at tey, ið koma á festival, fáa eitt gott upplivilsi og hava pláss á festivaløkinum. Nú boða fyrireikararnir av Summar Festivalinum so frá, at tað verða bert seld 2.000 atgongumerki afturat í forsølu. [...] Tá ið hesi atgongumerki eru seld, verður sølan steðgað. Tað hevur verið upp á tal at selja dagsbillettir við dyrnar, men hetta verður bert gjørt, um atgongumerki verða eftir, tá festivalurin byrjar. [...] hevur gingið sera væl. Í sambandi við freistirnar, tá ið prísurin er farin upp, eru heilt nógv atgongumerki seld, og nú tað er ein vika eftir til festivalin, er farið at ganga undan við atgongumerkjum.
vera við á G! Festivalinum. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á G! atgongumerkjum fyri seinastu ferð. Mikudagin byrjar tjaldingin. Og hósdagin fer sjálvur festivalurin í gongd. Sí heimasíðuna hjá G! festivalinum [...] Nú nærkast G! Festivalurin við sjeymílaferð, og tað sæst aftur ymsastaðni. Eitt nú á Torginum í SMS, har fólk frá í dag kunnu hoyra tónleik og býta sítt atgongumerki um við festivalarmbond. Tey, sum ikki [...] ikki hava ognað sær eitt atgongumerki, hava eisini møguleika fyri tí. Allar dagarnar fram til mikudagin verður tónleikur á Torginum í SMS. Í dag mánadag kl 15 koma danska Karmakanónin framvið við síni
G! Festivalurin er seinastu fýra árini vorðin eitt tað sterkasta brand ið á føroyska marknaðinum. Við hørðum arbeiði hjá nógvum sjálvbodnum er G! Festivalurin vaksin frá eini konsert við 10 føroyskum bólkum [...] bólkum á einum sandpalli til ein útseldan festival við altjóða nøvnum. Í gjár gjørdist tað greitt, at Tónleikasamtakið Grót hevur avhenda festivalin til primus motor hesi árini Jón Tyril. Jón eigur alt
World Service útvarp hevur fyrr sent frá G! Festival (2007), men hetta er fyrstu ferð at BBC sjónvarpið ger innslag um G! Eftir ætlan verður eisini eitt innslag frá G! í BBC News meðan festivalurin er. [...] Kenda sendingin á BBC, Fast Track, sum røkkur 350 mió. húsarhald, hevði um vikuskiftið eitt innslag um G! Festivalin. Hetta var partur av tí tey kalla fyri The insider guide sum hesaferð snúði seg um festivalar
Eysturkommununi atgongumerki til G-festivalin fyri serprís um vikuskiftið, sum fyriskipararnir taka til. Tað merkir, at leygardagin og sunnudagin kundu fólk í Gøtu og í Leirvík keypa atgongumerki til G-festivalin [...] í Syðrugøtu, sum fáa ókeypis atgongumerki. Annars verða borgararnir í Eysturkommununi javntstillaðir við øll hini og tað merkir, at teir mugu sjálvir keypa sær atgongumerki. Men fyriskipararnir siga, at [...] Nú fyrireikingarnar til G-Festivalin eru byrjaðar, hava fyriskipararnir gjørt púra greitt, at nú mugu gøtufólk eisini gjalda fyri síni atgongmerki sjálvi. - Nú kommunan er blivin so stór, er ikki longur
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tær báðar genturnar úr Havn, eru á G! festival. - Líka síðan 2004 hava vit verið rímiliga fast inventar á G! festivalinum. Onkur festivalur er tó dottin ímillum, sigur Monika [...] er kanska eitt sindur av tilvild, at Lív og Monika endaðu á G! í ár. - Vit vurderaðu satt at siga, at vit vóru ov gamlar at fara á festival í ár. Men so bjóðaði ein vinkona okkum arbeiði her, og so tóku
í vikuskiftinum. Men okkara git vísir seg nú at vera rætt. Fyrireikarnir siga at framførslan á G! Festival verður nakað heilt serligt. Tann næstan legendariski pappmasjefokkjúfingurin verður faldaður við [...] nógvum, men er ivaleyst nógv meira. Vit kunnu longu byrja at gleða okkum. Sambært G! spæla 200 bara tvær konsertir í summar á G! og á Sandi. So hervið er eitt navn til festivalin á Sandi eisini kunngjørt.
siga, at alt frá heimabundnum troyggjum til G&G troyggjur er lov. Kvinnuligir gummistilvar Tað er altíð eitt gott hugskot at hava gummistilvar við á festival. Og sum flestum kunnugt er tað væl møguligt [...] plastposar við á festival, og lata teg í posan uttaná hosurnar – um so er, at gummistilvarnir fara at leka. Vilt og rokaligt hár Tað kann vera trupult at hava leyst, slætt hár til ein festival, tí stórur vandi [...] Myrkar negl Eitt gott ráð er at hava myrkt neglalakk við á festival, tí vit vita jú, at tað skal ikki nógv til, fyrr enn tjaldingarplássini á G! ella á Summar Festivalinum hava sett síni spor á neglirnar
kannar, hvat fólk halda um ársins G!festival. Hví ert tú á G!? Tí eg havi fingið eina billett. Og so kann eg vera saman við fólki. Drekka og hugna mær. Hvat er tað besta við G!? Tjaldingarøkið. Hvat er tað [...] tað ringasta? Musikkurin í ár. Hevur tú skorað á G!? Nei, eg havi sjeik. Hvussu nógv hevur tú drukkið? Alt ov nógv. Eg telji ikki. Eg havi drukkið síðan mikudagin. Men kanska tveir kassar og onkra fløsku
Øll hesi trý nøvnini hava okkurt tilknýti til tónleikaumhvørvið kring Grót og G! Festival. Orca manningin er kend úr bólkum sum Clickhaze, Gestum og Enekk. Við Sic spæla fleiri gøtumenn, og Martin í Grund [...] Trý tónlistarnøvn eru løgd afturat G! Mini skránni, sum nú er liðug. Orca, Sic og Martin í Grund leggjast afturat eini skrá, sum longu er pakkað við nøkrum av fremstu tónlistarnøvnunum í landinum. Øll