ólíkligum orðum ella gerðum. Í grein 7 stendur: ?Á teimum støðum umrødd eru í grein 3, 1. petti, má tyrping ella mannatrongd, sum kann hava við sær ólag í almennum reglulag, ikki fara fram. Politiið kann siga [...] leiguvognum.³ Sagt verður víðari í 2. petti um ?Gætur eftir reglulag v.m.³, at ?fara slíkir tilburðir fram á støðum, har ikki atgongt er fyri almenning, og hava teir við sær ólag í almennum reglulag, kann politiið [...] Í politiviðtøkunum fyri ?Landkommunerne på Færøerne³ stendur m.a. um skil (og óskil) á økjum í kommununum: På offentlig vej og på andre steder, hvortil der er almindelig adgang, såsom beværtninger, butikker
taka útgangsstøði í málinum í Vági (sama hendi í Skopun fyri nøkrum árum síðani), sigur Bjørn á Heygum. Hann sigur, at orsøkin til at tú ikki kanst tosa um sjálvtekt í slíkum føri sum í Vági er, at tey, [...] blokaduni, ikki eiga økið (løgfrøðiliga), har blokadan verður framd. Har er ikki talan um at taka lógina í egnar hendur á egnum øki, men á økinum hjá einum øðrum. Tí kunnu vit ikki tosa um sjálvtekt í hesum [...] við tað, sum hendir í Vági, kann vera henda: Við síðuna av húsum tínum hevur tú ein bilskúrð. Í bilskúrðinum stendur ein frystiboks, sum tú vilt flyta úr bilskúrðinum inn í kjallaran í húsum tínum. Men uttanfyri
Tað hevur ikki sørt ørkymlað handilsfólk og aðrar tænastufyritøkur í Føroyum, at peningur, sum er goldin við FR-korti, ikki longur verður avgreiddur beinleiðis í peningastovnunum. Tað er PBS (Pengeins [...] bókaðan beinleiðis í PBS. Vansin er, at smærri fyritøku og handlar, sum ikki hava so stóran umsetning, aftra seg við at gera íløgur í ein slíkan terminal. Harnæst er terminalurin bundin í telefonina, og tað [...] FR-kort ella annað gjaldskort. - Tað er í lagi, at PBS eigur skipanina við Dan-kortum í Danmark, men teir eiga ikki FR-kortini. Tað er ein heilt øðrvísi skipan, sum ikki skal sammetast við donsku kortini,sigur
arbeiðsskjal hjá formansskapinum í løgtinginum, fari eg ikki at almannakunngera, hvat nevndin mælir til. Eg fari at taka málið upp á fundi í formansskapinum fríggjadagin, og í samráð við tey fari eg at gera [...] Jógvan Ingvard Olsen broytti skrúðgonguna, eftir at nýggja stýriskipanin varð sett í gildi. Serligt kjak tók seg upp um, hvar í røðini bispur og prestar skuldu ganga. Marita Petersen flutti bisp, prestar og [...] prestar og ríkisumboðsmaður aftur komu í fremstu røð. Sambært nýggju skipanini er løgtingsformaðurin hægsti politiski myndugleiki, og tað er tað eisini hann, sum í síðsta enda ger av, hvussu gingið verður
at verða. Hjálpin er nær Nógv hjálp er at fáa bæði í forritinum og í eini greiðari brúkaravegleiðing. Tí verri er vegleiðingin ikki týdd - heldur ikki til danskt. Har er bæði ein long guide, ið sigur hvussu [...] perspektiv, og so fara runt í ymsu rúmini - hjálptur av nøkrum pílanertlum og skíggjanum. Hetta riggar bara væl, men grafiskt ikki serliga imponerandi. Nógvir smálutir er í forritinum, sum ger tað møguligt [...] Eingin ivi er um, at teldan er eitt nógv elskað og væl dámt leika í nógvum heimum. Teldufløgur og Internetið hevur latið dyrnar upp fyri einum ovurstórum spæliplássi bæði fyri børn og vaksin. Men teldan
merkir, at kannað verður, um javnvágin í hjólinum er í lagi. Er hon ikki tað, fer hjólið at rista, tí hjólið er tyngri í øðrum stað - ella at miðpunktið ikki verður í sentrum á hjólinum. Fyri at bøta um hetta [...] partvíst er at finna í tí, at vit í Føroyum ikki koyra so long strekki, og tí ikki merkja løgnu ristingarnar, sum standast av vánaligum dekkum. Hann vísir eisini á annað, sum skal vera í lagi, ið hevur samband [...] hava fyri koyritrygdina. Vit merkja tað kanska ikki so væl her í Føroyum, tí her koyra vit ikki so long og jøvn strekki. So skjótt vit eru komin upp í nógva ferð, so skulu vit aftur minka um ferðina.
endamál. Hesin Mazdabilurin er ikki marknaðarførdur í Evropa sum so, og fæst hann umframt í Føroyum bert í Hollandi og Týsklandi. Men MPV er væl kappingarførur við hinar bilarnar í klassanum. Hann er tann higartil [...] afturat. Í gjár royndi Sosialuri út at koyra nýggja MPV?in hjá Mazda. Eisini her er talan um ein familjubil í sama klassa sum Toyota Previa, Chrysler Voyager, Nissan og allar hinar, sum eru við í kappingini [...] m nýtast sum borðpláta. Tá tú koyrir í Mazda MPV hoyrir tú ikki, at hann hevur ein diesel motor. Bilurin er so væl bjálvaður, at troyttandi dieselgangurin als ikki rínur ígjøgnum. Bilurin hevur eisini
Starvsfólkini í Svimjihøllini verða nú flutt upp úr 9. í 10. lønarflokk við aldursviðbótum, og onkur í 12.. Í 1995 vórðu tey flutt úr 12. niður í 9. lønarflokk, og teirra krav var at koma upp aftur í 12. nú, [...] blankt og 56 vóru ímóti. Andres Poulsen, formaður í felagnum, er fegin um, at tað eydnaðist at faa gjørt sáttmála, eftir at felagið hevði verið í verkfalli í eina viku. Hann er eisinifegin um, at felagið einki [...] dagrøktarmammurnar komu í felagið. Tær stríddust frammanundan sjálvar við at vinna sær rættindi, men illa gekst. Andreas Poulsen minnir eisini á, at í tí løtu semingsmenn koma upp í samráðingar, mugu báðir
ar, hevur ikki hildið. Tað prógva tølini hjá Hagstovuni. Hetta sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, at Fólkaflokkurin júst nú hevur sitið í landsstýrinum í eitt ár. Og [...] Og hetta er so jubileumsgávan: Ein munandi vøkstur í útreiðslunum í almennu fyrisitingini. Tað eru serliga Óli Breckmann og Annfinn Kallsberg, ið hava ført fram, at almennu útreiðslurnar skulu skerjast [...] at fara úr landsstýrissamstarvinum. Vit bera ikki orð fyri at ræðast almennar útreiðslur. Men máti skal vera við, heldur Jóannes Eidesgaard. Vit royndu í gjár at fáa viðmerking frá Annfinni Kallsberg
undir slíka skipan í Føroyum, so var neyðugt at gera tað í samstarvi við PBS (Pengeinstitutternes Betalingsservice) í Danmark, sum umsitur gjaldkortskipanina í Danmark, upplýsir Bergur í Garði. Peningastovnarnir [...] Veruleikin er, at hetta er danskt gjaldskort, sum PBS í Danmark eigur og umsitur. Søguliga bakgrundin fyri, at FR-kortið varð innført í Føroyum í 1988, var tann, at londini rundan um okkum vóru farin undir [...] Peningastovnarnir valdu PBS, fyri at kortið eisini kundi nýtast í Danmark og aðrastaðni. - Fyrimunurin við at vera limur í PBS er, at brúkarin kann fara í einhvønn peningastovn, sjálvtøku ella teleterminal, at