Tá B68 við fylgi fór inn til Gøtu seinnapartin leygardagin mundi tað neyvan finnast tann í ferðalagnum, sum ikki hevði vilja selt torføru uppgerðina fyri eitt stig. Tá toftamenn fóru út aftur um Gøtueið, var tað við kensluni av, at teir vóru nærri øllum trimum stigunum, enn heimaliðið hevði verið.
Og tað er rætt, at B68, sum tvær ferðir var frammanfyri, fleiri ferðir enn heimaliðið var tætt við at skora mál.
Serliga í 2. hálvleiki, tá GÍ royndi at koma afturíaftur og javna og seinni at fáa sigursmálið, livdu gøtumenn eitt vandamikið lív. Royndirnar at oysa í brotsteigin og kroysta ein bólt um strikuna aftanfyri Magnus Poulsen, vóru ikki sannførandi, og tað var um reppið, at kostnaðurin fyri tunna verjupartin gjørdist uppaftur størri.
Í 2. hálvleiki, tá Símun Petur Justinussen ofta var fremstur í álopinum, spældi GÍ mann ímóti manni í miðverjuni, og hvørja ferð toftamenn fingu bóltin fram ímóti miðstrikuni, kendist tað sum um tað var tætt við upplagdan málmøguleika.
Andréy Sthakanov ? russiski álopsmaðurin, sum kom inn fyri Inga Hansen, ið hevði spælt sera væl, men noyddist at taka seg úr stríðnum, tí hann var skaddur ? var seks minuttir fyri leiklok púra blankur fyri málinum, eftir at Øssur Hansen hevði stungið hann leysan. Russarin royndi seg við ikki serliga sannførandi høgra beininum, og bólturin fór við síðuna av málinum. Tað kundi m.a. Fróði Benjaminsen staðfesta. Hann var púra leysur mitt fyri málinum.
Russararoyndin var, tá toftamenn vóru á odda 2-1. Andréy hevði sjey minuttir frammanundan lagt B68 á odda. Málið var úrslit av meistaraligum Øssur Hansen avrikið. Magnus Poulsen spældi langt og høgt fram í vinstru. Tað sá út til, at bólturin var á veg út av vøllinum, men landsliðsmaðurin megnaði við bringuni at temja ímóti GÍ málinum og stinga fram ímillum tunnu GÍ miðverjuna. Andréy sá út til at vera á rangstøðumarkinum, men Jóhan Carl Dam og linjuverjin mettu hann vera røttu megin, og so small skotið úr fimtan metra fjarstøðu sum úr byrsumúla.
Alt var øðrvísi
Tað sást beinanvegin, at avrikið hjá GÍ var ikki á hædd við tað, sum teir vístu, tá NSÍ vitjaði. Ta ferðina høvdu teir fulla ferð á og vóru sannførandi. Hesa ferð komu teir sjáldan úr triðja geari, og teir settu ongantíð í fimta gear. Teir vóru tøvandi, og teir mistu ofta á veg í álop.
Ímóti NSÍ brutu teir ofta ígjøgnum í borðunum, og innleggini vóru neyv og vandamikil. Ímóti B68, sum ofta hevði trupulleikar at finna røttu verjustøðurnar í borðunum, vóru gjøgnumbrotini í síðunum rár, og innleggini vánalig.
Og so tóktist hugburðurin hjá GÍ ikki sannførandi. Eftiransingarnar vóru ikki tættar, taklingarnar vóru ikki tað, tær onkuntíð hava verið, og hugflogið í álopspartinum var ikki serliga stórt.
B68 fekk sítt
Og so kunnu vit altíð meta um, um talan var um vánaligt heimaavrik, ella um tað var B68, sum so at siga setti heimaliðið uppá pláss og við sínum ágrýtni og evnum til leingi at fáa tað at ganga fyri seg, soleiðis sum teir ætlaðu, fingu úrtøkuna, sum teir høvdu vónað.
Landsliðsmenninir Magni Jarnskor, Henning Jarnskor og Sámal Joensen vórðu hildnir í stuttum tjóðri av Edmundi Jacobsen, Niels Suna Poulsen og Jan Petersen, og tað skerdi skurðarnar nógv.
Jákup Eli Olsen var ein sannur brandur. Hann stýrdi verjuni sera væl, og uppskriftin at avmarka skansan, sum skuldi verjast, at vera frá miðstrikuni og aftur ímóti brotsteigarmarkinum, eydnaðist í longum løtum sera væl.
Álopsspælið hekk ikki altíð saman, og til tíðir vóru teir kroystir og sparkaðu ov nógv. Tað var kærkomið, tá málini komu, og serliga tá toftamenn eftir 26 minuttir skoraðu til 1-0, vuksu teir fleiri tummar í sjálvsáliti og stríðsvilja.
Hol kom á eftir innkast aftarlaga í vinstru og høgt framspæl frá Jákup Eli Olsen. Símun Petur Justinussen ætlaði at stúta frameftir, men hann snittaði upp um hin miðverjan, og so var Ingi Hansen sum ein køttur yvir bóltinum, ið stiklaði eina ferð, áðrenn víkarmaðurin á Skála høgdi til úr 22 metrum. Bólturin tók í tvørtræið, áðrenn hann fór um strikuna.
Marginalirnir ikki við
Hvussu tað hevði tørnað út, um heimaliðið fyrst hevði fingið hol á, kunnu vit bara gita um. GÍ, sum serliga í 1. hálvleiki hevði trupulleikar av B68 hornaspørkunum, ið lógu nær málinum, hevði fáar upplagdar møguleikar, men teir kundu verið komnir á odda beinanvegin. Magni Jarnskor royndi seg í 2. minutti við drønandi langskoti úr 23 metrum, men bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Magnus Poulsen.
Bæði GÍ málini komu eftir høgar skrábóltar inn í brotsteigin. 20 minuttir restaðu, tá B68 málverjin í staðin fyri at boksa burtur uttarlaga í brotsteiginum royndi at halda høgum innleggi. Tað eydnaðist ikki, og Sámal Joensen var fyrstur á. Tá kendist tað sum um tað skuldi eydnast hjá GÍ at kroysta seg til sigurin. B68 leiðslumálið stutt eftir punkteraði hetta, og so bleiv tað ikki til meiri enn javnleikin.
Søren Skov Jørgensen, sum saman við fleiri øðrum var lítið eyðsýndur, skoraði til 2-2, tá 86 minuttir vóru spældir. Ta ferðina var innleggið úr vinstru langt og høgt, Símun Petur Justinussen slapp við høvdinum at leggja uppá tvørt, og Søren høgdi úr tíggju metrum hart og flatt í kassan.