Tað gongur strúkandi hjá HB. Í dag vóru André Olsen og hansara menn fyri sættu ferð í eldinum síðani venjaraskiftið, og aftur í dag gekk tað væl.
HB var í Sørvági, har tað eydnaðist gestunum at hava 2-1 sigur við sær aftur til Havnar. Hetta er sama útslit, sum tað var, tá ið HB í øðrum umfari var á Dungasandi.
Úrtøkan úr teimum seks dystunum hjá André og HB er fimm sigrar og ein javnleikur. HB eigur tveir dystir eftir undan summarsteðginum og europeisku luttøkuni, og teir eru báðir í Gundadali. Tann fyrri verður ímóti TB nú leygardagin, og tann seinni verður grannauppgerð ímóti B36, sum í fimta umfari vann 3-2 ímóti HB.
Sigurin í Sørvági ber við sær, at HB hevur 31 stig. HB er í stórari kapping við NSÍ um næstfremsta plássið. Í HB verður í løtuni ikki hugsað um oddasessin og FM heitið. Tað sá út til at verða burtur undan venjaraskiftinum – fyribils í hvussu so er.
Undan hesum kappingarárinum keypti HB Emil Grønn Pedersen frá 07 Vestur. Meðan Adolfo Sormani var venjari var leikluturin hjá norska álopsspælaranum heilt lítil, og tað varð tosað um kiksað keyp.
Síðani venjaraskiftið er Emil Grønn Pedersen av álvara komin fyri seg í HB. Hann skoraði tvey mál í 4-1 sigrinum á útivølli ímóti B68 fyri einari viku síðani, og aftur í dag átti norðmaðurin stóran leiklut.
Tað gekk javnt á, og tá ið teir fóru at hvíla seg var tað framvegis málleyst. Tveir minuttir eftir steðgin legði HB seg á odda. Málskjútti var Emil Grønn Pedersen, sum var leysur fyri opnum máli, eftir at Jákup L. Thomsen sera lítið sjálvsøkið spældi hann leysan.
Og fimm minuttir seinni átti Emil Grønn Pedersen aftur stóran leiklut, tá ið HB økti um leiðsluna. Emil legði úr vinstru bóltin innfyri málið, har Leivur Fossdal Guttesen heilfluktaði bóltin í málið.
07 Vestur royndi at svara aftur, og eitt korter undan leikloki eydnaðist tað at minka um munin. Málskjútti var Tobias Fabian Giusti, sum vágamenn í síðstu viku leigaðu frá KÍ. Uppleggið átti Mikkel Hyllegaard.
At munurin bara var eitt mál bar við sær, at tað var spennandi, inntil síðsta bríksl, men enn einaferð stóðu vágamenn eftir við ongum.
Stigatalvan sigur, at 07 Vestur er á niðurflytingarplássi. Tað kennist sjálvandi órógvandi, men hugburðurin er framvegis góður, og tað skal vera undarligt, um tað ikki fer at eydnast at skava nøkur stig saman aftrat. Undan summarsteðginum fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti B36 og FC Suðuroy.