Við Tjarnir 15. februar 2024
Formaðurin fyri “við Tjarnir” við fleiri við honum frøast um hesa stóru verkætlan, sum nú er liðug.
Hjartaliga vælkomin, hugnaligt og hugaligt at síggja tykkum øll her við Tjarnir í dag.
Dagurin í dag er ein stórur dagur fyri okkum øll, ja fyri alt Føroya land og fólk.
Nú nevndin fyri Tjarnir í dag yvirtekur høllina frá Articon og bygginevndini, líta mínir tankar nakað aftureftir.
Síðan fyrstu tankarnir komu fram, um at byggja eina “multihøll”, sum hon bleiv rópt tá, er nógv, ja sera nógv hent.
Fyrstu fundir, sum vóru við umboð fyri kommununa, vóru í tí stilla, og eisini vóru umboð okkara í fólkatinginum við. Nógvir stórir tankar vóru á skránni, og bleiv víst til stórhøllinaí Noregi, sum júst var bygd í Volda.
Møttir vóru: Tummas Justinussen, Niels Mortensen, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, og Jón Sigurðsson og Jógvan Emil Nielsen. Frá býráðnum vóru Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein og Heðin Mortensen.
Her skuldu stór tøk takast og stór fígging fáast til vega. Menn vóru positivir, og so varð farið til verka fyri at vita, um tað bar til at finna fíggingina til at seta eina so stóra verkætlan í gongd.
Hetta eydnaðist, og hakin bleiv settur í tann 22. desember 2022. Tað hendi langt upp í Hoyvíkshaganum, tí her skuldi komandi stórhøllin byggjast. Skipaður vegur var ongin, koyrt varð niðan við jeepum og stórum bilum. Henda dagin var sera kalt, vindur og kavarok, men gjøgnumførast skuldi hetta, og so varð. Vónirnar vóru góðar um, at henda bygging fór at koma á mál. Og her standa vit í dag, og kenslan er sera, sera góð.
Her skal ein stór tøkk veitast til Tummas og Niels fyri teirra ótroyttiliga arbeiði at skaffa fígging og vera uppsøkjandi á øllum frontum. Sjúrður og Edmund, og seinni Anna Falkenberg gjørdu sítt til, at fígging frá Fólkatinginum og A.P.Møller Grunninum kom í hús.
Tróndur hevur sitið sum formaður í bygginevndini saman við Tummas, Niels og Jógvan Emil, og hava hesir ført verkætlanina til tað, hon er í dag, ein sonn fragd fyri okkum øll.
Ongin bygging, ella so stór verkætlan sum henda, kann gjøgnumførast, uttan at vit hava havt góða, sera góða arbeiðsmegi og eina góða og stabila fyritøku, sum Articon hevur verið og er.
Uttan dugnalig arbeiðsfólk, hondverkarar, leiðarar og ráðgevar, bar hetta als ikki til. Í stormi, regni, kava, kavarokiog kulda hava øll gjørt sítt til, at henda bygging kundi fremjast til tíðina. Eitt stórt herðaklapp til tykkum øll, sum hava starvast og virka her. Arkitektar, verkfrøðingar, ráðgevar ogikki minst allir undirveitarar hava fingið alt at borið til. Jón hevur saman við manning arbeitt við lív og sál fyri at henda verkætlan skuldi eydnast. Stýringina á byggiøkinum hava Eyðfinn Guttesen, Atli Svabo og Jógvan Muller havt.
Vegna nevndina í Tjarnir fari eg at takka Tórshavnar býráð, Føroya Landsstýri, Fólkatinginum, A.P.Møller Grunninum og Betri Grunninum fyri hollan fíggjarligan stuðul, sum hevur gjørt tað, at henda stásiliga høll bleiv til. Takk til tykkum øll.
Startkapitalur er eisini komin frá okkara vinnu runt alt landið,og skulu tit hava stóra takk fyri tað. Fyritøkur hava stuðlað við millum kr. 250.000 upp í 1 millión, og tryggjar hetta eina góða byrjan fyri rakstur av høllina.
Í nevndini fyri Tjarnir, sum nú eisini yvirtekur raksturin, eruHeðin Mortensen, form., Guðrið Højgaard, varaforkv., Bergur Poulsen, Elin H. Joensen og Annika Olsen. Her skulu eisini stór tøk takast, soleiðis at Tjarnir fær ein góðan og sunnan fíggjarrakstur. Hetta skal gerast uttan almennan stuðul.
Nú vit lata upp, eru hesi starvsfólk sett til at umsita høllina:Regin W. Dalsgaard, stjóri, Súsanna Sondum, samskipari, Rói Nólsøe, húsavørur og Sigurbjørt Johansen. Rósa Maria Restorff samskipar alla móttøku og sølu í høllini.
Felagsskapir, ítróttarfeløg og ítróttarfólk hava hjálpt til við vasking og rudding, og borið innbúgv inn, ja tómt fleiri kontainarar, øll eiga tit eina stóra takk uppiborna fyri tað.
Okkara nærmasti granni, Siggert Patursson, hevur víst í verki sera gott samstarv, og gjørt tað, at høllin kundi byggjast á hesum stað.
Ja, her koma alskins tiltøk at verða framd, ítróttur, konsertir, ráðstevnur, gransking, mentanartiltøk o.m.a. Vit síggja og hoyra longu nú, at eftirspurningarnir eru sera nógvir, so vit gleða okkum, tí hetta er ein høll, sum ongantíð má standa tóm.
List í stórum stíli hevur eisini fingið innivist í høllini við “lúðraljóð “ runt alla høllina innan og uttanfyri stendur standmynd av vakrari kvinnu. Hetta hava Edvard Fuglø, listamaður, og Hans Pauli Olsen, myndahøggari, so sera væl greitt úr hondum, til gleði fyri okkum øll.
Hetta er størsta, vakrasta og mest spennandi høll, sum er bygd í Føroyum nakrantíð, og her stendur hon í dag. Samanborið við líknandi hallir í grannalondunumf, er henda høllin eisini í serklassa. Vit gleðast og fegnast og veita eina stóra tøkk til tykkum øll, sum hava lagt orku í Høllina við Tjarnir.
Verið øll hjartaliga vælkomin og njótið løtuna her í dag.
Hjartaliga, hjartaliga til lukku til okkum øll.
Heðin Mortensen, form.