Semingsmenninir hava úr at gera um dagarnar. Eru teir ikki við í einum samráðingum, so eru teir onkra aðrastaðni. Seinnapartin mikudagin settust teir saman við Skipara- og Navigatørfelagnum og Reiðarafelagnum [...] fyri at finna fram til eina loysn á trætuni teirra millum. Og hesar samráðingar gjørdust ikki á leið so drúgvar, sum millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, hóast talan var um náttararbeiði. Partarnir [...] ikki semjast um ein nýggjan sáttmála. Vildu hava - og fingu - meir Reiðarafelagið vildi bert lata 1,5 prosent í lønarhækking, men skipararnir kravdu meir. Og tað fingu teir tá til stykkis kom. ? Fyri eina
Tann fyrra verður í høllini á Kambsdali klokkan 15., tá ið fimleikafelagið í Fuglafirði, tað eitur Flog, fer at hava sína framsýning. Flog fyllir í ár 10 ár, so møguliga fara tey at gera okkurt serligt burturúr [...] grand-prix lið, sum vunnu ávíkavist gull og silvur í Grand Prix kappingini herfyri. Mánakvøldið er tað so Ljósið, sum fer at sýna fram. Sýningin hjá teimum verður klokkan 19.00 mánakvøldið. Seinasta sýningin
i í Føroyum. Sjálv helt eg hugskotið vera gott, men tað er eitt stórt tiltak at fáa upp á beinini, so eg aftraði meg í byrjanini. Oddvá Nattestad, ið er føroyskt umboð í NARR, ið er norðurlendski felagskapurin [...] sum kunnu hugsa sær at taka lut. Eisini ungfólk, sum ikki hava havt nakað við sjónleik at gera fyrr. So eg rokni við, at áhugin bæði úr Føroyum og hinum Norðurlondunum verður stórur, sigur Femja Petersen [...] , sigur Femja Petersen. - Tað er ikki av tilvild, at vit hava valt at hava fagnaðin á Tvøroyri, tí so síggja luttakararnir eisini eitt minni samfelag, sigur Elin Mortensen. - Hevði fagnaðurin verið í Havn
har tú kanst gloyma gerandisdagin og spenna teg út bæði so og so. Tað er somuleiðis eyðkent fyri skaldskapin, at tá ið lívið er upp á tað hægsta, so er deyðin næstur. Lív og deyði verða gjøgnum alla skaldsøguna [...] Williami sjálvum? Í Williams føri er tað so, at málið er eitt av føroyskum litað danskt, og hetta eyðkennið hvørvur í umseting, og hartil kemur, at minni enn so allar týðingarnar standa mát, tá ið tað snýr [...] meg sum Føroying. Støða mín er so statt ein undantaksstøða - málsliga, men neyvan mentunarliga«. (»Nøkur hugskot um asfalt mál og mentan«, Varðin nr. 34). Lagnan lagaði tað so, at William Heinesen gjørdist
skjýtur mangt slíkt, so er tað ikki so galið. Artur harafturímóti skjeyt ikki færri enn tíggju mál, hóast mansverju, so tann parturin av verjuspælinum hjá vermenningum eydnaðist ikki so væl. Jónleif var drívmegin [...] fýra. Tí var støðan nú 17-15 til StÍF, og hetta vísti seg at vera tyngri enn vestmenningar kundu klára. Teir komu afturíaftur, men ikki so langt, at teir fóru framum StÍF, og so var slagið tapt. Í endanum [...] vikuskiftið vunnu dystin í Vestmanna móti Kyndli var so nógv tosað um, at nú hevði VÍF ein veruliga møguleika at vinna meistaraheitið framman fyri Kyndil. Ikki so nógv varð tosað um, at strandingar, sum eitt tíðarbil
liður í tilboðunum um vinnurættaða útbúgving. ? Stuðuls-, røktar- og umsorganarøkið fevnir um eitt so stórt útbúgvingar- og arbeiðsøki, at tað verður mett at vera grundarlag fyri eini sjálvstøðugari ú [...] 600 fólk hava útbúgving/skeið á umrødda øki. Verður roknað við, at starvstíðin er 40 ár, fara eini 15 fólk úr skipanini hvørt ár. Haraftrat kann roknast við, at eins nógv fara úr skipanini á annan hátt [...] eftir einari uppskúlingarskipan. Talan kann verða um eini 300 fólk. Miðal skúlagongdin er roknað til 15 vikur. Og víðari verður mælt til, at fyrsti uppskúlingarflokkur í fyrsta lagi verður tikin upp í januar
ikki heilt óvanur við at ilskast inn á dómarar undir og kanska eisini eftir dyst, men at tað skal fara so vítt sum í hesum førinum er heilt burturvið. Tað einasta konkreta, nevnt hevur verið um dømingina, [...] vestmenningar, men dømingin hjá Birgir sum heild. Kanska er tað av tilvild, at innan tvær vikur hava 10-15 bløð umframt út- og sjónvarp umrøtt hetta ...? Tað, sum í okkara eygum gjørdi hendan dystin rokmiklari [...] rokmiklari enn vanligt, var í størri mun atburðurin hjá áskoðarunum enn dømingin hjá dómarunum. Og tá so nevndin í VÍF sigur seg ikki at hava sæð nakað óregluligt undir og eftir dystin, kunnu vit bert geva teimum
Vil væl til so kann ein slík vika við 15-20 túrum, 10 fólkum hvønn túrin og ein ferðaseðlaprísi uppá 100 kr. geva góðar 100.000 í inntøku hjá einum tílíkum báti. Tá eru útreiðslurnar so ikki taldar uppí [...] partur av tí almenna virkseminum í landinum er lagdur lamin, eitt nú samferðslan millum oyggjarnar, so ber kortini enn til at sleppa til og frá. Hetta syrgja privatfólk, sum í flestu førum eiga skjóttgangandi [...] Brandal, sum hann eisini verður nevndur, eigur sjálvur bátin. Hann kann taka 10 fólk og brúkar einar 10-15 minuttir um túrin. Brandal er einsamallur soleiðis at hann bæði er skipari og innkrevjari. Tað er ymiskt
eitt fok kom danin Allan Nielsen flúgvandi har og setti pannuna undir bóltin, so at hann fór í netið, tá ið klokkan vísti 92.15 til stóra frøði fyri tey mongu viðhaldsfólkini hjá Tottenham. Tað, ið eftir [...] tíðina, franski vongurin hjá Tottenham, David Ginola, fekk millum lítið og einki burturúr, tí hann hevði so at siga alla tíðina tveir mans í hølunum á sær. Útvísing kundi havt kostað Seinni hálvleikur hevði [...] meðan Justin Edinburgh fekk tað reyða, hóast sjónvarpsmyndirnar vístu, at hann als ikki rakti Savage, so tó gjørdi, sum um hann fekk ilt í andlitið. Hetta vóru ensku frásøgumenninir stak illa nøgdir við og
Tá ið tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var Kyndil framman fyri við einum máli, 16-15, men so skrædnaði av álvara í verjuni hjá føroyameistarunum. Orkan fór at ganga undan hjá gestunum, og [...] Sum vit hava nevnt tað fleiri ferðir áður, so er tað einans Stjørnan, ið hevur megnað at hótt Kyndil í hesum kappingarárinum. Gaman í hevur Neistin eisini givið føroyameistarunum truplar dystir, men tá [...] fyri seg, og næstu fimm minuttirnar skoraðu tær fimm ferðir á rað, meðan gestirnir einki mál fingu, og so var Stjørnan knappliga framman fyri 9-7. Kyndil svaraði nakað aftur, og tá ið farið var til hálvleiks