Júst tað navnið, Ambition, gav mær orsøk at steðga á og meta um ambitiónirnar í vinnuni, sum tær komu til sjóndar í Breddanum týsdagin.
Eftir glopraregn í seinastuni, er stilli og lág, men hækkandi sól í morgun. Hon strálar og kínir kampingplássinum yviri við Strond, har tjøld fóru á flog í gjárkvøldið. Nývaknaði morgunin ber okkum ferðamannaskipið Ambition, sum siglir inn á Runavík við 1200 ferðafólkum og eini manning, ið telur 670.
Hóast skip og kampingvognar kunnu tykjast fylla summarsýnið í føroysku morgunsólini, eru hetta smá tøl. Allarflestu ferðafólk, 80-90%, flúgva til Føroya, segði stjórin í Visit Faroe Islands í Breddanum, eini av heilt fáu, kanska einasta almenna greinandi kjaksending í Kringvarpinum, sum nú eisini fer í summarfrí, Breddin altso.
Lesið meira á Birkblog við at trýsta her