rúsin av sær í brummuni. Hetta var gjørt fyri at skapa frið á bústaðnum. Í gjár var kvinnurenning, og hon gekk væl, sigru vaktleiðarin. Tó so var onkur klaga, tá renningin ávirkaði ferðsluna á Hvítanesvegnum [...] Løgreglan handtók í nátt ein persón, sum skapaði sær á Vaglinum, sum vaktleiðarin málber seg. Hann hevði narko uppi á sær.
frá fólki, sum hava latið telefonnummar. Í einum føri hevði ein persónur eisini latið kortupplýsingar, tí viðkomandi fekk at vita, at hann hevði vunnið okkurt. Tað endaði við, at viðkomandi mist 1.500 [...] at vera boð frá teldusníkum, sigur løgreglan. Boðini eru skrivað á góðum føroyskum máli, og tí er torført at leggja til merkis, at talan er um boð frá óreiðiligum fólkum. Síðani eru fleiri boð farin víðari
Russland náttina fyri hevði skotið 14 ballistiskar rakettir og 250 dronur. Sambært Tkachenko duttu vraklutir frá russiskari dronu niður sunnunáttina í Holosiivskyj-økinum, har hon rakti ein íbúðarbygning
dini. AIK hevði í kvøld torføran útidyst á útivølli móti verandi meistarunum, Malmö FF. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Malmö hevði bóltin 63 prosent av tíðini, og heimaliðið hevði eisini fleiri [...] fleiri royndir enn AIK. Men tað er sera torført at bróta liðið hjá Mikkjali niður. Aftaná seks sigrar og fimm javnleikur hevur AIK 23 stig á øðrum plássinum. Mjällby er fremst í deildini við 26 stigum. Elfsborg
Kvinnan hevði á almennu Facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm, sum dómarin hevði sagt. Í viðmerkingini hótti hon dómaran eftir lívinum. Kvinnan greiddi frá, at viðmerkingin [...] viðmerkingin ikki skuldi skiljast sum ein hóttan, og at orsøkin til viðmerkingina var, at hon helt, at revsingin fyri kynslig brotsverk í Føroyum er ov lág. Ákæruvaldið kravdi kvinnuna dømda fyri viðmerkingina [...] Umframt at verða dømd fyri at hótta dómaran, varð kvinnan eisini dømd fyri at hótta persónin, sum hevði móttikið dómin, sum greinin snúði seg um. Av tí, at tað var ein dómari hjá Føroya Rætti, sum varð
viku kom ein upptøka av Biden frá 2023 fram, tá hann framvegis var forseti. Her hevði hann eina skroypiliga rødd og hevði eftir øllum at døma ilt við at minnast árið, tá sonurin doyði og tá Trump fyrstu [...] hansara aldur og kognitivu førleikar. Varaforsetin hjá honum, Kamala Harris, stillaði upp í staðin, og hon endaði við at tapa valið fyri Trump. Á sosiala miðlinum X bjóðar Harris eggjan til Biden. - Joe er
aftur, sigur føroyska Sissal framman fyri fjølmiðlum á staðnum. Hon er um at vera liðug við læraraútbúgvingina, men mest av øllum gleðir hon seg til at koma heim til Keypmannahavnar og klemma báðar døturnar [...] klædnavenjing frammanundan, men Sissal sang ikki ígjøgnum fyri at bjarga røddini. Hon hevur havt forkølilsi síðani hon kom til Basel og hevur verið hjá læknanum, sum ikki fann tekin um inflammatión, men [...] hjá mær er so broytilig. Men Eurovision er hart. ##med3## Hon vissar tó um, at rødd hennara fer at skína í finaluni. - Í kvøld veit eg, at hon skal nokk klára tað. Hatta er ikki nakar trupulleiki. Eurovision
ER RÀGEVI HJÁ TUNNILSFELAGNUM. Frammanundan hevði eg – fleiri ferðir - biðið Løgmannsskrivstovuna um fund, har eg vildi vísa teimum verkætlanina, og hvussu hon skuldi gjøgnumførast, og greiddi í telefonsamrøðum [...] mátti ikki sjálvur koma við projektum, sum aðrir høvdu gjørt. Eg segði honum, at eg hevði longu vent mær til Teitur, men hevði ikki hoyrt aftur frá Teitur. Júst hetta vendi eg meg fleiri ferðir til Løgmann [...] stytt niður í minni enn eina helvt, í mun til tunnilslinjuna hjá P/F Suðuroyartunnil, har Løgmaður hevði sett seg sjálvan sum hægsta - og einaráðandi - nevndarformaður. Í einum øðrum hoyringsskrivi, vísti
kenna vit ikki til støðuna ella gongdina hjá náttúruni í dag. Uttan hesa neyðugu grundvitanina er torført at seta eitt virði á náttúruna, og tí endar tað eisini við, at inntriv verða tikin fram um atlit [...] vistskipanum og djóralívi til jarðfrøði og landslag – og skal gerast av náttúrufakligum serfrøðingum. Hon skal eisini viðgera møgulig alternativ, og hvussu byggingin kann skipast fyri at minka um árinini á [...] eins og vindmylluverkætlanin í Klivaløkshaga á Sandoynni, har tað m.a. vísti seg, at kanningin ikki hevði tikið atlit til ferðingina hjá fuglunum í økinum. Við eini slíkari tilgongd er ógjørligt at viga og
ferð, hevði hon ikki roynt at arbeiða á fiskavirki áður, og tí var hetta nakað hon skuldi venja seg við. Men tað gekk ikki long tíð, til at Hanna Sofía Samuelsen treivst í arbeiðinum. – Eg hevði ongantíð [...] sæð, hvussu tey arbeiddu við fiski fyrr, men aftaná tvær vikur dámdi mær tað ordiliga væl. ##med2## Hon byrjaði á Vaðhorn á Eiði. Í januar 2019 stongdi virkið á Eiði, og starvsfólkini blivu flutt til Strendur [...] fingu bjóðað starv á Strondum, næstan øll tóku av, eisini Hanna Sofía Samuelsen. Aftur hesaferð skuldi hon venja seg við nýggjar umstøður, tí arbeiðið á Eiði var nakað øðrvísi enn tað er á Strondum. Tey vóru