- Áhugin er atgongumerkið

- Tað einasta, ið verður kravt av luttakarunum, er, at teir hava áhuga fyri sjónleiki, siga Elin Mortensen og Femja Petersen, úr Ung í MÁF.

Hálvt annað hundrað ungir sjónleikarar úr Norðurlondum eru væntandi til Tvøroyrar í summar á sjónleikafagnaðin The First Youth Theatre Festival On The Faroe Islands

Fyrireikingarnar eru farnar í gongd til at taka ímóti teim hálvt annað hundrað ungu sjónleikarunum úr øllum Norðurlondum, ið koma higar til sjónleikafagnaðin The First Youth Theatre Festival On The Faroe Islands. Ung í Meginfelag Áhugaleikara Føroya, MÁF skipa fyri.

- Ein dani skjeyt upp á einum fundi í NUTU, ið stendur fyri Nordisk Ungdom Teater Udvalg, at vit skipaðu fyri einum sjónleikafagnaði í Føroyum. Sjálv helt eg hugskotið vera gott, men tað er eitt stórt tiltak at fáa upp á beinini, so eg aftraði meg í byrjanini. Oddvá Nattestad, ið er føroyskt umboð í NARR, ið er norðurlendski felagskapurin fyri áhugaleik, tók beinanvegin undir við hugskotinum. Og somuleiðis MÁF, sigur Elin Mortensen.

Sjónleikafagnaðurin, ið verður á Tvøroyri í døgunum 18. til 25. juli, er tann triði av sínum slag. Freistin at tekna seg er 1. mai, og longu skilst, at undirtøkan verður stór.

- Eg havi tosað við nógv, sum kunnu hugsa sær at taka lut. Eisini ungfólk, sum ikki hava havt nakað við sjónleik at gera fyrr. So eg rokni við, at áhugin bæði úr Føroyum og hinum Norðurlondunum verður stórur, sigur Femja Petersen.


Nógvar listasmiðjur

Sjónleikafagnaðurin verður skipaður í tøttum samstarvi við MÁF og Tvøroyrar Sjónleikafelag. Hvørt einstakt luttakaraland velur luttakararnar út. Nøkur taka lut í bólki, onnur sum einstaklingar. Markið er sett til 150 luttakarar, og lagt er eisini upp til, at fólk úr Baltisku londunum og Týsklandi kunnu tekna seg.

- Hvørt einstakt land ásetir sjálvt, hvat tey krevja av teimum, ið tekna seg. Tað einasta vit krevja av teimum, ið tekna seg í Føroyum, er, at tey hava áhuga í sjónleiki. Kravt verður av bólkunum, at tey skulu framføra ein leik, men tí sleppa tey, ið tekna seg sum einstaklingar frá, sigur Elin Mortensen.

Fagnaðurin verður settur 18. juli og tá verður ein nýggjur føroyskur leikur frumsýndur, sum Peter Jensen hevur skrivað.

Á stevnuni verður nógv ymiskt á skránni. Hvønn fyrrapart verður listasmiðja ella tað, ið vanliga verður rópt workshops.

- Ætlanin er, at øll skulu tekna seg til eina listasmiðju og ikki fleiri, sum er vanligt á øðrum slíkum stevnum. Tað verður gjørt fyri at fáa eina betri heildarmynd. Restin av degnum verða leikirnir hjá ymsu luttakaralondunum vístir, sigur Elin Mortensen.

Listasmiðjurnar eru smærri skeið, ið ymisk fólk, sum á ein ella annan hátt hava samband við sjónleik, skipa fyri. Skeiðið um Dario Fo heldur ein dani, ið eitur Brian Hansen. Aðrir skeiðhaldarar eru Kristina Hansen, Egi Dam, Birita Mohr, Hjørdis Johansen, Páll Danielsen og Gunnvá Zachariasen.

Ein dagur er settur av til útferð, og síðsta dagin verður ein leikur hjá Dario Fo vístur. Endað verður við eini veitslu.


Fáa íblástur frá hvør øðrum

- Endamálið við at skipa fyri einum sjónleikafagnaði er at samansjóða ungar áhugaleikarar í Norðurlondum, at síggja ymiskan leik, at fáa íblástur frá hvør øðrum, og at læra av hvør øðrum. Eftir hvønn leik verður kjak, har tosað verður aftur og fram um leikirnar hjá hvør øðrum.

- Á einum slíkum fagnaði fær ein eyga á nógvar úrmælingar. Nógvir bólkar, sum taka lut, duga heilt øgiliga væl og eru á einum nógv hægri stigi enn vit onnur. Áhugaleikur kann vera akkurát líka góður sum yrkisleikur, sigur Elin Mortensen.


Góðar umstøður

Karmurin um sjónleikafagnaðin verður skúlin í Trongisvági. Elin og Femja eru á einum máli um, at tær umstøðurnar, sum skúlin hevur at bjóða, eru sera góðar. Tveir pallir verða bygdir í høllini og luttakararnir búgva á skúlastovunum. Og hetta verður alt latið ókeypis frá Tvøroyrar kommunu.

- Hetta er ein stevna fyri ungfólk og tí verður tað bíligt at taka lut. Tað kostar bara 600 krónur og tá er íroknað tríggjar máltíðir, frí atgongd til framførslurnar, listasmiðjurnar, útferðirnar og felags tiltøkini. Nordisk Kulturfond og NARR stuðla tiltakinum fíggjarliga, sigur Femja Petersen.

- Tað er ikki av tilvild, at vit hava valt at hava fagnaðin á Tvøroyri, tí so síggja luttakararnir eisini eitt minni samfelag, sigur Elin Mortensen.

- Hevði fagnaðurin verið í Havn til dømis høvdu luttakararnir verið ov spjaddir. Á Tvøroyri verða vit øll savnað og samansjóðað, og tá ber betur til at koma í samband við fólk, sigur Femja Petersen.


Á pallinum og aftanfyri

Elin Mortensen og Femja Petersen hava altíð havt áhuga fyri sjónleiki, hóast sjónleikurin á Tvøroyri og úr Kollafirði, haðani tær eru ættaðar, ikki hevur havt tær bestu umstøðurnar. Elin hevur altíð havt ein dreym um at lesa til sjónleikara, meðan Femja líka so væl dámar at vera handan leiktjøldini.

- Á Tvøroyri hava vit gjørt nakrar kvøldsetur og nú arbeiða vit við at seta leikin Karius og Baktus upp. Eftir at hava spælt við í leikinum "Elmar hví" gjørdist eg meiri virkin, og havi verið á nógvum skeiðum og stevnum í Føroyum og uttanlands, ið MÁF og onnur hava skipað fyri, sigur Elin Mortensen.

- Í Kollafirði hava vit spælt sketjir til bygdastevnur, ungdómskvøld og til onnur høvi. Einasti leikurin eg havi spælt við í er Ozon, sum vit fóru til Noregs at framføra í 1995. Vit hava einki sjónleikarafelag í bygdini, men spæla í Fívli, ið hoyrir til Eydnuna á Oyrabakka. Annars havi eg tikið lut á skeiðum og stevnum í Føroyum og uttanlands, sigur Femja Petersen.

Aldursmarkið til at verða virkin í MÁF er 15-25.

Í nevndini í Ung í MÁF sita Elin Mortensen, Femja Petersen, Amanda Ellingsgaard og Turpin Djurhuus.