vitjan hendavegin. Vanligt er á kórstevnum við gestum, ið stjórna kórinum. Og tað eydnaðist, um enn tað gekk long tíð, tí gesturin hesaferð er nógv umbiðin maður. Gestakórleiðarin hesaferð er ikki ein [...] sangunum um frælsi. Bæði innan og uttan. Vit skulu hava tíð at hugsa. Í dag kann ein ikki hyggja at eini sending í sjónvarpinum, uttan at fáa at vita, at eftir hesa sending kemur ein onnur sera spennandi sending [...] Um fólkatónleik, sum er einfaldur á positivan hátt og sum røkkur fjøldina. Tónleikurin var í síni tíð bannaður av hernaðarjuntaðini í Grikkalandi og Theodorakis sjálvur hevur eini merkt á sín kropp pínslu
og á ferðini í Írlandi í síðstu viku helt Jákup tætt allar tríggjar ferðirnar. Jákup hevur fyri langari tíð síðani fingið at vita, at hann verður málverji ímóti Livingston í fyrsta umfarinum í dag, men hann [...] verður málverjin, sum fer at skjóta. ? Tað verður tann av teimum trimum, ið verður fyrstur eftir bóltinum, eftir at dómarin hevur bríkslað, sum fer at skjóta. Men um Jákup Mikkelsen fer at skjóta, so mugu [...] feløgini Celtic og Rangers, sum fara at stríðast um meistaraskapin, og flestu eyguni fara vikuskifti eftir vikuskifti at verða vend ímóti dystunum, sum hesi bæði feløgini fara at vera partur í. Við føroyskum
1984, 1985 og 1986. Tey bæði fyrru setti hann upp í Hetlandi, men triðju ferðina, hann royndi, eydnaðist honum at fremja dreymin, hann hevði sett sær. - Líka so stúrin, sum eg var, tá ið Ove byrjaði at [...] ikki, fyrr enn á einum hotelli, at vit veruliga sluppu heilsa uppá hann, sigur Vina. Doyði í logn Eftir at Ove Joensen hevði fullført sína ætlan, var næstan ongantíð friður um hansara persón. Hann ferðaðist [...] teir komu inn á Skálafjørðin, funnu teir ongan bát. Teir løgdu at landi á Strondum fyri at spyrja eftir Ova, men eingin visti um hann at siga. - Hetta kvøldið, hann fór umborð á Dianu Victoriu, var frost
Fleiri ferðir hevur liðið verið partur av dystunum, sum eftir kappingarárið nýta tveir dystir at gera av, hvat lið skal spæla í hvørjari deild árið eftir. Og nú er so líkt til, at liðið enn einaferð skal gerast [...] tá teir fyri viku síðani vunnu á KÍ, soleiðis at teir lyftu seg av niðurflytingarsessinum, og nú eydnaðist tað so liðnum at fáa hendan beindan enn longur burtur. Tað vóru tó vágamenn, sum byrjaðu betur. [...] hann úr stuttari fjarstøðu stútaði á Bjarna Johansen í VB málinum, og tað gekk so heldur ikki long tíð, áðrenn bólturin eisini var farin inn um VB-málverjan. Uppspælinum stóðu Silva og Jens Erik fyri í
At B36 ongan tíð megnaði at skapa sama trýst eftir steðgin, hevði sínar heilt einføldu orsøkir. Fyrst og fremst at John Petersen ikki kendi seg heilt væl, og tí ikki kom á vøllin eftir steðgin. Hartil [...] Fótbóltur Eftir tapið fyri EB/Streymi fyri viku síðani var einki at ivast í, hvussu treytirnar hjá B36 vóru. Skuldi liðið framhaldandi fylgja við oddaliðnum úr HB, so kravdust trý stig, tí tað kundi so [...] løtuna var tað tó ikki sjónligt, hví hetta hevur verið so. Við at breiða spælið út í bæði borðini eydnaðist fleiri ferðir B36 at leggja bóltar inn fyri málið, har Albert Svævarsson tóktist hava óvanliga stórar
hepnir. Men tær øgiliga vónirnar, sum vit høvdu skrúvað upp undan fyrstu boringini hava vit fyri langari tíð síðani punkterað. Magne Arge heldur, at vit mugu síggja realistiskt uppá tingini. Tað nyttar ikki [...] orsøk heldur. Uppí oljuvinnu aðrastaðni Magne Arge heldur, at vit kanska heldur skulu leggja okkum eftir at koma upp í arbeiðið uttan fyri Føroyar. Her hugsar hann um tær fyritøkur, sum veruliga hava áhuga [...] kann eisini blíva torført at halda um, tá tíðin við virksemi er so stutt. So vit skulu nokk hyggja eftir øðrum økjum eisini. Magne Arge heldur tað eisini vera sera umráðandi hjá okkum at vísa á, hvussu góð
ar fullu tó ikki í fátt, og fáar minuttir eftir hetta fingu teir kanska besta møguleikan í dysitnum. Eitt skjótt kontra varð sett ígongd, og við eini langari diagonal-sending varð Jónstein Petersen leiktur [...] figur, sum tikið verður til, og yvir høvur má eisini sigast, at hetta eydnaðist hampuliga væl. At tapa móti einum betri liði er ongan tíð nøkur skomm, og tað var eitt betri lið, sum runavíkingar her hittu [...] Eftir steypasigurin í fjør fekk NSÍ fyri fyrstu ferð møguleikan at royna seg í europeiskum høpi, og var hósdagurin settur sum dagurin, har felagið skuldi upp til próvtøku í so máta. At tað var norska Lyn
Eftir at Listastevna Føroya 2003 er farin aftur um bak, hevur talan sambært Birgiri Kruse verið um eitt tiltak, sum á allan hátt livdi upp til vónirnar. - Vit eru framúr vælnøgd og glað, sigur Birgir Kruse [...] nevnir Birgir Kruse byrjanina. - Listastevnan byrjaði við útseldum tiltøkum, har nógvur gravgangur var eftir atgongumerkjum, og tað setti gongd á hini tiltøkini eisini. At koma væl frá byrjan var tískil sera [...] Føroya síðani fyrstu listastevnuna fyri trimum árum síðani, og tí var gleðiligt, at tað loksins eydnaðist okkum, sigur ein vælnøgdur Birgir. Hann nevnir eisini ósjónliga sirkusið hjá Victoriu Chaplin og
Samrøða ? Eg hevði góða tíð og gott pláss, so tað var bara at seta bóltin inn, segði Rógvi Jacobsen eftir dystin, tá tað enn einaferð eydnaðist honum at skora ímóti Íslandi. Tað var Pól Thorsteinsson, [...] hetta broyttist eftir steðgin, tá hann fór at gera meira um seg og gav íslendingum mikið høvuðbrýggj. ? Vit skaptu sera lítið í fyrra hálvleiki, men eg haldi, at vit spældu nógv betri eftir steðgin. Vit pressaðu [...] egnari hálvu. ? Vit roknaðu við, at teir fóru at taka seg langt aftur á vøllin eftir teirra seinna mál. Teir vóru forskrektir eftir málið hjá okkum og vildu tí bara verja leiðsluna, sigur Rógvi Jacobsen at
ein fegin maður? ? Vit vistu, at tað fór at vera torført her í Føroyum. Vit komu eftir trimum stigum, og tað eydnaðist. Tí eri eg hjartans fegin. Men vit kunnu ikki vera nøgdir við leikliga avrikið. Í [...] ÍSLENDSKI VENJARIN Tað gekk rúm tíð, áðrenn hann hitti føroysku pressuna. Íslendska sjónvarpið og íslendska útvarpið vildu hava hann fyri seg sjálvan í fitta løtu. Sigursrákin var søtur, og rímuligt vildu [...] tveimum teimum síðstu dystunum, sum eru á útivølli ímóti Skotlandi og á heimavølli ímóti Litava? ? Hygg eftir úrslitunum higartil. Uttan mun til hvørji londini hava verið, sum hava spælt ímóti hvørjum øðrum,