Kappingin um stóru familjubilarnar er vorðin altsamt størri seinnu árini. Fleiri bilmerki hava umsíðir fingið sær eina útgávu - vørubili lík - sum er gjørdur soleiðis, at øll familjan - kanska serliga tær stóru familjurnar - kunnu hava gleði av honum.
Tað, sum eyðkennir hesar bilar ella bussar er, at teir eru sum persónbilar at koyra og at teir hava allar teir hentleikar, tær tørvar og meira afturat.
Í gjár royndi Sosialuri út at koyra nýggja MPV?in hjá Mazda. Eisini her er talan um ein familjubil í sama klassa sum Toyota Previa, Chrysler Voyager, Nissan og allar hinar, sum eru við í kappingini um stóra familjubilin.
MPV merkir Multi Purpose Vehicle - bilurin til øll endamál. Hesin Mazdabilurin er ikki marknaðarførdur í Evropa sum so, og fæst hann umframt í Føroyum bert í Hollandi og Týsklandi.
Men MPV er væl kappingarførur við hinar bilarnar í klassanum. Hann er tann higartil bíligasti - og kostar 230.000 krónur. Tá hevur hann ein 2,5 l diesel motor.
Bilurin er til átta persónar, og setur eru í trimum røðum. Beinplássið er sera gott. Framman hevur tú heilar 102 cm at strekkja beinini í, á fremra baksetrinum 92 cm og á aftara baksetrinum hevur 82 cm. Innan er bilurin 124 cm høgur, og viðførisrúmið - aftan fyri aftara baksetrið rúmar 218 l tá øll setrini eru í.
Men tørvar tær størri pláss, so er lagað manni at taka setrini úr, ella at bukka tey frameftir. Bæði tey aftaru røðini av setrunum eru sera løtt at taka úr - tú hálar bert í eitt handtak, so eru tey leys.
Aftaru setrini kunnu eisini leggjast niður, og baksíðan á ryggleninum nýtast sum borðpláta.
Tá tú koyrir í Mazda MPV hoyrir tú ikki, at hann hevur ein diesel motor. Bilurin er so væl bjálvaður, at troyttandi dieselgangurin als ikki rínur ígjøgnum. Bilurin hevur eisini sera gott upptrekk - rættuliga gott av einum diesel at vera.
Um brennievnisnýtsluna verður upplýst, at bilurin nýtir 9,5 l av dieselolju fyri hvørjar 100 km koyrt verður. 2,5 l motorurin hevur 115 hestakreftir - við turbo.
Bilurin fæst eisini við bensinmotori, men hjá Jóhs. Berg siga teir, at hann helst ikki verður at fáa við bensinmotori. Diesel útgávan fæst bert við manuellum gearum - og tá hevur hann fimm gear.
Av útgerðini kann annars nevnast, at bilurin hevur sentrallás, el-rútar og el-spegl.
Bilurin er 4,67 m langur (sum vanligur persónbilur), hann hevur 16,5 cm fríhædd, tá hann er fulllessaður og er sera rúmligur innan. Við góða plássinum situr tú sum vera man sera væl - bæði bilførari og ferðandi. Tú situr høgt, og hevur tí gott útsýni frameftir og til síðurnar. Nógvu nakkastútturnar taka nakað nógv av útsýninum aftureftir, men síðuspeglini hevur hann góð.
Komfortin er sera góð. Av at vera í hesum prísklassanum er talan um ein bíligan bil, sum er væl egnaður til stórar barnafamiljur, sum hýruvognur ella sum vanligur bilur hjá honum, sum av einhvørjari orsøk hevur brúk fyri einum eitt sindur størri bili.