Hesar byrja ímóti Moldova

Pætur Smith Clementsen, A-landsliðvenjari hjá kvinnum, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Moldova

Klokkan 18 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Moldova tekur ímóti í UEFA Nations League dysti á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau.

 

Eftir ein stuttan steðg í Danmark mánadagin, har kvinnurnar vandu í Lyngby, bleiv ferðast víðari týsdagin, og seint seinnapartin kom hópurin til Moldova. Síðani hava venjingar og fundir verið á skránni, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl.

 

Klokkan 18 bríkslar serbiski dómarin dystin í gongd, og frá byrjan sær føroyska liðið soleiðis út: Óluva Joensen verður í mál, og verjuna manna Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen og Julia Naomi Mortensen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Sunniva Willemoes, Ásla Johannesen, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir og Sara Samson Lamhauge, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

 

Eykaspælarar eru Gunnvá Lützen, Malena Olsen, Teresa Jacobsen, Sólja Ernstdóttir, Anna Caroline Brændstrup, Jancy Mohr, Fridrikka Klementsen og Brá Zakariasardóttir.

 

UEFA Nations League dysturin millum Moldova og Føroyar kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo. Veljið “SJÓN”, og síðani KVF 2.