varðug við ringa skilið, og hóast aftur tá varð lovað at gera nakað við málið, er einki hent nú sjey mánaðar seinni. - Tað verður einki gjørt fyri at betra um umstøðurnar á nakran hátt. Ynski eg at taka [...] stendur, at tað í fleiri ár hevur verið roynt at ávirka myndugleikarnar til at taka sær um reiggj og gera nakað við ræðuliga ótryggu viðurskiftini, tó higartil uttan úrslit. Tað verður ofta tikið til, at einki [...] Fuglafirði. Hon hevur fleiri ferðir roynt at gjørt vart við ótolandi viðurskiftini á sambýlinum. Tað er staðfest, at har finst eingin brunatrygd á sambýlinum yvirhøvur. Tað kemur javnan fyri, at búfólk sova
føroyingar at lurta eftir 5?aranum mikudagin. Talan er um at byggja; og um hvar vit skulu byggja nýtt vaktarskip. Eg eri samdur í at rætt er at byggja nýtt vaktarskip; men eg eri ikki samdur í, at skipið endilig [...] fyrst og fremst at veita hjálp til smærri fiskifør og at hava eftirlit á sjóøkinum. Í uppskotinum um nýtt skip sær tað út sum at - eg havi hug at siga nakrir dreingir - sita og ynskja sær eitt skip; eitt [...] eisini í heimasjógvi. Men fyri at koma aftur til tað, sum eg byrjaði við, so vil eg enn einaferð siga: Tað er rætt at byggja nýtt skip, men tað eigur ikki at vera hetta skipið, sum talan er um í løtuni.
Eisini hevði hann ábyrgdina av at góðkenna byrjan av boring. Alex var eisini við til at seta á stovn eitt eftirlit í sambandi við at góðkenna boripallar. Tað fevndi um allar viðkomandi myndugleikar. Fyrstu [...] 2004, tá leiðin gekk heimaftur til Noregs. Tey, sum komu at kenna Alex hesi árini, hava bara gott at bera honum. Tað varð eisini skjótt, at hann gjørdist trúgvur Føroyavinur. Honum dámdi fólkið og [...] framvegis vitjar hann í Føroyum. Tað er sum at koma ”heim” plagar fryntligi og lívsjáttandi norðmaðurin at taka til, tá hann vitjar klettarnar úti í Norðuratlantshavi. Í dag nýtur hann pensionistatilveruna
treingja sum mest Um eg skuldi nevnt eitt øki sum sparast skuldi innan almannaøki, var tað ikki dagtilhaldið. Fyri mín part kann eg siga, at eg hevði hildið tað verið meiri rímiligt at foreldur, sum ikki [...] kann samgongan eftir øllum at døma semjast um at spara tilhaldini burtur eftir at kommunurnar hava viðgjørt fíggjarætlanina fyri næsta ár og tískil í fleiri førum hava ilt við at finna peningin til hetta [...] sparing? Nakað av tí sum fólk hava funnist at í samband við hesa sparing er, um hetta nú veruliga er ein sparing. Mong meina, at hetta er tað øvugta, og eg hugsi, at hesi hava rætt. Um ein stórur partur av
gjørdi Samira av at fara til dómsvaldið við tí, sum var hent sær, hóast hon bleiv løgd undir at lúgva og bleiv hótt við lívinum. Men hon vann. Í desember í fjør staðfesti rætturin, at jomfrúkanningar [...] – Eg lá har nakin, og eg kendi tað, sum at eg var við í einari framsýning við áskoðarum, sigur Samira Ibrahim. Hon var ein av teimum nógvu egyptisku kvinnunum, sum máttu finna seg í einari sokallaðari [...] kollveltingini í fjør. – Eg fekk boð um at lata meg úr buksunum. So bóðu teir meg gleiva, og so skuldi ein av monnunum kanna meg, sigur Samira við norska kringvarpið NRK. Hon hevur ilt við at siga frá tí, sum
væl skúlan. Hon er eitt sindur kedd av nú at skula fara heimaftur, tí tað er nústaðni, at hon er farin at innliva seg meira í spanska málið í skúlanum. Hon hevur annars altíð havt ætlanir um at læra spanskt [...] Danmark. Hon fór eftir 9. flokk til Odense saman við mammu síni. Har gongur hon á studentaskúla. Tað seinasta vit frættu frá Guðruni var, at hon hevði pakkað kuffertið og gjørdi klárt til at fara við flogfari [...] verður á hesum stríði, ið er við at hótta allan landsbúskapin. Guðrun sigur, at meirilutin av fólkinum vil hava forsetan at fara frá í stundini, tí hann hevur ikki megnað at vent gongdini í samfelagnum
teir greiddu frá ferðini og har borðreitt var við smurdum breyði. Teir høvdu ikki væntað, at stór mannfjøld skuldi standa fyri teimum, tá ið teir komu at landi. - Men tá ið vit stigu fótin á land, sang [...] føroyskan kappróður. Men teir harmast um, at íslendingar ikki hava varðveitt gamla mentanararvin at rógva soleiðis sum føroyingar gera. Endamálið við ferðini er at knýta søguna hjá Noregi, Orkney, Føroyum [...] ætlanin at rógva síðsta strekkið úr Íslandi til Grønlands og Kanada. Men tað veldst um veðrið, tí teir eru fult greiðir yvir vandan at fara um Kappan við lítum árabáti. Ein av teimum, sum var komin at bjóða
hepnar, at teir fóru avstað við einum sigri. TB prógvaði í tí dystinum, at teir als ikki ætla sær at vera kanónføði í ár, og sæð burtur frá knúsandi tapinum í Klaksvík, so hevur hetta eisini staðið við. Hóast [...] reppið, at TB fór við øllum. Langt útspark frá Predrag endaði onkursvegna við, at tveir TB'arar vóru mest sum leysir, men skotið frá Emmanuel Larby smoygdi sær skeivu megin stólpan. Og tað vildi næstan [...] væl, og fáur mundi ivast í, at tað var hesin, sum dúvast skuldi uppá sunnudagin, tá vitjað varð í Gundadali. Og tað var eisini greitt alt fyri eitt, at TB fyrst og fremst vildi binda um heilt. Teir lótu
um at grava stríðsøksina niður fyri at gera felags front móti landsstýrinum. Hvussu hetta uppskot um eitt felags átak er framkomið og frá hvørjum, veit eg ikki, men freistandi er at hugsað sær, at tað [...] Onkur segði, at bara tað at forkvinnan ringdi inn til fimmaran var álitisbrotbrot. Er ikki eisini orsøk til at seta spurnartekin við rættleikan í, at fakfeløgini yvirhøvur luttaka saman við landsstýrinum [...] landsstýrið og kenna seg noyddar at koma við rættleiðingum, til tað sum sagt verður. Tað er so einkult og sjálvsagt. Hvussu kundi nakar ímyndað sær, at Fimmarin bara skuldi snúgva seg um fútarætt ella ikki
fólkaskúla yvirhøvur at vera við í slíkum. Eg skilti á einum partaeigara, ið hevði verið á aðalfundi hjá Pearsons, ið er fyritøkan aftan fyri PISA, at fyritøkan komandi ár ætlar sær eitt yvirskot á 8 milliardir [...] er so at minka um tímarnar á tímatalvuni og at brúka hesa sparing upp á at seta fleiri lærarar inn í hvønn skúlaflokk, soleiðis at lærarar í størri mun fáa arbeitt í toymum um børnini. Tað skuldi eisini [...] eitt PISA-úrslit. Væntaði ikki so nógv av kanningini, og yvirskriftirnar tykjast siga, at her er ikki so nógv at koma við. Eitt lunkað úrslit, ið tó ikki var heilt so ringt sum seinast, sigur formaðurin í