Fótboltur
Veðrið var so vánaligt í Leirvík leygardagin, at tað ikki bar til at spæla fótbólt. B71, sum er næstovast á støðutavluni, vitjaði LÍF, sum er ósigrað oddalið. Teir royndu at spæla, men tá ið fyrra umfarið var hálvleikt, gjørdi dómarin, Jónleif Frederiksen, av, at tað ikki bar til at spæla. Í staðin fyri at spælararnir stýrdu bóltinum, so var vindurin høvuðsleikarin, og tað bar ikki til. Tá ið dómarin blásti av, var einki mál komið í Leirvík.
Toppdysturin verður spældur í hesi vikuni. Hóast tey hava spælt ein dyst færri enn hini feløgini, so eru LÍF og B71 ovast á støðutalvuni. FS Vágar04, AB og TB fingu fulla úrtøku, og harvið løgdu tey eitt sindur av trýsti á toppliðini.
FSVágar04-KÍ 3-1
Síðstu ferðirnar hevur tað gingið sum eftir ánni hjá FSV04. Tað gjørdi tað eisini leygardagin, tá ið teir næstbestu í KÍ vitjaðu. Heimaliðið slerdi tónan ann beinanvegin í keðiligu líkindunum. Eftir horna úr vinstru var Jákup G. Joensen, ið var komin úr útlondum at hjálpa til, hægstur, bólturin støkk í klaksvíking og fór í málið.
Bara fýra minuttir seinni var 2-0. Elfinn Ørvarodd, sum í fjør royndi at vinna sær pláss á besta KÍ liðnum, smekkaði til úr høgru og nakað uttanfyri brotsteigin. Málverjin tóktist hava tak á, men hann misti bóltin í málið og so var 2-0.
Eftir at heimaliðið hevði økt um leiðsluna, dovnaði spælið hjá teimum nakað. KÍ kom meiri við, og tá ið stórur hálvur tími var farin, minkaði ágrýtni Jósup Henriksen um munin til 2-1. Undan steðginum økti Birgir Joensen um munin til 3-1. Hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann sendi bóltin í málið.
Í 2. hálvleiki kom einki mál. Báðir partar spældu seinna partin av 2. hálvleiki við tíggju monnum. Serliga klaksvíkingar hildu, at seinna gula kortið, sum teirra útvísti maður fekk, var bíligt.
SÍ-AB 0-5
Argjamenn kendu framvegis sviðan av mistu stigunum móti FSV04 á heimavølli, tá ið teir fóru til Sørvágs. AB hevur fingið nýtt álopspar. Dion Jacobsen og Tony Rasmussen staðfestu við tveimum málum í part, at tað er dugur í teimum.
Dion Jacobsen setti hol á í 12. minutti, eftir at Allan Mørkøre hevði lagt innfyri. Tony Rasmussen økti til 2-0 stutt undan steðginum, eftir at Dion Jacobsen við høvdinum hevði spælt hann leysan. Eftir steðgin var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur AB sigurin skuldi verða. Tony Rasmussen økti til 3-0 eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram, Dion Jacobsen økti til 4-0 eftir uppspæl í vinstru, og liðformaðurin Allan Mørkøre staðfesti rimmar 5-0 sigurin, eftir at Dion Jacobsen hevði spælt hann leysan.
Royn-HB 1-5
Havnarmenninir hildu seg vera illa mannaðar, tá ið teir fyrrapartin leygardagin fóru suður við Smyrli. At tað kortini eydnaðist teimum at vinna 5-1 sigur eisini nakað um, hvussu støðan er við fótbóltinum í Hvalba.
Uni Arge var sannur brandur í HB álopinum. Uni setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tað var hann, sum stutt undan steðginum tiltuskaði sær brotssparkið, sum Jan C. Dam, ið saman við John Eystberg hevur ábyrgdina av næstbesta HB liðnum, umsetti.
Átta minuttir eftir steðgin var Uni Arge aftur upp á spæl. Tveir minuttir seinni sendi Jens Kristian Joensen hornaspark beinleiðis í HB málið. Bárður Mittelstein økti til 4-1, og Uni Arge kroysti ein heimamann at gera sjálvmál, tá ið tveir minuttir vóru eftir.
VB/Sumba-TB 0-2
Veðrið var gott á Vágseiði, men spælið var einki at reypa av. Undan steðginum vóru fáir møguleikar, og tá kom einki mál.
Síðsta korterið fekk TB tvey mál. Tað fyrra skoraði Einar Petersen. Av miðjuni royndi hann seg við frísparki. Málverjin, sum eitt sindur óskiljandi leyp út úr málinum, fór skeivur av bóltinum, sum sigldi í málið.
Seinna málið skoraði innskifti Búi Mortensen. Bólturin varð lagdur inn um verjuna, har Búi Mortensen rann frá verjuni og lyfti bóltin í bleytum boga upp um VB málverjan, tá ið hesin var á veg úr málinum.