KÍ knógvaði aftur EB/Streym

Sunnukvøldið spældu EB/Streymur og KÍ aftur ein tættan dyst á Eiði - hesaferð var tað í landskappingini. Sigrun Kristiansen legði EB/Streym seg á odda, tá ið tað restaði minni enn eitt korter, men KÍ megnaði at koma afturíaftur. Fyrst javnaði Rannvá Andreasen, og tríggjar minuttir fyri leiklok skoraði Malena Josephsen sigursmálið. KÍ hevur vunnið sínar fyrstu fýra dystir og liggur á odda.
Í hølunum á KÍ er GÍ, sum aftur vann um vikuskiftið. GÍ var á vitjan hjá HB, og gøtukvinnur vunnu sannførandi 6-0. B36 vann grannadystin ímóti AB 4-1, og í Sørvági hevði NSÍ munin á SÍ og vann 2-1.