Trettanda og næstseinasta umfarið var leikt í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum í dag. Í øllum fýra dystunum var talan um uppgerðir millum topp-4 og botn-4 lið. Talan gjørdist eisini um fýra stórsigrar til liðini, ið fara at kappast um meistaraheitið í tí ovara endaspælinum.
Við Løkin í Runavík vann NSÍ 9-1 á B36. Rebekka Benbakoura og Heidi Sevdal skutu báðar hattrick. HB vann á ovara vølli í Gundadali 7-0 á 07 Vestur. Víkingur vann á útivølli 5-0 á Skála ÍF undir Mýruhjalla. Heimaliðið megnaði tó at halda málið reint teir fyrstu 48 minuttirnar.
KÍ vann á útivølli í Hoyvík heili 18-0 á FC Hoyvík. KÍ var á odda 8-0 í steðginum, men tað fekk tær ikki at taka ferðina av spitaranum í seinna hálvleiki. Eyðvør Klakstein var toppskjútti við fimm málum. Tóra Mohr, Sólja Ernstsdóttir og Malena Olsen skutu allar hattrick í dag.
18-0 stórsigurin merkir, at KÍ við sama stigatali sum NSÍ, 33 stig, nú hevur ein betri málmun.
Also heili 40 mál vóru skotin í dagsins umfari í Betrideildini hjá kvinnum.
HB-07 Vestur 7-0 (3-0)
1-0 Leona Kjærbæk Djurhuus (19.)
2-0 Leona Kjærbæk Djurhuus (23.)
3-0 Fridrikka Clementsen (38.)
4-0 Ása Stórá Carlsen (51.)
5-0 Rúna Jacobsen (56.)
6-0 Rúna Jacobsen (70.)
7-0 Julia Rósa Dal Christiansen (86.)
NSÍ-B36 9-1 (4-0)
1-0 Rebekka Benbakoura (7.)
2-0 Heidi Sevdal (9.)
3-0 Naomi Hansen (19.)
4-0 Heidi Sevdal (23.)
5-0 Naomi Hansen (52.)
6-0 Dania Olsen (56.)
7-0 Rebekka Benbakoura (59.)
8-0 Rebekka Benbakoura (62.)
8-1 Sigrið Hansdóttir (66.)
9-1 Heidi Sevdal (85.)
Skála ÍF-Víkingur 0-5 (0-0)
0-1 Hanna Isaksen Højgaard (48.)
0-2 Sára Vang Justinussen (51.)
0-3 Sára Poulsdóttir á Líðarenda (56.)
0-4 Hanna Isaksen Højgaard (63.)
0-5 Anna Jørginsdóttir (79.)
FC Hoyvík-KÍ 0-18 (0-8)
0-1 Eyðvør Klakstein (9.)
0-2 Sólja Ernstsdóttir (14.)
0-3 Sólja Ernstsdóttir (22.)
0-4 Tóra Mohr (33.)
0-5 Eyðvør Klakstein (36.)
0-6 Tóra Mohr (41.)
0-7 Eyðvør Klakstein (42.)
0-8 Durita Hummeland (43.)
0-9 Eyðvør´Klakstein (49.)
0-10 Sólja Ernstdóttir (50.)
0-11 Malena Olsen (53.)
0-12 Tóra Mohr (54.)
0-13 Malena Olsen (58.)
0-14 Eyðvør Klakstein (63.)
0-15 Malena Olsen (69.)
0-16 Durita Hummeland (70.)
0-17 Tóra Mohr (77.)
0-18 Tórunn Højgaard Olsen, br. (80.)
Kelda: dystir.fo
Støðan:
Nr | LIÐ | ST | DS | VD | JD | TD | MF | MÍ | MM |
1. | KÍ kv. | 33 | 13 | 11 | 0 | 2 | 84 | 9 | 75 |
2. | NSÍ kv. | 33 | 13 | 11 | 0 | 2 | 82 | 11 | 71 |
3. | HB kv. | 31 | 13 | 10 | 1 | 2 | 55 | 12 | 43 |
4. | Víkingur kv. | 25 | 13 | 8 | 1 | 4 | 41 | 19 | 22 |
5. | B36 kv. | 13 | 13 | 4 | 1 | 8 | 21 | 53 | -32 |
6. | 07 Vestur kv. | 8 | 13 | 2 | 2 | 9 | 10 | 50 | -40 |
7. | Skála ÍF kv. | 7 | 13 | 2 | 1 | 10 | 19 | 56 | -37 |
8. | FC Hoyvík kv. | 3 | 13 | 1 | 0 | 12 | 4 | 106 | -102 |