Kringvarpið kærdi almennan stovn fyri drál

Stovnurin drálaði við at svara eini innlitsumbørn frá einum journalisti í Kringvarpinum

Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá einum journalisti hjá Kringvarpi Føroya um málsviðgerðina av einari umbøn um innlit hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Umboðsmaðurin helt tað vera átaluvert, at innlitsumbønin ikki varð avgreidd fyrr enn 38 dagar eftir, at umbønin varð latin Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Harafturat helt umboðsmaðurin tað ikki vera nøktandi, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið sendi umboðsmanninum eina umbidna frágreiðing til klaguna 20 dagar eftir freistina, ið umboðsmaðurin hevði ásett. Umboðsmaðurin gav samanumtikið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli.

 

Ein journalistur hjá Kringvarpi Føroya klagaði til umboðsmannin um málsviðgerðina av einari umbøn um innlit hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Umbøn klagarans varð ikki avgreidd fyrr enn 38 dagar vóru farnir, síðan umbønin varð latin stovninum, og eingin fráboðan var givin klagaranum í hesum tíðarskeiði. Hetta helt umboðsmaðurin vera átaluvert.

 

Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at sambært § 16, stk. 2 í innlitslógini hevur ein myndugleiki skyldu at avgreiða innlitsumbønir skjótast gjørligt og geva umsøkjara fráboðan, um so er, at ein innlitsumbøn ikki kann avgreiðast innan 10 dagar.

 

Umboðsmaðurin helt, at tær orsøkir, ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði víst á sum atvold til longu málsviðgerðartíðina, ikki kundu metast sum umberandi orsøk fyri, at ongin kunning varð givin til klagaran um støðuna og útlitini fyri, nær innlitsumbønin fór at verða avgreidd.

 

Í sambandi við at klagan varð send Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til ummælis, helt umboðsmaðurin tað heldur ikki verða nøktandi, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki svaraði fyrr enn 20 dagar aftan á freistina, ið umboðsmaðurin hevði sett stovninum.

 

Umboðsmaðurin gav samanumtikið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli. (LUM 25/09158)

 

Álitið í navnleysum líki kann lesast her