Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í bygdum øki við Gøtugjógv, har mest loyvda ferðin er 50 km um tíman, vórðu fýra mál skrivað.
Ein bilførari koyrdi 72 km um tíman. Tað gevur vanliga klipp í koyrikortið og bót. Men av tí at hesin bilførarin longu hevði eitt klipp, og tí at hann hevur havt koyrikort í styttri tíð enn trý ár, so fall hamarin. Hann fekk koyriforboð. Tað merkir, at hann skal taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn hann sleppur at koyra bil aftur.
Hinir tríggir bilførararnir fingu klipp í koyrikortið og eina bót.
Klokkan gott níggju í gjáramorgunin steðgaði ein lastbilur upp í Norðoyatunlinum. Tað órógvaði ferðsluna, og tí mátti løgreglan koma á staðið og leiða ferðsluna uttan um lastbilin.