Hátíðardámurin er goymdur burtur, og vinnulív og heimalív er við at finna aftur til tað dagliga, samstundis sum skúlarnir gera klárt til í komandi viku at taka ímóti teimum, sum fara undir eitt nýtt skúlaár. Veðrið [...] gjørdi fríggjadagin og serliga leygardagin. Tølini tala Leygarmorgunin bjóðaði Klaksvíkar býráð øllum til ein kopp av kaffi, te, øl, sodavatn og vinarbreyð í Nólsoyar Pálls gøtu. Borðið var 80 metrar langt [...] við Dúgvuni og bilatalið var 2.000. Bara 7. august førdu teir 1.252 ferðafólk. Hvussu nógv fólk var til morgunmatar hjá býráðnum er ilt at meta um, men tað vóru omanfyri tvey túsund og kanska væl fleiri
lurtarafjøldin vildi hava meir. Og meiri sang fingu vit. Enska lagið »He heals the brokenhearted« og »Nåde være med dere« í føroyskari týðing fingu vit loyvi til at syngja saman við Jon og hansara manning [...] og tá hevur hann ivaleyst fingið hugskotið til at vitja aftur, hesuferð við manning síni. Konsertin var sera moderat, við frálika góðum og tilpassaðum ljóði til tey flestu oyruni, og byrjað var sera varliga
sindur av sjógvi ímillum seg og hini, og um henda støðan heldur sær fram til 5. september, tá leirvíkingar skulu til Sands, er lagt upp til ein sera spennandi dyst við Maginskúlan. Tað má eisini sigast at gera [...] B71 hevur sett kósina upp móti 1. deild. Tað sær tað í øllum førum út til, eftir at sandoyingar leygardagin megnaðu at vinna tøttu uppgerðina móti FS Vágum. Dysturin var mestsum liðugur, og spælt varð [...] um verjuna hjá sandoyingum. FS Vágar kundi eisini av røttum iðra seg eitt sindur um, at teir ikki fingu nakað burturúr dystinum. Vágamenn eru komnir væl fyri seg eftir slaku byrjanina, og tað hevur styrkt
av heldur sjáldsomu útisigrunum fingu hvalbingar kortini, tá teir vitjaðu í Runavík um vikuskiftið. Dysturin millum Royn og NSÍ var ikki av teimum bestu. Tað bleiv mest til eitt stríð miðvøllin, og teir [...] eins nógv um sjálvmál. NSÍ, sum hevði meginpartin av spælinum, men ikki megnaði at spæla seg fram til teir stóru kjansirnar, fekk minkað um munin, tá eini tíggju minuttir vóru eftir. Runavíkingar vóru [...] útfrá. Bólturin varð skallaður inn aftur í brotsteigin, og Sonni L. Petersen kundi púra leysur skora til 1-2. Men tíðin var runnin út, og Royn kundi fara suður um aftur við trimum stigum í viðførinum, meðan
Høgnesen og javnar til 2-2. Eingin tíð er eftir, men í staðin fyri at iðra seg um mista sigurin, setir B36 dystin í gongd aftur, og Jákup á Borg fær fría ferð heilt fram móti málinum og skorar til 3-2, áðrenn [...] góðar møguleikar, sum ikki vórðu útnyttaðir. Klaksvíkingar hava eisini alla orsøk til at iðra seg um, at teir ikki fingu í minsta lagi eitt stig burtur úr dystinum. Sigursmálið hjá B36 var gott, men KÍ [...] vísir 46:00, og tey flestu bíða bert eftir seinasta bríkslinum hjá Niklasi á Líðarenda. Støðan er 2-1 til B36, men tað hevur brent rættiliga nógv á framman fyri málinum hjá heimaliðnum seinastu løturnar. Og
síðani danir vóru við til at seta fót fyri royndunum hjá svium og hinum europeisku londunum at velja Lennart Johansson til formann í FIFA, hittust norðurlendsku fótbóltssambondini til fundar leygardagin. [...] ber væl til at ímynda sær, at fleiri av norðurlendsku londunum fara at koma í bólk saman, tá tað um hálvt annað ár fer at verða kastaður lutur um, hvussu londini skulu bólkast í undankappingini til HM endaspælið [...] tað sama spæla ímóti øllum, og tí mælti hann til, at kappingin skuldi røkka yvir fimm ár, og at øll liðini skuldu spæla ímóti hvørjum øðrum. Og tá hann mælti til tað, var eingin mótstøða, og uppskotið varð
eingin vilji var til at vinna uppaftur meiri sannførandi og harvið vaska vánaliga málmunin frá gøtudystinum burtur, men heldur tí at umstøðurnar vóru soleiðis, at tað so at siga ikki bar til at taka seg saman [...] hann smekkaði til, og í trunkanum rakti bólturin í ein annan miðvallara, Kára Hansen, og sigldi í kassan, uttan at Bjarni Johansen hevði nakran møguleika fyri at bjarga. Tá NSÍ økti til 3-0 tók bólturin [...] málverji á besta NSÍ liðnum, men luftin fór úr VB, tá NSÍ seks minuttir inn í seinna umfarið økti til 4-1. Miðvallarin Eyðstein Skipanes skoraði. Hann royndi undan vindinum og regninum, og úr 18 metra
At tað vóru suverena oddaliðið og sigursleysa botnliðið, sum tókust á Sevmýri, sást lítið til eina langa løtu. Skuldi TB gera nakað við HB, so skuldu teir gera tað beinanvegin, og tað tóktust teir á h [...] rokna við at fáa, og als ikki ímóti oddaliðnum, sum tað higartil ógvuliga sjáldan er skorað ímóti. Men til stóra iðran fyri trúføstu áskoðararnar á Tvøroyri, so fór bólturin úr seks metra fjarstøðu og við síðuna [...] málinum eftir innlegg frá Halli Danielsen, men Rolf Christiansen fekk bent bóltin um út um stólpan og til hornaspark. Heilt stutt undan hvíldini var um reppið, at Allan Mørkøre og Súni Fríði Johannesen komu
kroysta seg til sigurin. B68 leiðslumálið stutt eftir punkteraði hetta, og so bleiv tað ikki til meiri enn javnleikin. Søren Skov Jørgensen, sum saman við fleiri øðrum var lítið eyðsýndur, skoraði til 2-2, tá [...] vinstru. Tað sá út til, at bólturin var á veg út av vøllinum, men landsliðsmaðurin megnaði við bringuni at temja ímóti GÍ málinum og stinga fram ímillum tunnu GÍ miðverjuna. Andréy sá út til at vera á rang [...] at siga setti heimaliðið uppá pláss og við sínum ágrýtni og evnum til leingi at fáa tað at ganga fyri seg, soleiðis sum teir ætlaðu, fingu úrtøkuna, sum teir høvdu vónað. Landsliðsmenninir Magni Jarnskor
landsliðið skal til Bosnia sunnudagin. Tá skal TB til Klaksvíkar, ÍF skal út á Toftir, og Sumba fær vitjan av B36. Og annan sunnudag tørna TB og Sumba saman á Sevmýri, og so skal TB til Fuglafirðar. Sum [...] støðuna í sínum hondum. Høvdu teir vunnið ímóti B36, so bar til hjá KÍ at vinna FM uttan hjálpt frá øðrum. Tað ber ikki til longur, tí nú er munurin til HB fimm stig, og so er neyðugt at vóna, at t.d. GÍ annan [...] ar hava tað til felags, at teir eru óstøðugir. Tað ber ikki til at rokna út, hvussu tað fer at hilnast næstu ferð. Komandi leygardag fær B68 vitjan av ÍF, og annan sunnudag skulu teir til Vágs. Um avrikini