Hjálpið hvørjum øðrum við at basa garðaskøruni

Tórshavnar kommuna heitir aftur á fólk um at vera við í stríðnum at halda garðaskøruni niðri – bæði á egnum og felags økjum

Torshavn.fo:

 

Garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at hon er innslødd úr øðrum londum og ikki hoyrir heima sum náttúrligur vøkstur í Føroyum. Hon breiðir seg skjótt og trýstir annan vøkstur burtur! Tí hevur tað týdning at halda henni niðri. Tað sum tit kunnu gera er: 

 

  • Taka skøruna upp við rót. 
  • Um tú ikki kanst grava hana upp, so klipp hana niðri við jørðina og koyr hana í afturlatnan posa.
  • Leggja plantuna í ein posa og burturbeina hana sum vanligt húsarhaldsburturkast.

 

Vegleiðandi ráð: 

 

  • Brúkið ikki eitur ella salt! Tað fer illa við jørðina, ávirkar annan vøkstur og kann vera vandamikið, serliga har matplantur vaksa.
  • Eftir at tú hevur tikið skøruna upp, er eitt gott hugskot at sáa ella planta annan gróður, so at skøran ikki fær pláss at koma aftur.
  • Garðaskøra sæst ofta framvið vegum, gøtum og á opnum økjum, har lítið annað grør. Fær hon fast fótafesti, breiðir hon seg skjótt og køvir annan vøkstur.

 

Takk fyri, at tú ert við at basa Garðaskøruni. 

 

Sært tú garðaskøru aðrastaðni, til dømis í haganum, ert tú vælkomin at boða kommununi frá her