Ellisakfarið hesaferð: Rolls-Royce Silver Shadow frá 1970

Kristian Oliversson Andreasen á Argjum eigur ein 55 ára gamlan Rolls-Royce Silver Shadow frá 1970. Hann hevur yvirtikið bilin eftir pápan, Oliver Andreasen, sum keypti hann í 2014

Oliver keypti bilin frá eini bilasølu í Oslo. Hetta var ein gomul bilasøla, sum hevði havt bilin standandi í 10 ár. Stjórin koyrdi við honum av og á, men yvirhøvur stóð hann í forrætningini sum framsýningarbilur.

 

Oliver var ikki sjálvur staddur í Oslo, tá hann keypti bilin. Hann var úti og sigldi, fann bilin á netinum og keypti hann á netinum.

 

Oliver hevði sjálvur tá ein lítlan MG sportbil við galesju standandi á Argjum. Hann setti sær fyri, at skuldi hann hava hendan Rolls-Royce bilin, skuldi hann av við ein av sínum bilum. Úrslitið varð, at teir gjørdu ein býtishandil. Oliver fraktaði MG bilin til Oslo, og afturfyri fekk hann RollsRoyce'in til Havnar.

 

Hesin Rolls-Royce Silver Shadow kom upprunaliga frá Sveis. Tað var ein sum æt Otto Dukler, sum bílegði bilin tann 23. mars 1970.

 

Tað er alment kent, at hendir nakað við einum Rolls Royce, kemur fabrikkin eftir bilinum. Oliver hevur pappír uppá, at einaferð reyk reimin til kølivatnspumpuna, meðan Otto Dukler koyrdi á motorvegnum í Sveis í 1973. Fabrikkin sendi síni fólk eftir bilinum, sum bleiv sleipaður til eitt verkstað. RollsRoyse betalti rokningina.

 

Bilurin hevur V8 motor við 200 hk og dupultum SUkarburatorum. Hetta hevur verið ein sera væl útgjørdur bilur tá í tíðini við t.d. hydrauliskari fjaðraskipan, automatgear, servostýring, skivubremsur aftan og framman

 

Kristian sigur, at hann hevur altíð verið hugtikin av gomlum bilum, og hann hevur frá smádreingi verið nógv saman við pápanum, og eru teir báðir eru líka áhugaðir í bilum.

 

Tað er ein sonn frægd at koyra við hesum bilinum. Vit koyra ofta túrar saman sum familja, og hann verður ofta brúktur sum brúðarbilur.

 

Kristian er útbúgvin maskinverkfrøðingur, og arbeiðir sum IKT leiðari og aliráðgevi hjá SMJ. Hann er limur í Føroya Ellisakførum og er við til flaggdagskoyring og onnur tiltøk hjá felagnum

 

 

 

Rolls-Royce

 

Í 1904 settu Charles Rolls og Frederick Royce í Onglandi sær fyri at gera heimsins besta bil, og navnið skuldi vera RollsRoyce. Frá byrjan av hava bilarnir verið hondgjørdir og kundu bíleggjast eftir egnum ynski.

 

Søgurnar eru nógvar, sum t.d. at motorurin hoyrist næstan ikki, at ein myntur kann standa upp eftir kanti á motorhjálminum uttan at detta, meðan motorurin er í gongd, og at um okkurt er áfatt við einum RollsRoyce, koma mekanikarar ókeypis við flogfari at umvæla brekið, hvar í heiminum bilurin er staddur. Rolls-Royce eru kendir fyri at gera heimsins bestu flúgvaramotorar.

 

Rolls-Royce bilar hava ikki slitið vegirnar nógv í Føroyum. Í 1934 kom ein brúktur Rolls Royce, sum Óla Jákup Christiansen í Havn átti. Bilurin var tungur, eginvektin var umleið 2 tons og trupult at at fáa bilin skrásettan í Føroyum.

 

Í 1986 innflutti Ludvík Petersen ein brúktan hvítan Silver Shadow frá 1974. Tann bilin keypti Rasmus Magnussen í Hoyvík seinni og so er tað hesin silvurgrái hjá Kristiani Oliversson Andreasen á Argjum.    

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

 

 

Kristian O. Andreasen við sínum Rolls Royce Silver Shadow frá 1970

Rasmus Magnussen í Hoyvík tá hann átti hendan Rolls-Royce Silver Shadow frá 1974. Ludvík Petersen innflutti bilin í 1986. Myndin er tikin framman fyri Albert Hall á Argjum

Nýggjasti Rolls-Royce Phantom er tann størsti og dýr­asti á marknaðinum. Hann er 6 metrar langur og 2 metr­ar breiður og er sera væl útgjørdur

Charles Rolls og Henry Royce við einum Rolls-Royce 20 HP frá 1905. Teir settu sær fyri at gera heimsins besta bil

Gomul mynd á Doktaragrund úti Reyni í Havn. Myndin er eitt sindur óskørp, men bilurin á myndini kann vera ein Rolls-Royce. Um hann er tað, so er hatta tann Rolls-Royce sum í 1934 kom sum brúktur, og Óla Jákup Christiansen í Havn átti. Bilurin var tungur, eginvektin var umleið 2 tons og trupult at at fáa bilin skrásettan í Føroyum.

Spirit of Ecstasy Sculpture ella Flying Lady er kølarafigururin á Rolls-Royce-bilunum

Mótmæli í sambandi við prinsavitjan úr Noreg í 1988