Stevnudysturin í góðveðrinum í Runavík í kvøld millum NSÍ og Víking endaði 1-1. Dómarin legði nógvar minuttir aftrat, tí talan hevði verið um nakrar skaðasteðgir, og klokkan var farin seks minuttir yvir [...] Hendriksson Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið. Hetta var tíggjunda málið hjá Brandi H. Olsen fyri NSÍ í landskappingini. At NSÍ dygst undan steðginum legði seg á odda var vátur vøttur í andlitið á Víkingi [...] Innskifti Ragnar Skála vann hornaspark í høgru, og tá ið Sølvi Vatnhamar legði innfyri málið, var tað Poul Kallsberg, sum mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. Poul Kallsberg er toppskjútti
Tað gongur strúkandi hjá HB. Í dag vóru André Olsen og hansara menn fyri sættu ferð í eldinum síðani venjaraskiftið, og aftur í dag gekk tað væl. HB var í Sørvági, har tað eydnaðist gestunum at hava 2-1 [...] stig. HB er í stórari kapping við NSÍ um næstfremsta plássið. Í HB verður í løtuni ikki hugsað um oddasessin og FM heitið. Tað sá út til at verða burtur undan venjaraskiftinum – fyribils í hvussu so er [...] luttøkuni, og teir eru báðir í Gundadali. Tann fyrri verður ímóti TB nú leygardagin, og tann seinni verður grannauppgerð ímóti B36, sum í fimta umfari vann 3-2 ímóti HB. Sigurin í Sørvági ber við sær, at HB
reint teir fyrstu 48 minuttirnar. KÍ vann á útivølli í Hoyvík heili 18-0 á FC Hoyvík. KÍ var á odda 8-0 í steðginum, men tað fekk tær ikki at taka ferðina av spitaranum í seinna hálvleiki. Eyðvør Klakstein [...] Trettanda og næstseinasta umfarið var leikt í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum í dag. Í øllum fýra dystunum var talan um uppgerðir millum topp-4 og botn-4 lið. Talan gjørdist eisini um fýra stórsigrar [...] Olsen skutu allar hattrick í dag. 18-0 stórsigurin merkir, at KÍ við sama stigatali sum NSÍ, 33 stig, nú hevur ein betri málmun. Also heili 40 mál vóru skotin í dagsins umfari í Betrideildini hjá kvinnum
B36 í Klaksvík plagar at vera millum størstu avbjóðingarnar hjá KÍ, og soleiðis var tað eisini í dag. Tað endaði við, at KÍ vann 2-1, og sigurin ber við sær, at KÍ framvegis er stórfavorittur í FM kappingini [...] Sivertsen, sum í fyrradagin fylti 17 ár, var málskjútti í bestu deildini. At tað eydnaðist B36 at minka um munin kundi lagt upp til, at teir í árstalsfelagnum spentu álopsbogan heilt í botn, men tað varð [...] Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vann B36 fríspark dygst uttanfyri KÍ brotsteigin, men bólturin varð sendur í verjugarðin, og so var tað lítla løtu seinni, at heimaliðið legði seg á odda. Uppspælið var í høgru
Tað vendi heilt øðrvísi í Gundadali í kvøld, enn støðutalvan annars legði upp til. Gestirnir í B71 vóru undan ferðini undir fjørðin næstfremst, meðan næstbesta liðið hjá B36 var aftast við fýra stigum [...] til mál, og í næstsíðsta minutti var tað Dávid Høgnason Viderø, sum staðfesti trivaliga 3-0 heimasigurin. Hetta var fjórða ferðin í ár, at 16 ára gamli Dávid Høgnason Viderø var málskjútti í næstbestu deildini [...] ellivu. Hann er fyri stuttum fluttur til B36 úr KÍ, har hann hevur spælt 68 landskappingardystir á besta liðnum, fimm dystir um løgmanssteypið og 15 dystir í europeisku kappingunum. Jóhann Hansson Joensen
Seinnapartin vera tríggir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum. Klokkan 15 byrja dystirnir: KÍ-B36 við Djúpumýru í Klaksvík, og 07 Vestur-HB á Dungasandi í Sørvági. Klokkan 17.15 byrjar grannauppgerðin [...] erðin millum NSÍ og Víking við Løkin í Runavík. KÍ og HB hava eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dagsins dystir í Betrideildini. NSÍ er eisini favorittur, men hevur [...] hevur eina nakað minni favorittstøðu enn KÍ og HB. HER eru miðaloddsini fyri teir tríggjar dystirnar, ið vera leiktir í dag: ##med2##
fluttu fyrr í ár úr KÍ og til ÍF. Jákup Andrias Thomsen, sum fyri einum ári síðani flutti úr Víkingi og til ÍF, skoraði í 50. og 51. minutti. Hann hevur skorað trý mál í næstbestu deildini í ár. Síðstu [...] fyrr í ár vóru nógvir útlendskir spælarar á KÍ liðnum, sum hevur liðið seinastu ferðirnar og aftur í dag verið mannað við spælarum, sum eru uppaldir í felagnum. Undantakið millum teir fyrstu ellivu í dag [...] sum í síðstu løtu staðfesti 4-0 heimasigurin. Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen átti uppleggið. Rúnar er ÍF toppskjútti við níggju málum, og 17 ára gamli Jógvan á Lakjuni hevur skorað tvey mál í ár. KÍ er á
liðini møtast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, sum verða spældar 3. og 14. septembur Tað verður Skála ímóti KÍ, og Víkingur, sum á heimavølli tekur ímóti HB, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini [...] meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin 14. septembur. Í fjórðingsfinalunum, sum blivu spældar í gjár, hósdagin, vóru úrslitini hesi: KÍ – FC Hoyvík, 9-0, Skála – 07 Vestur 6-2, Víkingur – B36 3-0 [...] 3-0, og aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping vann HB 3-0 á NSÍ við Løkin í Runavík. Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur. Skrivar FSF.
fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at HB, KÍ, Skála og Víkingur hava spælt seg í hálvfinalurnar Við trivaligum sigri á FC Hoyvík, hevur KÍ spælt seg víðari [...] Lützen. Miðskeiðis í seinna hálvleiki í vanliga dystinum bjargaði hon brotssparki, og í brotssparkskappingini tók hon aftur eitt, meðan tvey fóru fram við málinum. Hvussu liðini møtast í hálvfinalunum, verður [...] víðari í steypakappingini kvinnum, saman við HB, Skála og Víkingi. Mikukvøldið vóru fjórðingsfinalurnar á skránni. KÍ vann 9-0 á hoyvíkskvinnum, Skála sendi 07 Vestur til hús við einum 6-2 tapi, og í Sarpugerði
ligið í kortunum í fleiri vikur. Í fyrru hálvfinaluni vann Víkingur 2-0 á Toftum, og KÍ vann 4-0 á heimavølli ímóti AB. Tí vóru Víkingur og KÍ stórfavorittar at vinna seg í steypafinaluna, og í kvøld er [...] staðfest, at ársins finala í kappingini um løgmanssteypið verður millum Víking og KÍ. Sambært heimasíðuni hjá FSF verður steypafinalan fríggjadagin 31. oktober á Tórsvølli. Í kvøld vann Víkingur 2-0 á [...] heimavølli og harvið samantalt 4-0 ímóti B68. Í kvøld vann KÍ 2-1 á Argjum og harvið samantalt 6-1 ímóti AB. Bæði á Argjum og í Sarpugerði var talan um fínar venjingardystir. At støðan undan dystarbyrjan