Klaksvíkin livir og andar fyri fiskivinnuni

Rákið hjá tænastuvinnunum og mentunarlívinum er treytað av tí, sum verður drigið burturúr sjónumÍ hesari vikuni hátíðarhalda klaksvíkingar saman við gestum aðra staðni frá í Føroyum og úr útlandinum, at tað eru 90 ár liðin, at Klaksvíkar kommuna tók seg burturúr kommununi, sum allar Norðoyggjar høvdu verið felags um, síðani kommunulógin kom í gildi í 1872

Síðani kommunan fylti 75 í 1983 hevur býráðið skipað fyri hátíðarhaldið og mentunardøgum fimta hvørt ár, og hesum hava klaksvíkingar burturi og heima fagnað við at savnast og hugna sær saman. Tiltøkini, sum áhugabólkar og feløg hava ábyrgdina av, eru áhugaverd og hava eitt høgt støði, og í sær sjálvum er tað kveikjandi at hava møguleikan at hitta tey, tú kennir frá barna? og ungdómsárunum, men ikki hevur møguleika at vera saman við dagliga.


Øll fylgja fiskiskapinum

? Tað er sera stórur munur á at arbeiða í Klaksvík og so har eg komi frá, helt ein fyri, sum til fyri stuttum hevur ferðast norður til Klaksvíkar til sítt dagliga yrki. Og hann útgreinaði:

? Í Klaksvík kennist tað sum øll upp á ein ella annan máta eru við í primeru vinnuni. Ikki tí at øll takast við fisk og fiskaarbeiði, men tí nógv gera tað, og tey, sum ikki gera tað, hava okkurt tilknýti til fiskin og fiskivinnuna. Tá tú tosar við fólk, so fart tú fatan av, at tey fylgja við í ferðsluni inn og út av vánni, og tey spyrja eftir, hvussu tað royndist hjá hesum og hasum.

At fiskaríið og fiskaarbeiðið hava nógv at siga fyri alt annað virksemi í býnum, váttar harfríðkanarkvinnan, tá hon sigur:

? Hjá okkum er tað soleiðis, at tá fiskiskapurin er góður, og tað er nógv fiskaarbeiði, so hava vit nógv at gera. Men minkar fiskiskapurin og er lítið av fiskaarbeiði, so merkja vit tað beinanvegin, og tí sigur tað seg sjálvt, at vit fylgja væl við í, hvussu tað gongst hjá skipum og bátum. Vit eru ikki við í hesum, men okkara virksemi og okkara inntøkur eru heilt tætt knýtt at hesum. Eg plagi at siga tað soleiðis, at útróðurin er ein fepurstokkur hjá okkum. Gongur tað væl í útróðrinum, so gongur tað væl hjá okkum, og gongur tað minni væl hjá útróðrinum, so merkja vit tað beinanvegin.

Í Klaksvík eru nógvar tænastufyritøkur, bæði almennar og privatar, og at tað íður av mentunarligum virksemi eru tiltøkini í sambandi við 90 ára føðingardagin staðfesting av. Men tað er fiskurin, sum er grundarlagið, og tí snúgva hesar hugleiðingarnar seg, umframt um sjálva kommununa, um tann partin av lívinum har norðuri.


Fólk og pengar

Tá bygdirnar Skálatoftir, Strond, Ánirnar, Oyri, Árnafjørður og Klaksvík fyri níti árum síðani fóru í eina kommunu fyri seg sjálva, var samlaða fólkatalið í teimum umleið 620. Í dag knappast fólkatalið um tey 4.800.

Fyrsta skattaálíkningin í Klaksvíkar kommunu var 4.342,97 krónur, og av hesum rindaði ein skattagjaldari 775,00 krónur. Samlaða talið av skattborgarum var tá 193. Tá kommunan fylti seksti ár í 1968 var skattaálíkningin 3.582.108 kónur. Í ár verður roknað við, at skattainntøkan fer at liggja millum seksti og sjeyti milliónir krónur.


Sóknarstýrini

undir trýsti

Fólkatalið í Klaksvík vaks skjótt og støðugt fram til fyrst í seksti árunum. Síðani tá hevur tað so at siga staðið í stað.

Í tíðini eftir 2. heimsbardaga og fram til sjeyti árini varð ofta tikið til, at vegirnir í Klaksvík vóru so sera vánaligir. Nakað var um hetta, og tá vit líta aftur á, soleiðis sum tað gekk fyri seg, so var hetta kanska ikki so undarligt. Onkra staðni skuldu nýggju klaksvíkingarnir búgva. Tí var byggivirksemið stórt.

Trýst varð lagt á kommunalu politikararnar fyri at fáa teir at geva byggiloyvir og at syrgja fyri, at fólk fekk veg til húsini. Hetta varð roynt eftir førimuni, men tað var lættari sagt enn gjørt, tí samstundis kravdi stóra fólka? og vinnumenningin, at útbyggingar eisini vórðu á øðrum økjum, sum so við og við gjørdust ábyrgdir hjá kommunalu myndugleikunum at syrgja fyri, eitt nú havnabyggingar, skúlabyggingar, kloakkir og vatnveiting. Og hetta hevði aftur við sær, at í fyrstu atløgu vórðu vegirnir ofta grivnir ígjøgnum, og so mátti liðugtgerðin bíða til seinni.

Umleið 1960 hevði kommunan fyri fyrstu ferð ábyrgdina av einari bústaðarútstykking ? tað var tann á Biskupsstøðbønum. Síðani tá hevur kommunan fingið tak á vegunum og kloakkunum, sum nú munnu hava sama støði sum aðra staðni í landinum.


Umsitingin

Í søguligari tíð hevur Klaksvíkin ikki á øllum økjum verið nátúrligi miðstaðurin í Norðoyggjum. Tað sæst m.a. í, at tað var á Viðareiði, at Norðoya prestur hevði bústað, og tað var ikki fyrrenn 25. august í 1928 ella fyri snøggum 70 árum síðani, at ein prestur kom afturat sum búfastur kapellanur við bústaði í Klaksvík. Norðoya prestagjald varð býtt í tvey í 1934, og síðani 27. september hetta árið hevur sóknarpresturin fyri Norðoya vestara prestagjald búð í Klaksvík.

Sýslumaðurin hevur í mong hundrað ár búð í Klaksvík ? fyrst á Gerðagarði, seinni á Oyri og á Uppsalagarði og miðskeiðis í síðstu øld vórðu sýslumanshús bygd.


Samfelagsbroytingar

Í 1830unum varð ein deild av kongaliga einahandlinum sett á stovn úti í Klaksvík og henda og ikki minst frælsi handilin, sum tók seg upp beinanvegin einahandilin var avtikin í 1856, vóru við til at gera Klaksvíkina til ein nátúrligan miðdepul í Norðoyggjum.

At Klaksvíkin, eftir at kommunan var vorðin veruleiki, vaks nógv og í tíðini millum heimsbardagarnar báðar gjørdist fremsti fiskivinnustaðurin í Føroyum vóru tað fleiri orsøkir til.

Ein var náttúruhavnin, sum var nógv betri enn allar aðra staðni í Norðoyggjum. Kommunan keypti í 1910 eina ketu at leggja tvørtur um vánna á tveimum strekkjum, og tá varð vágin av tryggingini góðkend sum vetrarlega hjá skipum.

Hetta var ein av orsøkunum til, at skiparar og teimum á baki fiskimenn úr hinum bygdunum í Norðoyggjum fluttu til Klaksvíkar at búgva.

Síðani miðskeiðis í nítjandu øld hevði útróðurin givið týdningarmikla inntøku í fleiri bygdum, t.d. í Svínoy, á Kirkju, í Mikladali og Viðareiði, men fólkavøksturin og meiri fjøltáttaðu lívskrøvini høvdu við sær, at tað var dragandi at flyta til stórbygdina, samstundis sum liviumstøðurnar á bygd ikki vóru so lokkandi í nýggju tíðini. Hetta skundaði undir at bygdafólk alla staðni frá í Norðoyggjum og eystara parti av Eysturoy í stórum tali fluttu til Klaksvíkar.


Vinnugrundarlagið

Náttúruhavn og skip nytta einki, um ikki aðrar umstøður eru í lagi. Tað vóru longu seint í fyrru øldini vinnufyritøkur, sum áttu skip í Klaksvík, og í hesari øldini hava tað eftir føroyskum viðurskiftum verið heilt stórar fyritøkur í Klaksvík, men tað er einki at liggja omaná, at størsta og týdningarmiklasta virki í Klaksvík og í øllum landinum í meiri enn eina hálva øld var virksemið hjá J. F. Kjølbro. Hann hevði skip og bátar, fiskavirkir og tænastuvirkir og so nógv annað, og virkini hjá honum høvdu fleiri hundrað fólk í arbeiði.

At vinnulívið í Klaksvík tíðliga í tíðini skeyt seg framum so nógv annað, mundu tað vera ymiskar orsøkir til, og ein sera týdningarmikil orsøk var, at elverkið á Strond fór í gongd í januar 1931. Tá hevði sóknarstýrið stríðst fyri hesi søk síðani 1917. At teir vóru framskygnir og dugdu at meta um týdningin av elverkinum er einki at ivast í, tí teir tóku rívan til. Verkið kostaði tíggju ferðir skattaálíkningina í 1930, og kommunan fíggjaði alt einsamøll við lánum, sum vóru afturgoldin yvir 25-30 ár.


Bygnaðarbroytingarnar

Síðstu fjóðringsøldina hava verið stórar samfelagsrembingar ? ikki minst á vinnuliga økinum. Eftir at fiskimarkið í 1977 varð flutt út á 200 fjórðingar varð veiðumynstrið hjá føroyingum kollvelt. Stórur partur av veiðuførunum, ið høvdu verið á fjarleiðum, komu á heimligu leiðirnar, og trolreiðsskapurin tók seg nógv fram.

Klaksvíkingar hava altíð hildið seg mest til línuna. Tí sveið tað hjá útróðrinum har norðuri, tá kapping tók seg upp millum reiðsskapirnar, og eina tíð sá ikki mætari út, enn at útróðurin skuldi fara fyri bakka, og nøgdirnar, ið komu upp á land har norðuri minkðu.

Fyri lokalsamfelagið hevði hetta verið ein katastrofa, tí útróðurin hevur sera víttfevnandi árin. Í nítiárunum er útróðurin rættuliga komin fyri seg aftur, og við veiðuni og prísunum, sum hava verið hesi seinnu árini, er útróðurin ikki bara týdningarmikil fyri talið á arbeiðsplássum, men eisini ein stór inntøkukelda.

Fiskimarksútflytingarnar í sjeytiárunum høvdu við sær, at møguleikarnir hjá línuskipunum á fjarleiðum vóru nógv avmarkaðir. Klaksvíkingar vóru teir einastu, ið hildu um hesa vinnu, sum í seksti árunum var so týdningarmikil fyri allar Føroyar. At henda veiðan datt niðurfyri var sera meint fyri Klaksvíkina. Einir hundrað mans mistu hýruna, og alt virksemi, sum hevði verið á landi í hesum sambandi, steðgaði upp.


Nýggja tíðin

Stóru trolararnir á fjarleiðum, sum klaksvíkingar í mong ár hava átt, og einasta nótaskipið hjá teimum, høvdu ikki bestu umstøðurnar fyri nøkrum árum síðani, men nú hava hesi fótað sær.

Hugaligt var sama morgunin, sum hátíðarhaldið varð sett, at síggja flaggskipið hjá klaksvíkingum, Christian í Grótinum, stevna inn eftir vánni fullfermdur av svartkjafti. Samfelagskreppan og fiskivinnukreppan raktu Klaksvíkina meint. Stóru vinnufyritøkurnar fóru av knóranum, og tað sá út til, at skip og fiskiloyvir skuldu fara aðra staðni.

So var tað, at nýggjar kreftir tóku við. Skip, bátar og virki fingu nýggjar ánarar. Gamla mynstrið við stórum vinnulívsfyritøkum hvarv, og nú er vinnulívið á fleiri hondum. Einstaklingar, sum vóru kendir við vinnuna, yvirtóku skipini og bátarnar, og á landi gingu verkamannafeløgini saman við vinnulívsmonnum og bjargaðu Kósavirkinum, sum hevur verið og er størsta arbeiðsplássið í kommununi.

Vinnuliga hevur Klaksvíkin fótað sær, og tað er ein kommuna í menning, sum í hesum døgum er í veitsluhýri.