Talan var um 5,5 gramm, sum verður mett at vera til egna nýtslu. Og tá tað verður smuglað til egna nýtslu, so verður tað avgreitt við eini bót.
Løgreglan kom á staðið, og viðkomandi játtaði seg sekan. Um tað er fyrstu ferð, at persónurin hevur smuglað, so er revsingin ein bót upp á 3.000 krónur. Men hevur viðkomandi framt sama brotsverk áður, so verður bótin hægri.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at enn er málið ikki liðugt avgreitt. Millum annað skal kannast, um persónurin hevur framt sama brotsverk áður. Og hevur hann tað so verður bótin hægri.