gerast eitt undantak fyri okkum. So var at tosa við teir 4 limirnar úr teimum stóru løgtingsflokkunum í Landsskúlaráðnum. Tað skuldi eitast, at eg fór til Havnar at vitja konu mína Marnu, sum beint tá hevði [...] havt alt at týða fyri Niels Petur heila lívið. Hann hevur passað seyðin væl og hevur eisini havt fram úr góðan seyð. Tá eg fór at fáast við seyð, fekk eg eitt reyðlitt gimburlamb frá honum. Eg slepti tað [...] stuttligt og áhugavert fyri at fáa næmingarnar í góðum lag. Hann var ein meistari at undirvísa bæði í føroyskum og í týskum. Hann dugdi sera væl at læra frá sær og ikki minst at halda stýr á flokkunum í
Við Tjarnir 15. februar 2024 Formaðurin fyri “við Tjarnir” við fleiri við honum frøast um hesa stóru verkætlan, sum nú er liðug. Hjartaliga vælkomin, hugnaligt og hugaligt at síggja tykkum øll her við [...] ráðgevar ogikki minst allir undirveitarar hava fingið alt at borið til. Jón hevur saman við manning arbeitt við lív og sál fyri at henda verkætlan skuldi eydnast. Stýringina á byggiøkinum hava Eyðfinn Guttesen [...] um at byggja eina “multihøll”, sum hon bleiv rópt tá, er nógv, ja sera nógv hent. Fyrstu fundir, sum vóru við umboð fyri kommununa, vóru í tí stilla, og eisini vóru umboð okkara í fólkatinginum við. Nógvir
men hann var við hesi gerð við til at bjarga donskum jødum og bjargaði samstundis bæði síni, kirkjunnar og Danmarkar æru. Grønland Í hesum sambandi havi eg hug – við fáum orðum – at nema við dagsins og [...] Söderberg. Gamal gestur á vitjan Tá ið eg loyvi mær at nema við hetta mál, hevur tað samband við, at tann rørsla, sum kveikti hesa gølu, nú aftur ger um seg víðahvar í heiminum, og serstakliga í Europa [...] katólsku kirkjuna kravdu, at Alfred Dreyfus skuldi revsast, eisini um hann var ósekur og eisini eftir, at hetta væl og virðiliga var prógvað. Málið endaði við, at Dreyfus – í 1904 – varð fríkendur
hugsunarháttur. Arendt meinar, at fleiri trupulleikar fylgja við tí at leggja størsta dentin á at uppala børnini til at klára seg í samtíðar samfelagnum. Ein trupulleiki er tann, at samfelagið kann broytast [...] børnum og ungum at mennast til fræls menniskju við møguleika fyri at skapa nakað í anda natalitetsins, so eigur skúlin at vera “konservativur”, skilt á tann hátt, at í skúlanum eigur ein at læra um heimin; [...] ímynda vit okkum um somu tíð, hvussu børn eiga at verða uppald bæði til at kenna og virka væl í hesum ávísa samfelagnum – men eisini til at kunna verða við til at skapa tað. Líka síðani upplýsingartíðina hevur
long røð við krøvum um, at limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya skuldu geva frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri. - Tí steðgaði eg fundinum, sigur Mary Antonsdóttir. Hon vísir á, at limirnir [...] okkara rættindi, at har var einki grundarlag at samráðast víðari. Nú umhugsa vit næsta leik væl og virðiliga, sigur hon. Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya, leggur aftrat, at eingin nýggjur [...] í fýra mánaðir og áttu tí at havt eina fatan av ynskjunum hjá hvørjum øðrum, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya. Men so varð ikki. Hon vísir á, at uppskotið frá Kommunala A
greiðir frá, at tá hon av fyrstan tíð hoyrdi um, at Reyði Krossur ætlaði at lata virksemi upp í Klaksvík og at ætlanin var at gera staðið til ein kraftdepil hjá Reyða Krossi fyri alt landið, varð hon beinavegin [...] tí tók eg tað á meg. Eg haldi sjálv, at Reyði Krossur ger eitt fantastiska gott arbeiðið og síggi nógv virði í arbeiðnum bæði í Føroyum og uttanlands. So eg hugsaði beinavegin, at hasum vildi eg fegin vera [...] beinavegin bitin av hugskotinum. - Eg skilti á lagnum, at tað var torført at fáa nakran at standa á odda fyri hesum, og tá hugsaði eg at tað kann ikki passa – sjálvandi skulu vit hava Reyðakrossvirksemi í Klaksvík
eftir at Signar gavst í politikki, varð hann spurdur, um hann vildi loysa av sum skúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík eitt skifti, til nýggjur stjóri skuldi setast. Hann tók við hesum starvi [...] eftir Signari um at søkja starvið. Tað gjørdi hann, og hann fekk starvið, sum hann røkti til hann gavst fyri aldur í 2012. Signar hevði eftirnavnið Hansen til hann fyrst í nýtiárunum tók sær navið »á Brúnni« [...] og Jógvan Hansen á Støðini. Tey vóru bæði úr Fuglafirði. Signar giftist 7. august í 1971 við Gunnvør Skipanes. Hon er fødd á Skipanesi 22. juli í 1951. Signar og Gunnvør eiga børnini David, Marin og Jógvan
num við sær yvir í politi-stovnin. Hetta gjørdi hon, hóast at hon hvørki gjørdi ella legði upp til dagføringar í lóggávuni viðvíkjandi hesum broyttu umstøðunum hjá sýslumonnunum. Tað sigst, at hon gjørdi [...] fyri, at alt viðvíkjandi grindini gekk rætt fyri seg var sýslumanns stovnurin. Vit fáa í grindavísuni at vita, at sjálvir amtmaðurin og fútin (báðir danskarar) kappaðust um at koma fyrstir fram at drápinum [...] Føroyum. Eg haldi teir fyrstu politistarnir komu undir ríkispolitiið í 1960. Áðrenn tað vóru bert kommunalir politistar ymsastaðni í Føroyum. Tað er løgi at hugsa sær í dag, men eg minnist, at tá ið eg var
til og við 7. flokk, sigur Hans Jóhann Sørensen. Nærliggjandi er at hugsa sær, at neyðugt eisini verður at veksa um skúlan við onkrari skúlastovu aftrat. Tað eru eftirhondini nøkur ár síðan, at dagsto [...] er ein sólskinssøga. Her koma børn at svimja bæði úr Kollafirði, Vestmanna og Vágum, og her er faktiskt bíðilisti at sleppa at venja við svimjifelagnum. Borgarstjórin vísir á, at í Kvívíkar kommunu eru eisini [...] hevði verið ein góður karmur um ymiskt felagsvirksemi. - Jú, eg vænti, at vit í bygdaráðnum fara at taka henda spurningin upp, og at vit fara at finna eina góða og skynsama loysn – í fyrsta lagi fyri okkara
samd um, at hon skuldi fara í dialog við báðar partar, kirkjuráðið og áhugabólkin. – Og meira enn tað kundi eg so ikki gjørt, um eg so vildi tað, sigur hon, tí málið var komið so mikið langt. Borgarstjórin [...] staðsetingini av kirkjuni við Sandá. Vit spyrja hana, um hon tí fer at royna at finna aðra staðseting til kirkjuna. – Eg havi havt mína greiðu støðu alla tíðina. Og eg hevði farið í dialog við partarnar, bæði kirkjuráð [...] sagt at vera í lagi, og tí er tað at eg siga, at dialogurin hevur so nógv at siga í hesum. Um treytirnar eru uppfylgdar at geva loyvi, so má tað viðgerast á ein fyrsitingarliga rættan hátt, sigur hon. Málið