Nationalistiska andstøðuvalevnið, Karol Nawrocki, hevur vunnið forsetavalið í Póllandi sunnudagin við nærum 51 prosentum av atkvøðunum.
Hetta skrivaði pólska valnevndin á heimasíðuni í morgun.
Nawrocki hevur fingið 50,89 prosent av atkvøðunum, meðan mótstøðumaðurin - miðsøkjandi, Rafal Trzaskowski - hevur fingið restina.
Longu tíðliga mánamorgunin skrivaðu pólskir miðlar, at Karol Nawrocki hevði vunnið.
Báðir politikararnir lýstu seg sum vinnarar av valinum í gjárkvøldið.
42 ára gamli Karol Nawrocki fær stuðul frá stóra tjóðskaparliga andstøðuflokkinum, Lóg og Rættvísisflokkinum PiS. Flokkurin sat við valdinum í átta ár fram til 2023.
Forsetavalið var sum væntað ógvuliga tætt. Hetta var eisini myndin gjøgnum alt valkvøldið og náttina, tá exit-kanningar í fyrsta umfari vístu eina lítla leiðslu hjá tí hóvliga Rafal Trzaskowski, men síðani sveiggjaðu til Karol Nawrocki.
Sigurin hjá Nawrocki er ring tíðindi fyri pólsku stjórnina, sum stuðlaði miðvalevninum Trzaskowski.
Við Nawrocki í embætinum verður politiska naggatódnin í landinum longd. Hann fer væntandi at føra sama politikk sum fráfarandi Andrzej Duda, sum eisini er stuðlaður av PiS.
Duda hevur staðið í vegin fyri fleiri av ætlanunum hjá Donald Tusk, forsætisráðharra. Herundir at loyva fosturtøku og at umskipa rættarskipanina, hvørs núverandi reglur hava fingið atfinningar frá ES.
Teir báðir veingirnir eru eisini ósamdir, tá tað snýr seg um uttanríkispolitikk.
Miðvalevnið Trzaskowski hevur sagt, at Ukraina skal vera limur í NATO, meðan Nawrocki heldur tað øvugta. Samstundis metir tjóðskaparligi politikarin sambandið við USA og Donald Trump forseta sera høgt, meðan Trzaskowski hevur lagt dent á, at sambandið við ES er líka týdningarmikið.
/Ritzau/