tað dámar mær væl, sigur hann.