Nú eru fleiri hundrað arbeiðspláss í vanda

? Nú er tað stórur vandi fyri, at eini 400 arbeiðspláss í Vágum, og serliga í Suðuroynni fara fyri skeytið.

? Vit føla okkum fullkomiliga slept uppá fjall, tí vit hava fleiri ferðir gjørt vart við vandan, men ongin letst um vón, sigur Bogi Mortensen, reiðari og vinnulívsmaður

? Hendir onki, er tað ein er tað ein veruligir og ítøkiligur vandi fyri, at eini 400 arbeiðspláss serliga í Suðuroynni, men eisini í Vágum fara fyri skeytið.

? Samstundis er vandi fyri, at vit missa fleiri av teimum góðu skipunum av landinum

Talan er um øll tey fólkini, og øll tey húskini, sum vinna sítt dagliga breyð á teimum 12 djúpvatnstrolarunum.

Og talan er um øll tey fólkini, sum vinna sítt dagliga breyð við at arbeiða á teimum flakavirkjum, har hesi skip avreiða.

Bogi Mortensen í Vági, reiðari á nøkrum av djúpvatnstrolarunum, og vinnulívsmaður sigur, at tey kenna seg fullkomiliga slept uppá fjall síðani djúpvatnstrolararnir mistu íløgustuðulin í mars mánaða í ár.

? Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikan, men tað er ongin sum ønir okkum svar aftur.

? Tað tykist ikki, sum øll tey fólkini, sum liva av hesum, eiga nakran góðan.? Men er meiningin at djúpvatnstrolararnir skulu avsigast, hevði tað verið ærligari at sagt sum var, heldur enn at latið sum einki og seigpínt skipini úr flotanum, leggur hann afturat.


Klára seg ikki

Bogi Mortensen sigur at hann kennir roknskapirnar hjá summum av djúpvatnstrolarunum, men at støðan er áleið tann sama hjá øllum.

? Og tað er onki at taka seg aftur í, at var íløgustuðulin ikki, hava teir hall í hundraðtúsund klassanum.

? Hetta hallið fer bara at hópa seg upp. Og so er tað, at okkurt má gerast.

Reiðarin og vinnulívsmaðurin í Vági sigur, at vandin fyri, at trolararnir fara á heysin er veruligur og ítøkiligur.

?Partafeløgini hava skyldu til at halda kreditorar, partaeigarar og innskjótarar skaðaleysar.

? Tí slepst ikki undan, at tann dagur er kanska ikki so fjarur, at tað má umhugsast at selja djúpvatnstrolararnar.

? Og tað verður ongin trupulleiki.

? Men tað verður ongin í Føroyum, sum keypir teir. ? Verða teir seldir, fara teir av landinum, og tað verður heldur ongin trupulleiki tí har er prísurin fyri teir hægri enn restskuldin er, sigur Bogi Mortensen.


Støðan er versnað

Hann sigur, at tað alla tíðina hevur verið greitt, at djúpvatnstrolararnir fóru at fáa tað trupult, um landsstýrið gjørdi álvar av at ætlanini at taka íløgustuðulin burtur.

? Men í ár er støðan versnað uppaftur meiri, tí nú fáa vit heldur onki burturav svartkalvanum tí garnabátarir hava at kalla stikað Føroyagrunnin inni við gørnum.

Bogi Mortensen vísir eisini á, at tað, sum hevur bjargað botnfiskaflotanum undir Føroyum seinastu árini er tann góði fiskiskapurin eftir toski og hýsu, men tað fáa djúpvatnstrolararnir onki burturav.

? Og nú íløgustuðulin eisini er tikin, er støðan versnað so nógv, at tað verður ómetaliga trupult, fyri ikki at siga ómøguligt.

? Hinvegin hava vit ført fram, at fáa teir íløgustuðul í eini trý - fýra ár afturat, er restskuldin komin so langt niður, at teir klára seg uttan stuðul.


Stórt arbeiðsloysi

Bogi Mortensen sigur, at verður djúpvatnsflotin avsagdur fer tað at føra ovurhonds stórt arbeiðsloysi við sær, tí tað eru eini 400 fólk sum hava sína dagligu úrtøku burturúr tí, sum hesi skipini fiskað.

Harðast rakt verða suðuroyingar, har teir flestu djúpvatnstrolararnir avreiða, men eisini í Vágum verður standurin ringur

Bogi Mortensen sigur, at djúpvatnstrolararnir kastað nógvar ferðir meiri av sær til samfelagið enn tað, teir fáa í íløgustuðuli.

? Stuðulin er ein góð millión um árið til hvørt skipið


Ivist í um tað hjálpir

Bogi Mortensen ivast í, um tað hjálpir uppá støðuna, at ætlanin er at geva djúpvatnstrolarunum eina hjáveiðikvotu, sum kann keypast og seljast, ístaðin fyri tað hjá veiðiprosentið, sum teir hava nú.

? Tað veldst um, antin talan verður um eina kvotum eftirspurningur verður eftir. Fáa vit t.d. eina kvotu í Barentshavinum, kann hon ikki handlast. Tí har er ongin toskur, og tí verður heldur ongin eftirspurningur eftir kvotuni, sigur hann. (Sí eisini greinina niðanfyri)