Men fyri tað fyrsta, so fær hon tað at ljóða, sum um at tey arbeiðsleysu sjálvi hava ábyrgd av tí ólukkuligu støðu, tey eru komin í. Men hetta er púrasta burturvið. Síðan vil hon tvangsaktivera tey, og um [...] frá 1962 til 1966 er henda ikki roynd. Fyrst havi eg hug at taka fram sjálva uppsetingina av røðuni. Hon er greið við fyrst einum samandrátti og síðan einum meira nágreiniligum parti fyri at enda við einum [...] beinleiðis ítøkiliga ætlan við politikkinum. Hetta ger so sjálvandi tað, at andstøðan fær eitt sindur torført við at gera viðmerkingar, tá støðan hjá samgonguni ikki er greið. Taka vit tann partin burturúr,
fyrrapartin av árinum hevði hann ikki møguleikar at venja eins nógv og hinir í HB, og tað hevur sæst aftur á avrikunum hjá honum í landskappingini. Tá landsliðið var í Estlandi hevði Jan Dam verið skaddur [...] tá tað verður neyðugt. Í síðstu undankapping var talið av spælarum átjan og ikki sekstan, sum tað hevði verið frammanundan. At tað eru sjey og ikki fimm skiftisspælarar á beinkinum átti at økt um møguleikarnar [...] at hann verður við í ferðalagnum til Bosnia, men spurningurin er, um hann eigur at byrja inni. Tað hevði verið upplagt at kanna verjuspælararnar mánakvøldið, tá B36 og HB stríddust í Gundadali, men tað varð
Olsen, sum samstundis ásannar, at onglendingar vóru betri. Hann heldur, at eitt tap uppá eini trý mál hevði ikki verið av lagi, men tað var dyggur smeitur fyri føroyingarnar, tá miðverjin Bárður Johannesen [...] kortið hjá svenska dómaranum vera harðligt. At føroyingarnir vóru undirmannaðir ímóti so sterkari tjóð hevði sjálvsagt við sær, at eftiransingarnar dragnaðu, teir fingu eitt mál beinanvegin, og tað hjálpti ikki [...] Møguleikarnir 1. hálvleik spældu føroysku dreingirnir seg til góðar málmøguleikar, men tað vísir seg torført at fáa úrtøkuna. 18 minuttir vóru farnir, tá Brynjolvur Nielsen og Símun Joensen spældu seg væl ígjøgnum
sum liva av hesum, eiga nakran góðan.? Men er meiningin at djúpvatnstrolararnir skulu avsigast, hevði tað verið ærligari at sagt sum var, heldur enn at latið sum einki og seigpínt skipini úr flotanum [...] verður um eina kvotum eftirspurningur verður eftir. Fáa vit t.d. eina kvotu í Barentshavinum, kann hon ikki handlast. Tí har er ongin toskur, og tí verður heldur ongin eftirspurningur eftir kvotuni, sigur
missa íløgustuðulin, verður støðan ógvuliga trupul. ? Við ongum íløgustuðuli verður tað ógvuliga torført at fá endarnar at røkka saman. ? Og tað verður fyrst og fremst tann nýggjari parturin av trolarunum [...] tað seg sjálvt, at tað er ómøguligt at fáa trolarar, sum standa í 50-60 milliónum at bera seg. ? Tí hevði tað verið skilabetri at varðveitt íløgustuðulin eini fýra ár afturat. ? Og annars er tað ongin, sum
nakað serligt hendir. Hon heldur, at eisini einstaklingar skuldu roynt at gjørt politikarnar varar við støðuna. Marjun heldur, at tá ið kreppan kom, varð sagt stopp fyri øllum, sum hevði við hetta at gera [...] Andreas fór úr landsstýrinum. Hvat tey røttu tølini eru eru í dag, dugir Marjun tó ikki at siga, men hon heldur, at støðan er ring. Kanningin, sum Sosialurin hevur gjørt millum nøkur av teimum størru ellis- [...] tørvur er á fleiri plássum, men í fleiri ár hevur einki hent. Nú tørvurin er vorðin so stórur, vónar hon, at okkurt fer at henda í málinum frá politikarans síðu.
styrki, gleði, greði og mangt annað, sigur Hans. ? Eg hevði tá leingi hugsað um at skrivað slíkan leik, og so smekkaði eg til, sigur Hans Tórgarð, ið tá hevði lisið brøvini hjá van Gogh, sum leikurin er grundaður [...] Avgjørt. Nú er tað ein málari, tað snýr seg um, men ein hevði óivað kunnað gjørt nakað líknandi um Mozart, ið eisini var 37 ár, tá hann doyði. Hann hevði tað bara nógv lættari, hjá honum kom tað bara úr liftini [...] grundaður á. Á svenskum ? Eg skrivaði leikin á svenskum, tí eg hevði eisini brøvini í svenskari týðing. Tað vísti seg, tá eg skuldi fara at umseta, at tað gekk ikki so væl. Eg var ov djúpt inni í tilfarinum
skonnartini Ernestinu. Ernestina var fransaskonnart og hevði heimstað í Klaksvík tey trý árini hon var heimahoyrandi í Føroyum. Tað vóru brøðurnir Jógvan Kjølbro g Dávur úr Gerðum, sum keyptu hana í Fraklandi [...] Føroya Forminnissavn hevði fyri kortum 100 ára samkomu og í tí sambandinum nýtti Jógvan Elias Joensen, formaður í umsjónarráðnum fyri Norðoya Sparikassa høvi til at handa savninum eitt modell av skonnartini [...] Fraklandi í 1927. Ernestina fekk ikki so nógv ár í føroyska flotanum. Hon fórst 26. marts 1930 á suðurlandinum í Íslandi um 10 tíðina á kvøldi. Svam í ringasta illveðrið Tað var rættuligt illveður hetta kvøldið
kloakkir og vatnveiting. Og hetta hevði aftur við sær, at í fyrstu atløgu vórðu vegirnir ofta grivnir ígjøgnum, og so mátti liðugtgerðin bíða til seinni. Umleið 1960 hevði kommunan fyri fyrstu ferð ábyrgdina [...] og fiskaarbeiðið hava nógv at siga fyri alt annað virksemi í býnum, váttar harfríðkanarkvinnan, tá hon sigur: ? Hjá okkum er tað soleiðis, at tá fiskiskapurin er góður, og tað er nógv fiskaarbeiði, so hava [...] nátúrligi miðstaðurin í Norðoyggjum. Tað sæst m.a. í, at tað var á Viðareiði, at Norðoya prestur hevði bústað, og tað var ikki fyrrenn 25. august í 1928 ella fyri snøggum 70 árum síðani, at ein prestur
undirskot. Um játtanin hevði verið størri, so ferjulegan var liðug um eini trý ár, so hevði ikki verið neyðugt hjá Barski at siglt, og milliónin, sum hann gevur í undirskot, hevði verið spard burtur og [...] við maskinunum. Pengarnir verða alt ov óeffektivt nýttir. ? Tað hevði verið nógv betri, um maskinurnar vóru í oynni í longri tíð. Tá hevði samstundis nógv meir kom burturúr, og pengarnir høvdu eisini verið [...] arbeiði, um tey arbeiða í Klaksvík ella aðrastaðni. Hjá Dúgvuni hevði tað ikki tikið meir enn eini 10 minuttir eyka um Leirvíksfjørð, um hon legði at á Syðradali á vegnum, heldur Jógvan Sámal. Kommunulimir