Sunda kommuna hevur nú sett vevmyndatól upp í Tjørnuvík. Hetta er triðja myndatólið sum kommunan hevur sett upp seinasta árið. Umframt í Tjørnuvík eru vevmyndatól eisini sett upp í Saksun og við Gjógv [...] ynski um at fáa vevmyndatól sett upp, sum kundi vísa veðrið í bygdini. Hetta er nú gjørt. Sunda kommuna hevur við stuðli frá Eysturoyar Ferðavinnufelag og Visit Faroe Island fingið sett vevmyndatólini
Klaksvíkingar kunnu so smátt byrja at gleða seg til nýggju rennibreytina í býnum. Klaksvíkar kommuna og byggifyritøkan Kanjon undirskrivaðu í vikuni sáttmála um at byggja eina rennibreyt og ein eyka f [...] svimjihøllini, soleiðis at ítróttarøkið í Klaksvík verður ment sum ein heild, skrivar Klaksvíkar kommuna á klaksvik.fo.
Tjørnuvik, við Gjógv og í Saksun kosta grundstykkini 135 krónur fermeturin. Meginreglan er, at ein kommuna ikki loyvi til at selja grundstykki undir kostprís. Kim Durhuus, borgarstjóri ásannar, at grundstykkini [...] grundstykkini í Sunda kommunu verða seld fyri undir kostprís. Flestu kommunur gera tað sama. Tórshavnar Kommuna er kanska tann einasta kommunan, sum heldur regluna um at selja grundstykkini fyri tað, tey hava
hvørt kommunan framvegis skal vera limur í Føroya Kommunufelag. Málið er vorðið viðkomandi, nú Vága kommuna á fundi 14. juni samtykti at fara úr hesum felagi og heldur melda seg inn í Kommunusamskipan Føroya [...] Spurningurin, sum bygdaráðslimirnir í Sunda kommunu skulu taka støðu til í kvøld er hesin: - Skal Sunda kommuna framvegis vera í Føroya Kommunufelag, ella skulu vit søkja um limaskap í Kommunusamskipan Føroya
Nes kommuna hevur gjørt nógv fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum eldru og fyri at kunna bjóða fólki tilboð á røktarheimi og eldrasambýli. - Vit eru við í Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, sum hevur [...] bæði fyri fólk úr kommununi og fyri tey fólk, sum eru komin úr øðrum kommunum. Síðan 2007 hevur Nes kommuna eisini havt mattænastu til tey eldru. Henda tænasta heldur til í Vesturskin. Døgurðar verða koyrdir
Tórshavnar Kommuna roynir at fáa telefon- og internetrokningina niður og tí er ætlanin nú at bjóða hesa veitingina út. Telesamskifti kostar kommununi 3,5-4 milliónir um árið og tað ger kommuna til eina av
VESTMANNA: Bæði kommuna og einstaklingar munnu fegnast um, at lív aftur fer at koma í fiskavirkið í bygdini Hetta hendir eftir, at Faroe Seafood í konkurs hevur selt felagnum undir stovnan v/ P/F Varðin [...] tí nýggju eigarunum til lukku við keypinum, og ynskja teimum góða eydnu framyvir, sigur Vestmanna kommuna.
Í november í fjør skrivaði Hvannasunds kommuna út eina navnakapping um navn til eina nýggja útstykking í Hvannasundi. Útstykkingin er staðsett í einum øki millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti [...] virðisløn á 3000 krónur verður latin vinnandi uppskotinum. Tá tíðarfreistin var farin, hevði Hvannasunds kommuna fingið níggju uppskot, og nú er vinnarin av navnakappingini funnin. Á bygdaráðsfundi í gjár varð
Tórshavnar kommuna boðar frá, at vegna veður koyrir Bussleiðin ikki í morgun – Ringa veðrið og nógvi kavin hevur við sær, at Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu ikki koyrir í morgun, skrivar Tórshavnar kommuna [...] kommuna. Kavaruddararnir hjá kommuni arbeiða av øllum alvi at rudda vegirnar, og sum skilst ætlar Bussleiðin at royna at koyra klokkan 9. Tað er serliga í útjaðaranum á býnum, at ikki er koyrandi. Ein
Suðuroyggin hevur færri enn 4.910 íbúgvar. Tað skrivar Suðurrás. Tey seinastu tølini vísa, at Sumbiar kommuna stendur í stað, Vágs og Porkeris kommunur vaksa eitt lítið vet, meðan allar hinar kommunurnar í oynni [...] Hvalba er minkað úr 765 í 762 fólk, Tvøroyri úr 1.819 niður í 1.793, Fámjin úr 113 í 110 og Hovs kommuna úr 125 í 120 fólk. Í Porkeri eru tey vorðin tvey fleiri og eru nú 335, í Vági er tey blivin sjey