frælsi, sum er við til at ríka mítt lívsvirði, og sum eg kann geva av. Er tað nóg mikið at hava Biblisku læruna at halda seg til í politikki? Ja, tað er nóg mikið, tað ivist eg ikki tí. Tað skilir ein [...] klæðum, leikum Biblium o.ø. við felagsskapinum »Hjálp til Eysturevropa« í samstarvi við Brøðrasamkomana. Eg havi sæð børn í so stórari neyð, sum nærum ikki kann sigast frá. Tey hava ongan góðan, og detta tí [...] tí niðurfyri í samfelagnum. Við at hjálpa hesum neyðstøddu, kann eg vera við til at gleða børnini, geva teimum leikur og klæði, eins og geva teimum tilkomnu eina Bíbliu ella Nýggja Testamenti, sum kann
komu heimaftur. Tað var ikki av tilvild, at familjan valdi at flyta til Klaksvíkar. Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon - ikki eins og onnur við hægri útbúgvingum - hevði hug at fara til Havnar at arbeiða. Hon [...] avbjóðing at flyta - Hvussu var at flyta til Klaksvíkar, eftir at hava búð í Keypmannahavn í nógv ár? Eg helt tað vera eina avbjóðing at flyta til Klaksvíkar, tí eg vildi prógva fyri mær sjálvari, at fólk [...] nar. Hví stillar tú upp til Løgtingið, tá tú ivaleyst hevur nóg mikið at gera í dagliga starvinum og í býráðnum? Eg haldi politiskt arbeiði vera so áhugavert, at eg ikki kann lata vera, sigur Eyðgunn
taka málið upp. Men enn hava vit ikki so frægt sum fingið svar. heldur ikki uppá, at tey yvirhøvur hava fingið brævið. Serliga hugstoytt haldi eg at tað er, at vit ikki hava fingið svar frá Ráðnum fyri [...] klára eyguni ikki at laga seg til myrkrið. Men hvat nú, um tað var ein bólkur av børnum, sum gekk á vegnum, og ikki eitt seyðafylgi? Hann sigur, at munnliga hevur hann spurt, hvussu tað ber til, at hetta [...] hondum. Eg havi bara fingið at vita, at ætlanin var, at fólk skuldu ganga eftir tí gamla vegnum. Men tað haldi eg er hol í høvdið, tí hvør gongur ein umveg, ið er væl longri, táið tað ber til at ganga
framgongd, so verður altíð víst til, at ein orsøk er, at starvsfólkið hevur havt góðan barnaskúla. Tað heldur Katrin Dahl Jakobsen ikki vera løgið, tí fólkaskúlin hevur børnini, tá tey eru í mest móttøkuføra [...] álvarslig kreppa í samfelagnum, tá so nógv gomul ikki hava eitt stað at vera. Vit mugu skipa so fyri at fleiri sambýli og røktarpláss eru til tey gomlu, sum ikki kunnu vera einsamøll, sigur Katrin. Hon viðgongur [...] ímóti lærdómi, enn tey, sum eingi áhugamál hava. Eg haldi fólkaskúlan vera týdningarmesti stovnurin í samfelagnum, sigur Katrin Dahl Jakobsen, og vísir til sítt ískoyti í valstríðnum. Hon grundgevur hesum
at drekka til ávísar tíðir nyttar ikki nógv, um ein ikki dugir at stýra mongdini, og tað eru tíverri heilt nógv av teimum 14, 15, 16, 17, 18 osfr. ára gomlu, ið ikki duga, tað veit eg, tí eg eri ein av [...] byrjaði, tá eg var 14 ár við at drekka til ávísar tíðir. Tær ávísu tíðirnar eru bara blivnar til 2-3 ferðir um vikuna hesi seinastu 10 árini, og mongdin er trífaldað síðan eg byrjaði, og eg kenni nógv tílík [...] Eg legði serliga merki til, hvat hasin fuglfirðingurin segði. Eg havi aldri hoyrt so galið, at ein skuldi læra børnini at drekka so tíðliga sum gjørligt, tá tey vóru eini 14 ár. Mær vitandi er tað ikki
tað yngsta ikki var meir enn tríggjar vikur. Eg havi gingið gjøgnum nógv í lívinum. M.a. misti eg mammu mína, tá ið eg bara var 12 ár, so eg kenni nakað til støðuna, børnini vóru í. ? Men eg má kortini [...] trongdi eg ikki so nógvan svøvn. Tá ið eg onkutíð merkti, at eg var troyttur, legði eg meg á ein mjølsekk á gólvinum. Eg sovnaði beinavegin, men vaknaði eisini aftur eftir tíggju minuttum, um eg skuldi [...] vóru komin til Føroyar. Møtini vórðu hildin í hølinum hjá Losjuni. Eftir eitt møti spurdi ein av offiserinum meg, um eg var frelstur. Eg segði, at tað visti eg ikki. Vit tosaðu og bóðu saman. Tá eg fekk spurningin
á garðinum. Tað var so løgið við Hinnu. Jú eldri eg varð, yngri gjørdist hon. Eg kundi tosa við hana um alt og visti, at hon skilti meg. Vit gingu til føroyskan dans og høvdu mong onnur felags áhugamál [...] og gleim. Tað er, tí eg hoyri lilju teska so kvøldsligt eitt ljóð: Sjá, fagrast eg eri av blómum, men líkbleik og køld eins og snjó. J. H. O. D. Hesi trý árini í Grønlandi havi eg javnan fingið brøv og [...] dámligi maður bar ljós inn í heimið hjá Hinnu. Hinnu havi eg kent alt mítt lív. Tað var bara at klúgva upp um garðin, so var hon har. Sum barn var hon ikki einans mín fastur. Hon var eisini omman hjá míni bestu
og malaria, men hann hevur ikki tann uppsvólpaða búkin, sum so nógv onnur børn í bygdini hava. Myndirnar av Biafra- børnunum seinast í seksti árunum renna mær til hugs, meðan eg gangi her millum smátturnar [...] innanhoknir, og eygnabráðið fjart og uppgevandi. Hon sigur, at tað stendur illa til við mati í býnum. Tað eru fleiri, sum ikki hava mat yvirhøvur, sigur hon. Og sjálv fingu hon og familjan einki at eta í [...] eingin, so tey hóra bara so dánt undan. »Tað er ikki óvanligt,« sigur Roda Mbowela, »at fólk ganga svong í heilar vikur.« Ein skitin hylur Í Ishmael vita tey ikki, hvat reint vatn er. Tey hava bara hoyrt um
Hon vil heldur ikki hava nakað fyri einki, tí hon er sannførd um, at tað at liva av øðrum spillir teg. Hon følir, at tað ger mun at vera virkin, at tað ikki er til fánýtis: »Kanska tað, at eg og fleiri, sum [...] skansin ikki er tann sami, tá ið Durita fer aftur til hús. Ein vinmaður Duritu er Jesar, næstelsti sonur á einum kongsgarði, og hann hevur tessvegna ikki nakra jørð í væntu. Tey kunnu tískil ikki giftast [...] eru. Sálarlig kryplan Framtíðarvónirnar í skaldsøguni eru ikki smávegis. At tað sum heild ikki stendur væl til millum fólk er grundað á, at tey ikki arbeiða nóg mikið, og skyldina hevur lógin frá 1777. Lógin
taka støðu til, er næstan borðbært, men eisini bara næstan. Høvuðsbroytingarnar Smbt. uppskoti stýrisins skal tað ikki longur vera neyðugt hjá leiðsluni at spyrja umboðsnevndina, um SEV til muns skal vaksa [...] uttan at broytingaruppskotið slapp á skrá. Eg gangi út frá, at hetta mál, sum hevur verið so leingi ávegis, og sum eisini hevur verið til 1. viðgerð, nú sleppur til 2. og endaliga viðgerð. Uppskotið ljóðar: [...] strikað, so ber til hjá leiðsluni einsamallari at gera av, um SEV t.d. skal halda fram við vatnorkuútbyggingini á Eiði. Smbt. uppskoti stýrisins skal leiðslan framyvir kunna binda felagið við keypi, sølu og veðseting