AFS
Tað, sum skuldi verða ein uppliving fyri lívið, gjørdist ein øðrvísi uppliving, enn tann, sum 18 ára gamla havnagentan, Guðrun Michaelsdóttur Egholm, hevði roknað við. Hon fór í heyst til suðuramerikanska landið Venzuela sum AFS-ari úr Danmark, har hon gongur í studentaskúla. Teir fyrstu mánaðirnir av hesi nýggju tilveruni hjá Guðruni gingu uttan, at nakað óvanligt hendi. Hon hevði tað gott hjá nýggju familjuni í stóra oljubýnum Maracaibo har norðuri í landinum. Pápin er lækni og mamman professari í biokemi. Saman við teimum og teimum báðum nýggju systkjunum gjørdi Guðrun seg út til eitt spennandi og fruktagott ár í hesum úr Føroyum so fjarskotna landinum. Men alt skuldi ikki ganga, sum Guðrun og hennara nýggja familja høvdu ætlað.
Herfyri tók seg upp rættiligt rok í landinum ella serstakliga í høvuðsstaðnum Caracas. Lýst varð til aðalverkfall og mótmælisgongurnar taldu skjótt fleiri hundraðtúsund verkfalsfólk í gøtununum í høvuðstaðnum. Fakfólkini og ein stórur partur av fólkinum krevur, at Chavez forseti leggur frá sær, men tí noktar hann fyri. Hann var annars nettupp valdur av fakfelagslimum og teimum fátæku í landinum, tí hann lovaði at bøta um teirra kor. Men gongdin hevur verið beint tann øvugta. Gonzalo, venzuelski pápin hjá Guðruni sigur við Sosialin, at Chavez er kommunistur og ein av vinmonnum Fidel Castro. Hann lovaði at betra um støðuna í landinum men hevur einki gjørt, og tí má hann taka avleiðingarnar av tí og fara frá.
Aðalverkfallið hevur lagt alt landið lamið,og oljuframleiðslan, sum er tann fimt størsta í heiminum, er heilt steðgað upp, og bæði bensin, olja og matvørur eru rationereaðar. Hetta hevur Guðrun merkt og hevur hon verið noydd at halda seg innandura seinastu vikurnar. Hon og systkini, ein beiggi uppá 12 ár og ein systur uppá 17 ár, eru ikki sloppin í skúla hesa tíðina, og støðan er bara versnað. Tey hava tó ikki liðið nakra neyð. Verkfalsfólkini vilja ikki gevast við sínum tiltøkum, sum Guðrun sigur eru friðaligar mótmælisgongur, ið hon eisini hevur verið við til. Hinumegin vil forsetin heldur ikki leggja frá sær, tí hann er demokratiskt valdur, so tað er heilt óvist, hvat endin verður á hesum stríði, ið er við at hótta allan landsbúskapin. Guðrun sigur, at meirilutin av fólkinum vil hava forsetan at fara frá í stundini, tí hann hevur ikki megnað at vent gongdini í samfelagnum, heldur øvugt er hann orsøkin til, at búskapurin gongur verri og verri. Guðrun var við til eina friðaliga mótmælisgongu í Caracas, har tey klamsaðu við grýtulokum. Hóast stóra álvaran var hetta eisini ein uppliving fyri hana.
Tá Sosialurin tosaði við Guðrun í vikuni hevði hon fingið boð frá altjóða skrivstovuni hjá AFS, um at bíleggja ferðaseðil heimaftur. Somu boð hava allir hinir 15 AFS-ararnir í Maracaibo fingið. Soleingi støðan er so mikið spent verður hildið, at tað er best fyri tey ungu, at tey fara aftur til síni heimlond. Mett verður at støðan kann skerpast uppaftur meira, nú hvørgin av pørtunum vil geva seg. Støðan er kanska ikki so akutt og álvarslig beint nú, men man ber ótta fyri, hvat kann henda, um støðan stendur við og versnar. Guðrun sigur, at broytist støðan aftur, so hava tey fingið lyfti um, at tey kunnu fara aftur til Suðuramerika í januar.
Øll eru so opin og glað
Men síggja vit burtur frá hesi heldur óvanligu hending, hvussu dámar so henda unga havnagentan fólkið og landið í hesum fjarskotna heimspartinum! -Mær dámar sera væl. Serliga fólkið her. Tey eru so smílandi, opin og fyrikomandi og glað. Alt tað góða, sum tú kanst siga um fólk, kann eg siga um tey. Hví so er hevur Guðrun sína egnu teori um. -Eg haldi tað er tað góða veðrið, sólin, sum er orsøkin til, at tey eru so glað og so løtt at tosa við. Guðrun dámar eisini væl skúlan. Hon er eitt sindur kedd av nú at skula fara heimaftur, tí tað er nústaðni, at hon er farin at innliva seg meira í spanska málið í skúlanum. Hon hevur annars altíð havt ætlanir um at læra spanskt.
Guðrun býr í dag í Danmark. Hon fór eftir 9. flokk til Odense saman við mammu síni. Har gongur hon á studentaskúla. Tað seinasta vit frættu frá Guðruni var, at hon hevði pakkað kuffertið og gjørdi klárt til at fara við flogfari til Miami í Florida og víðari til Amsterdam og Keypmannhavn.