heldur fram við venjing í frælsum ítrótti. - Vit fara at hava fýra venjingar saman við Jorma og Mattias. Venjingarnar eru fyri øll, sum hava áhuga, og vit vóna sjálvandi at flest møguligt koma við. Eisini [...] Sunneborn og Jorma Jaaskelainen av Gotlandi, sum koma til Føroya at hava nakrar venjingar. FÍF hevur leingi havt í umbúna at bjóða hesum dugnaligu venjarunum heim til Føroya, og nú er hetta so langt um leingi [...] fyri at avmarka sjálvmorðtilburðir. Í Svøríki eru í miðal fýra fólk um dagin, sum taka lívið av sær. Nú Mattias er her í Føroyum, fer hann at hava ein fyrilestur um hetta viðkvæma evni. Hann fer at greiða
Tað vardi meg ikki, at eg nakrantíð skuldi fara á skótalegu, men nú á ellisárum hendi tað. Eg fór til Selatraðar við ommubørnunum á familjulegu hjá skótunum. Eg var púra imponerað av, hvussu væl hetta [...] hugnaligt at vera. Tað ýddi av lívi. Allastaðni virksemi og spæl. Ommubørnini gingu á skattajakt, skutu við boga og píli, flugu við drekum, koyrdu í kassabili, smíðjaðu í gløðandi jarni, lærdu at gera mat [...] kundi velja ímillum 25 ymisk virksemistilboð. Rógva í kano, gera og sigla við tunnuflaka, fara við GPS-ara til geocaching, mini-túr við telti og spritkøki, síga í ”bjørgunum”, dramaverkstað, sum dømi. Einaferð
ár er støðan hjá teimum hótt. Eftir at Mjølnir vann dystin ímóti Drátti vesturi í Vágunum fyri tveimum vikum síðan, sá út til at tað enn einaferð skuldi eydnast at fáa gullið til Klaksvíkar. Trýstið var [...] settinum, men til seinast eydnaðist Drátti at koma upp á javnt. Støðan var 22-22. Mjølnir vann seg upp á 24-22, men aftur eydnaðist Drátti at javna, men Mjølnir fekk við tveimum góðum álopum avgjørt fyrsta settið [...] fríggjadagin. Tað var Tove Rygsfjord, sum spælir á kantinum. Tað hevði við sær, at Vera Larsen spældi á kantinum í hesum dystinum og tó hon stóð seg væl, so var saknur í Tove. Ársins sett Dráttur helt á í 3
av Løgtinginum at trýsta á grøna knøttin og binda okkum til, at ein komandi suðuroyartunnil fer at ganga úr náttúruvakra økinum við Stóravatn, í Djúpadal og til Sandvíkar. Ferðslan fer at verða leidd gjøgnum [...] ráðgeving, vísa á, at vit hava ikki ráð til at gera ein tunnil til Suðuroyar, sum støðan er nú. Tí fegnist eg um, at støða ikki verður tikin til tað beint nú. Beint nú er ætlanin “bert” at “fyrireika, prosjektera [...] hevur tikið avgerðina. Men eitt er vist: hon er tikin uttan at hava kannað aðrar linjuføringar til fulnar. Við vanda fyri at verða skírd bæði býtt og ódugnalig, má eg, sum lítla barnið í ævintýrinum, rópa:
í samband við døpru síður lívsins. Tá ræður um hjá honum at duga at siga frá yvir fyri sær sjálvum, tá tað er við at vera ovmikið. - Eg royni at geva tí gætur, hvussu eg sjálvur reageri, tá eg komi í tílíkar [...] Sverra er at vitja á psykiatrisku deild. Umframt at vitja og hava gudstænastu fyri sjúklingunum, hendir tíðum, at fólk á deildini sjálvi koma og biðja um at tosa við prest. - Eg merki mangan, at fólk á hesum [...] skulu kunna tosa við meg, ynskja teir tað. Men tó má eg kortini hava í huga, at eg hóast alt komi á gátt í varðhaldinum sum prestur, og eitt nú plagi eg altíð at enda við eini andakt, um eg haldi tað er møguligt
um at koma norð at tosa við meg um at eg hevði verið í rættinum ákærd fyri at hava roynt at innflutt narkotika. Tað er aftur ein søga fyri seg, sum eg møguliga fari at skriva um tá tað nærkast at eg aftur [...] tøkur í dag. Ein annar máti at ræða fólk frá hesum heilivági, er at siga, at við at gera tað fríari so fara fleiri at misbrúka hendan heilivágin. Eg rokni við at tað fer at virka hinvegin. Fingu fleiri [...] tikin, osv. Eg havi oftani grátið tá eg havi lagt hornið á, tí søgurnar røra meg. Eg royni at svara sum frægast, men gráti eisini um at eg ikki fái hjálpt teimum. Vildi ynskt eg kundi. Tað sum eg vil siga
halda fram við tí arbeiðinum, eg hevði verið í hjá Otto, sigur Símun við einum brosi. At hann hevur búð 41 ár í New Zealandi er ikki lætt at hoyra. Hann tosar sera gott føroyskt, og tá hann tosar við konuna [...] Men hugurin at síggja umheimin var eisini stórur, og sum 22 ára gamal avgjørdi Símin at gevast við arbeiði sínum hjá Otto Reinert bert eina stutta tíð, lovaði hann. - Eg verði skjótur aftur. Eg skal bara [...] Men eg skilti eisini, at teir sóknaðust eftir fólki úr øðrum londum immigrants -, tí ikki var nokk av arbeiðsmegi í landinum. - Eg hevði jú royndir sum slaktari, so har fekk eg mín møguleika at halda
fløgu út, men sjálv heldur hon ikki, at tey tá megnaðu at marknaðarføra ta fløguna nóg væl. - So nú eri eg sera spent upp á at fara í gongd við tað aftur og at spæla saman við einum stórum orkestri aftur [...] di afturat, at tað einasta sambandið hon annars hevur havt við oyggjarnar í Norðuratlantshavinum er, at ein dótturin hevði ein sjeik úr Føroyum. - Eg gleði meg at sleppa at syngja fyri føroyingum. Serliga [...] honum havi eg lovað at stuðla við einari framførslu, men annars havi eg summarfrí nú og gleði meg at byrja aftur í august á Summarfestivalinum, sigur Anne Linnet í telefonini úr Skagen, har hon og nøkur
hann hvørja ferð tvætla við, at »eg eri blivin ov gamal«. Antin við at taka um lendarnar og halta avstað ella við at siga tað hart út. Hann segði tað, fleiri ferðir enntá, og eg bara irriteraðist inn á hann [...] var, at eg fór avstað uttan nakað sum helst. Kundi bara flenna at, hvussu vánaligt kvøldið hevði verið. Sum sagt dugi eg at síggja, hvat Logan ger, og hví fólki dámar tað. Tað er stuttleikin í at kunna [...] sveimandi lag. Írskur fólkatónleikur. Eg hugsaði, at hetta mundi fara at verða ein spennandi konsert; ein gevandi framførsla, sum fór at geva mær meira innlit í írsku røturnar. Eg havi ongantíð feilmett nakað so
ynskjum á møti. Tí hon má hava ein reellan kjans at prógva, at tú kanst hava álit á henni. Til dømis nær hon skal vera heima, at hon skal ikki drekka seg fulla, at hon skal sova heima, at hon skal siga frá [...] ólekkurt. Hvussu skal eg bera meg at fyri at siga við grannarnar, at hesin atburður ikki er í lagi? Heilsan ein óður granni Góði óði granni Ja, hvussu ber tað til, at fólk fáa sær hund og so skíta tey á [...] tað ger hon so. Eg og beiggi mín eru 16 og 12 ár, og vit eru so troytt av, at pápi altíð er fullur, tá hann er heima hjá okkum. Eg vil bara hava ein pápa, sum eg kann tosa við, uttan at hann hevur gloymt