Gøtufólk mugu gjalda sum øll onnur

Tá ið G-festivalurin verðrur aftur í summar, verða tað bara tey allarnærmastu, sum sleppa ókeypis inn. Hetta er prísurin fyri at hava lagt saman við Leirvík

Nú fyrireikingarnar til G-Festivalin eru byrjaðar, hava fyriskipararnir gjørt púra greitt, at nú mugu gøtufólk eisini gjalda fyri síni atgongmerki sjálvi.

- Nú kommunan er blivin so stór, er ikki longur sannlíkt, at hon fer at rinda atgongumerki til allar borgararnar, siga fyriskipararnar í brævi til øll húski í kommununi nú um dagarnar.

Tað, sum sipað verður til, er at nú hava Gøta og Leirvík lagt saman-og hetta var so ein av prísunum fyri samanleggingina.

Tað verða bara tey, sum búgva á sjálvum festivaløkinum, mitt í Syðrugøtu, sum fáa ókeypis atgongumerki.

Annars verða borgararnir í Eysturkommununi javntstillaðir við øll hini og tað merkir, at teir mugu sjálvir keypa sær atgongumerki.

Men fyriskipararnir siga, at fyri at takka fyri tað farna og fyri at byrja samstarvið í nýggju stórkommununi væl, bjóðaðu tey fólki í Eysturkommununi atgongumerki til G-festivalin fyri serprís um vikuskiftið, sum fyriskipararnir taka til.

Tað merkir, at leygardagin og sunnudagin kundu fólk í Gøtu og í Leirvík keypa atgongumerki til G-festivalin fyri 595 krónur.

Annars kosta tey 695 krónur í forsølu, men beint áðrenn festivalin kosta atgongumerkini 995 krónur