at tað ikki eydnaðist at halda fast í leiðsluni. Eitt nú var Sverri Jacobsen um reppið at økja til 2-0, men í evstu løtu fekk Pól Thorsteinsson ruddað á strikuni, og ístaðin var tað NSÍ, sum kundi javna [...] og í so máta misti liðið tvey ógvuliga týðandi stig í mun til sigrandi oddaliðini úr Klaksvík og Eiði. Heilt mist takið hevur GÍ tó á ongan hátt, og verður støðugt hildið fast um góða stríðsandan, sum
Sunnukvøldið spældu EB/Streymur og KÍ aftur ein tættan dyst á Eiði - hesaferð var tað í landskappingini. Sigrun Kristiansen legði EB/Streym seg á odda, tá ið tað restaði minni enn eitt korter, men KÍ megnaði [...] vunnu sannførandi 6-0. B36 vann grannadystin ímóti AB 4-1, og í Sørvági hevði NSÍ munin á SÍ og vann 2-1.
og einasta ósigraða liðið, og at B36 á triðja plássinum hevur fingið kapping frá GÍ. Gøtumenn vunnu 2-1 á Skála. Talan var um einasta sigurin á útivølli í hesum umfarinum, og tá ið GÍ fekk fult, meðan øll [...] part burturúr, lyftu gøtumenn sær fram ímillum tey bestu. Teir hava bara tapt eina ferð. Hetta var á Eiði í fjórða umfari. HB hevði inntil síðstu løtuna trý stig á kontini í Klaksvík, og harvið møguleika
Atli Danielsen, var vónbrotin av 2. hálvleiki. - Vit spældu ikki væl í 1. hálvleiki, men tá vóru vit vandamiklari enn teir, og vit kundu havt verið frammanfyri. Í 2. hálvleiki dettur tað sundur hjá okkum [...] at vit kundu javna eftir deyðbóltsstøðu, sigur Atli Danielsen, sum roknar við stórari avbjóðing á Eiði mikukvøldið: - Tá skulu vit vísa heilt øðrvísi hugburð og avrik, um vit framvegis skulu vera ósigraðir
Tað boða sigur á heimavølli móti Skála og javnleikur í Gundadali móti FM vinnarunum í B36 boð um. Á Eiði er alt fólkið tókt uttan vongverjin Ólavur Poulsen, sum nú í nakrar vikur hevur gingið við brotnum [...] higartil hevur verið rættuliga sannførandi. Ivi um álopsessið Í Klaksvík kendist tað sunnudagin eftir 2. hálvleik meiri sum KÍ hevði vunnið eitt stig heldur enn, at teir høvdu tapt tvey stig. Klaksvíkingar
Hetta er sum at standa við rulluna, tók ein av áskoðarunum til. Ta støðuna kenna teir væl til bæði á Eiði og í Klaksvík! Heimaliðið omaná EB/Streymur, sum hevði meiri undan vind undan steðginum, legði sera [...] Joensen, sum setti krúnuna á fínt avrik, tá ið hann bjargaði meistarliga í ein móti einum støðu. Sum 2. hálvleikur leið hevði KÍ vandamikil álop. Bestu royndirnar vóru úti frá. Heðin á Lakjuni og Iulian
Hotel Eiði hevur fingið nýggjar eigarar. Tað eru tey fimm: Malan Rubeksen, Herjón Olsen, Jóhan K. Joensen, Tummas Súni Joensen og Anfinn Kruse á Eiði, sum hava keypt hotellið. Malan Rubeksen er úr Havn [...] yvir bygdina og suður gjøgnum Sundalagið. Í løtuni verður arbeitt við at gera faldarar og heimasíðu, har fólk kunnu síggja hvat vit hava at bjóða, sigur Herjón Olsen, stjóri á Hotel Eiði. [...] Havn, meðan hinir fýra eru av Eiði. Nógv fólk vóru møtt til móttøkuna mánadagin 15. mai, bæði eiðisfólk, fólk sum arbeiða í ferðavinnuni og kommunu- og landsmyndugleikar. Móttøkan byrjaði við at ein av eigarunum
und hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið [...] LUMI radio í Aalborg Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin, FM 106,5 MHZ Aalborg suður, og FM 107,4 Aalborg norður, hvønn leygardag kl. 10 og verður endursend sunnukv [...] e-mail: kristnastova@get2net.dk Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20. Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis. Bussar nr 2A og 12 steðga tætt við
Meinhardt Joensen spældi 2. hálvleik við skaða í afturpartinum. Og tann skaðin tykist vera heldur drúgvur at sleppa av við. Símun Joensen noyddist at gevast á hálvari leið á Eiði. Hann vandi fyrstu ferð [...] sannlíku boðini upp á fremsta álopsplássið. Atli Danielsen hevur verið aftasti útispælarin. Í 2. hálvleiki á Eiði var Sinisa Jovanovic aftastur. Spurningurin er hvønn av teimum báðum Atla ella Sinisa Tony [...] Klaksvíkingar vóru í góðum hýri, tá ið teir mikukvøldið í síðstu viku fóru av Eiði. Síðani hevur tað verið rættuliga friðarligt í fótbóltinum har norðuri. Eftir stóru úrtøkuna í átta teimum fyrstu umførunum
so var 2-0. Eftir at heimaliðið hevði økt um leiðsluna, dovnaði spælið hjá teimum nakað. KÍ kom meiri við, og tá ið stórur hálvur tími var farin, minkaði ágrýtni Jósup Henriksen um munin til 2-1. Undan [...] 3-1. Hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann sendi bóltin í málið. Í 2. hálvleiki kom einki mál. Báðir partar spældu seinna partin av 2. hálvleiki við tíggju monnum. Serliga klaksvíkingar hildu, at seinna [...] at hjálpa til, hægstur, bólturin støkk í klaksvíking og fór í málið. Bara fýra minuttir seinni var 2-0. Elfinn Ørvarodd, sum í fjør royndi at vinna sær pláss á besta KÍ liðnum, smekkaði til úr høgru og