Tað var hugaligt í adventini at hoyra, at nú fóru fuglfirðingar at bjóða seg fram umborð á 10-mannafarinum Fuglfirðingi. Fuglfirðingur vann FM í 1964, tá ið skipanin var øðrvísi, enn hon hevur verið 1973.
Í 1964 var fyri fyrstu ferð kappast um FM. Tað var í serligum róðri eftir ólavsøku, og tá vann Fuglfirðingur. Kvinnur og gentur í Fuglafirði hava nógvu tey seinastu árini javnan vunnið róðrar og FM heiti, meðan síðsti FM sigurin hjá mannfólkunum var fyri 61 árum síðani ella í 1964.
Ætlanin var at manna nýggjan bát í kappingini millum 10-mannaførini. Ikki spildurnýggjan bát, men ein nýggjan bát í felagnum. Fuglfirðingar og skálamenn gjørdu í vetur gerðabýti. Skálamenn fingu 5-mannafarið Malunarhav úr Fuglafirði, og fuglfirðingar fingu 10-mannafarið Skálabátin av Skála.
10-mannafarið er komið til Fuglafjarðar, og ivaleyst verður tað undir navninum Fuglfirðingur, at teir fara at bjóða seg fram í kappingini millum 10-mannafør. Men tað verður ikki í ár. Orsøkin er, at tá ið tað varð álvari um ársskiftið, so vísti tað seg, at tveir at teimum, sum vóru ætlaðir at manna bátin, kortini ikki vóru tøkir. So var ikki annað at gera enn at manna 8-mannafarið Gullbrand, og tað hevði verið vorðið sum avrik, um tað hevði eydnast fuglfirðingum at vunnið FM í stóru kappingini, sum bíðar 8-mannaførunum.
Heilt eiðasørt hevur tað tó ikki verið hjá mannfólkunum í Fuglafirði síðani 1964. Hagtølini siga, at í 1997 vann Gullbrandur tveir róðrar – á jóansøku og so í heimasjógvi á varmakeldu – og í 1998 vann Gullbrandur á ólavsøku. Og so var tað í 2016, at Gullbrandur vann tveir róðrar. Tann fyrri var á norðoyastevnu, og tann seinni var í øðrum róðrinum hetta árið, sum var á Eystanstevnu á Skálafjørðinum. Í FM kappingini endaði Gullbrandur næstfremst við 41 stigum. Nevið Reyða vann FM við 47 stigum.
##med2##
Gullbrandur er fyri tað mesta mannaður við royndum røðarum. Tríggir teirra búgva í Fuglafirði. Í fjør vóru teir við til at manna 10-mannafarið Nólsoyar Páll í Klaksvík. Nú hava teir fingið onkrar av bátsfeløgunum í fjør til Fuglafirðar at manna Gullbrand, og har eru eisini onkrir, sum í fjør vóru við til at manna 8-mannafarið Heiðabátin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Hesir vóru við til at manna Gullbrand í fyrraárið, og so er ein heilt nýggjur røðari.
FM kappróður er í Fuglafirði annaðhvørt ár, og annaðhvørt ár er FM kappróðurin á eystanstevnu á eystara armi á Skálafjørðinum. Í ár verður FM kappróður í Fuglafirði.
Hin báturin, sum er mannaður í Fuglafirði í ár, er 5-mannafarið Erla Kongsdóttir við kvinnum. Talan er um kvinnur, sum hava royndir við at rógva, men tað eru ikki tær, sum fyri nøkrum árum síðani vunnu fleiri FM.
Flestu sigrarnar hava kvinnurnar vunnið í 5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir, sum var meistari í 2010, 2014, 2015, 2016, 2018 og 2019. Kvinnurnar í Fuglafirði vunnu FM við 6-mannafarinum Rádna í 2016 og 2017, Erla Kongsdóttir vann FM kappingina millum gentur 17 – 18 ár í 2012 og 2013, og Silja vann hesa somu kapping í 2014.
Í Fuglafirði fóru tey undir venjingarnar eftir nýggjár. Tá var vant í teimum átta maskinunum, sum felagið eigur, og síðani einaferð í mars hava eyðkendu ljósagrønu bátarnir verið at sæð á fjørðinum.
##med3##
Gullbrandur
8-mannafar
Erla Kongsdóttir
5-mannafar kvinnur
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her