Í gjár varminningardagur teirra sjólætnu. Sum siður er var minningarhald á Sjómansheiminum í Havn, har Bergur Debes Joensen helt minngarrøðu. Síðani varð farið niðan í Viðarlundina, har Anfinn Kallsber [...] Hædd, Klaksvík, 63 ár. Doyði 21. september 1999 í Kilmarnock í Skotlandi eftir at hann var fluttur sjúkur í land av danska skipinum »Conto«. Oddur Augustinussen, Vágur, 60 ár. Doyði umborð á »Sancy« 13. oktober [...] Hansen, Strendur, 39 ár. Druknaði í Vestmannaoyggjunum tann 9. juli 1999. Var inni har við »Bjørgvin«. Mikkjal Pauli Næss, Miðvágur, 67 ár. Druknaði 11. juli 1999 við bryggjuna í Miðvági. Petur Pauli á Hædd
Shell leggur í onnur øki í heiminum. Tvs. at Føroyaøkið er rætt og slætt komið aftur um í røðini, men kann harfyri gerast áhugavert eina aðru ferð. Tí leggur Rolf Magne Larsen ikki so nógv í avgerðina hjá [...] ni hósdagin og stukku eisini inn á gólvið hjá løgmanni í Tinganesi. Umframt teir vóru eisini onnur fólk frá Statoil við í ferðalagnum. Hetta er í sambandi við peningagávuna, sum Statoil hevur latið føroyska [...] oljuútbúgvingarsamtakinum. Eisini hevur ein av serfrøðingunum hjá Statoil í boritøkni hildið fyrilestur fyri næmingum í studentaskúlanum í Hoydølum. Millum tey fyrstu Statoil var eitt av fyrstu oljufeløgunum
1997, fer í annað starv frá 1. januar 2000. Hann hevur tí boðað stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanini frá, at hann sigur seg úr starvi við gildi frá ársenda 1999. Arbeiðsloysisskipanin fer í næstum at søkja [...] 1998. Arbeiðsloysisskipanin er í dag ein væl virkandi og væl rikin stovnur. Stýrið takkar fyri gott samstarv. Vit harmast, at Allan Skaalum fer, og ynskja honum góða eydnu í nýggja starvinum. Á nýggjárinum [...] nýggjárinum byrjar Allan Skaalum í starvi sum stjóri hjá Repro-Z, sum er eitt virki í Havn, sum ger prentlutir
føroysku venjarunum. Í B36 verður sagt, at teir ætla, at venjaraspurningurin skal vera avgreiddur undan jólum. Farið verður undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið síðst í januar. Tá verður Tomislav [...] síðani, at ein eysturríkari hevði verið og hugt at umstøðunum og vant saman við 1. deildarhópinum, og í vikuskiftinum var ein svenskur venjari og hugdi at umstøðunum og vandi saman við 1. deildarhópinum. [...] Tomislav Sivic, sum trý tey seinastu árini hevur verið venjari hjá B36 og nú er í Jugoslavia og heldur frí, venjari hjá KÍ.
sigast, at í kappingini 200 metrar blandað svimjing vóru 27 svimjarar, og av teimum vórðu 7 kolldømdir. Hetta svarar til 25 prosent av svimjarunum, og tað halda leiðararnir verða í meira lagi. Í 100 metra [...] iklan trupulleikan, sum má loysast í felagsskapi. Tólv sekund betri Um vit fara til tað, sum tað í grundini snúði seg um, so voru sum sagt fleiri áhugaverd úrslit. Í 400 metra frísvimjing fyri kvinnur [...] Jacobsen fyrst á mál í tíðini 5.00,57. Hetta er ein rímuliga góð tíð, men kortini ikki tann, sum var mest merkisverd í júst hesari kapping. Hana svam Sólvá Dam úr HS. Hon kom á mál í tiðini 5.05,10 og tað
minkar stigvíst í framtíðini, og í staðin fyri t.d. 1. apríl at lækka gjaldið 0,25%, kundi henda upphæddin farið í barnsburðargrunnin. Hetta er ein møguleiki, men vit læsa okkum ikki fast í hann, sigur Finnbogi [...] Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag hava í felags skrivi heitt á landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, Finnboga Arge, um at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri partarnar á arbeið [...] urin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur nakað herfyri tosað við stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina um, á hvønn hátt ALS kann vera við at umsita barnsburðargrunnin. - Mítt upprunaliga hugskot var, at í tann
. Bispur vónar, at nýggi presturin í Hvalba kann verða settur í starv fyrst í februar mánaði. Hann sigur, at tað í løtuni verður arbeitt við at umvæla prestagarðin í Hvalba, og er hetta orsøkin til, at [...] Freistin at søkja prestastarvið í Hvalba, sum hevur verið leyst síðani Andreas Andreasen í summar segði seg úr starvinum, var úti 11. oktober. Inn eru komnar tríggjar umsóknir, og verður nýggi presturin [...] at nýggjur prestur ikki kann flyta inn fyrr enn einaferð í februar.
høvdu eitt hol í skránni ella hvussu: ? Ja, vit hava spælt ymsastaðni í Danmark nú í summar, eins og vit gera á hvørjum ári. Síðani hava vit havt ien steðg í nakrar mánaðir, áðrenn vit nú í vetur skulu eina [...] ongantíð passað inn í skránna hjá okkum. Tað er ikki soleiðis, at tit ikki hava havt hug at komið til Føroya: ? Nei, avgjørt ikki. Nú í ár er tað soleiðis, at vit í apríl mánaði vóru í Íslandi, nú koma vit [...] miðil í Føroyum, var Sosialurin á staðnum, tá Shubbarnir komu til Føroya seinnapartin hósdagin. Eftir at teir vóru komnir ígjøgnum tollin í øllum góðum, fingu vit fatur á teimum, og meðan vit í leigubussi
við at hava stóran vøkstur í ójavna seinastu árini. Í New Zealandi fekk man fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð ein undirklassa, tá umfatandi liberaliseringarnar vóru framdar í áttati og nítiárunum. Arbeiðsloysið [...] landið rullar trygdarnetið saman undan fólki. Hvat er t.d. hent í ár í New Zealandi? Frá januar til juli í ár fluttu sambært The Economist 22.500 fólk úr New Zealandi til Australia at leita sær eftir arbeiði [...] Hesin bólkur er í sjálvum sær eitt sindur løgin. Hvør hevur verið og fingið hendan bólkin til Føroyar? Tað eru ikki júst hesir menn, ið fylla forsíðurnar í búskaparligum tíðarritum. Er tað Óli Breckmann
var liðugur at lesa í Århus, fekk hann prestaembætið á Viðareiði, og tað flutti hann heim til í februar mánaði í 1997. Síðani tá hevur hann virkað sum prestur í eystara prestagjaldi í norðoyggjum. Prestur [...] um í Klaksvík, og eisini í kvøldskúlanum á Viðareiði er Meinhard ein partur av virkseminum. Hann undirvísur átta fólkum í at spæla klaver og orgul. Og musikalski presturin stórtrívist í embætinum í Føroya [...] hildið til. Hennara rúm er nú sjónvarpsstova í prestagarðinum, sum var bygdur í umleið1854. Tað eru ikki nógv fet frá arbeiðsstólinum og til klaverið úti í stovuni, har nótar hjá Johannes Sebastian Bach